Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-09-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefor 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Térshavn Utgåvudagar: tysdag, hésdag og leygardag Lysingar skulu vera okkum i hendi i seinasta lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Mútler Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Hegni Djurhuus Randi Jacobsen Dagny Joensen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Løgtings- samtyktir og rådharravitjan FØROYAR hava altid havt eina ser stødu i rikisfelagsskapinum. Henda serstøda er gomul og hevur røtur heilt aftur til dansk-norska kongarik- ið. ið sum kunnugt vardi frá 1380 til 1814. Eitt eyðkenni við hesari ser- stødu er hetta, at vit lítla og onga sid- venju hava fyri hernadarvidurskift- um. Føroyskir hermenn hava bert einaferð verið í bardaga — tað var tå menninir á skansanum mannaðu há- lendska skipið „Ett Vaben Von See- landt« og við hesum tóku danska handilsskipid »Haabet« aftur frå irsk- um sjórænarum, sum høvdu rænt skipið undir Nólsoynni. VIÐ kongaligari fyriskipan varð her- stoðin á skansanum nidurløgd tann 1. juni 1865, og síðan tá hava føroyingar ikki havt nakra *herdeild undir donskum flaggi. Hetta var gott tað sama, tí burtursæð frá hendingini í 1667 so vísir søgan, at eingin verja ella trygd var í herdeildini á Skans- anum. TAÐ eru sostatt tungtvegandi søgu- ligar og mentanarligar grundir til ta antimilitaristisku støðu, ið føroyingar flestir hava. Henda støda er fleiri ferð komin til sjóndar i samtyktum á Før- oya legtingi: í 1940, í 1961, í 1970 og 1984. KJARNIN í øllum hesum samtyktum er hon, at Feroyar eiga at vera hernaðarliga neutralar og eiga so- statt allar stoðir við hernaðarligum endamåli at verða tiknar burtur úr landinum. Tann seinasta samtyktin varð gjørd á vári 1984 og lýsti løg- tingið við henni Føroyar sum kjarn- orkuvápnafrítt oki. SOLEIÐIS sum okkara stýrisskipan er innrættað, er ta danska ríkisstjórn- in, sum skal seta løgtingsins sam- tyktir í hesum málum í verk. Tað er einki dulsmál, at skiftandi danskar stjórnir hava verið trekar at akta løg- tingið. Hesar stjórnir hava víst til heimastýrislógarinnar bókstav og oddagrein tað kann væl vera, at hann er í teirra parti. Men lógarinnar andi er tað so ikki! Javnaðarflokkurin gekk undir heimastýrislógina undir ti avgjørdu fyritreyt, at hóast ávís oki eru undir donskum stjórnarvaldi, so fóru danskar stjórnir ikki at trossa løg- tingið. HETTA er nú kortini hent ikki eina men fleiri ferðir og hetta kann ikki ganga í longdini. At danskar stjórnir ikki fylgja løgtingsins samtyktum er ein háan móti tí demokratisku stýris skipan, sum danir vanliga rósa sær av og sum gevur teimum moralskan rætt til at leggja seg út í ódemokrat- isk stjórnarviðurskifti um allan heim. Hetta er eisini brot á ST-såttmå' in og á Helsinki-sáttmálan, sum konsertva- tiva stjórnin annars flittiliga nýtir, tå sosialistisku londini skulu tyktast. OG síðst men ikki minst er viðferðin, sum legtingssamtyktirnar higartil hava fingið at meta javnt við bein- leiðis ágang móti ríkisfelagsskap- inum — eitt spark til øll tey, sum eru góð við hendan felagsskap, ein skendsk svikagerd móti teimum monnum, sum í áliti til danska fólka- ræðið tilevnaðu heimastýrislógina. JAVNAÐARFLOKKURIN hevur higartil verið heitur talsmaður fyri ríkisfelagsskapinum, men heldur Danmark á fram við at fara við okk- ara løgtingi, sum um kalendarin var steðgaður miðskeiðis í Gabelstíðini, so fer flokkurin av álvara at endur- skoða støðu sína til henda felagskap. Verjumálaráðharrin er í Føroyum. Vit rokna vid, at landsstýrið leggur so mikið av orku í, at greiða frá log- tingssamtyktunum, at sjålvt Hans En- gell skilir at hetta er álvara! jd Nakað um nøvn Í Dagblaðnum nr.22 frá 20. mars 1985 lesa vit undir teignum skemt, ella »Per í leysari luft« hetta: »gler- foss hevur funnið >Kamar- tónan< í målningalistini«. Í Dagblaðnum nr. 63. frá 23. august 1985 lesa vit somuleiðis: bara finna seg í at Marna hevur upphavsrætt til Hans Jakku«. Nú er tað skemt kann vera skemt og ollum ella flestum til stuttleika. Men tað kann viðbrekið at samfelags- „Emil må soleiðis at eisini verða háða borgarar. Í hesum eri eg sinar púra samdur við Óla Breckmann og Dagblað- num yvirhevur, tá hetta blað stundum hevur hitt í mark í so máta. Tað sum eg vil minna teg á Oli Breckmann er hetta: »Skyldkona min, Marna Gilerfoss, sær i sinari tid navnid A Kamarinum. Eitt navn sum oll ættin hjá Magnusi byggimeistara kallaður á Kam- arinum eru góð við. ognaði Jacobsen, sála, At ansur fyri sangi og ødrum lívsvirðum, sum gera lívið ríkari og vakrari at liva og sum hevur fylgt hesi ætt mongum eðrum, er einki dulsmál. Tó er tað nú einaferð soleiðis við hesum navn- inum A Kamarinum at abbi Mín Magnus var als ikki ættaður av tí sokall- aða Kamarinum — heldur út Baiansstovu í Havn. Tað var fyrra konan hjá Jákupi Jacobsen lang- abba, ið ættað var frá leingi, sum so hesum ådurnevnda Kam- ari. Jåkup Jacobsen, ur Baiansstovu var góður við sína fyrstu konu, sum hann misti alt ov tíðliga frá teirra smáu detrum Hesar detur teirra áttu sínar familjur og frá teim- um kunnu nevnast millum onnur: „Petur Christ- iansen, fyrrverandi borg- arstjóri í Tórshavn, Peter F. Christiansen, stjóri. fyrrverandi = landsstýris- maður, Jacob Baja, bankastjóri sáli og Arn- bjørn R. Thomsen, skriv- stovumadur, so onkur er nevndur. Vit vóru og eru øll góð við hetta navnið A Kamar- inum. At Marna hevur upphavsrætt til Hans Jakku er uttan von og vit. Hon hevur, sum kona hansara eftir lógini fyrsta rætt í hjúnarbandinum. Góði Oli, kanska skilir tú nú betur enn áður at upphavsrættur og fyrsti rættur í skrivandi letu ikki neyðturviliga falla saman At gera grin við kamar- tónum og málningalist fellur tíanverri alt ov nær teimum skriftum viðvíkj- andi kenda rithevund- anum, sum Dagblaðið ger, er mannminkandi. Tað er gamalt í Føroyum at siga: „Betri er ein bøtandi hond enn spillandi tunga«. Dan- ir plaga at taka til at: »Den der graver en grav for andre falder gerne/tit selv í den«. Eg vóni at so verður ikki hjá tær góði Óli. Torfort kann stundum vera at koma sær upp aftur úr eini slikari; hvat Nr. 100 — 5. september 1985 tá fleiri! Sum smádrongur í Havnini minnist eg vakrar Brekkmanntónar úr lúðr- inum hjá pápa tínum sála. Hann var ein siðiligur maður, sum hevði ans fyri tónleiki. Omma tín og Berghild fastur tin høvdu stak góðar gávur at fram- leiða tey víðakendu knett- ini fyri einum 30 árum síð- ani. Ég haldi at tær mundu vera tær fyrstu í Tórshavn at selja slík í handlinum í Króki undir Ryggi. Soleiðis hava vit ell hegni til eitt og annað Mítt legna navn kemur alla leið úr landnámubók, teirri íslendsku. Ahuga- vert hevði verið at frætt hvaðani Breckmann navnið er ættað. Valla er tað av, á, úr í ella undir nøkrum í Feroyum ? Helst ljómar fyri mær sum tað kundi verið týsktættað. Ikki so legið. Hagani koma heimskendir lúðra- tónar og ikki at gloyma ein kendasta heimsborg- aran í seguni sum byrjaði við málningalistini og end- politiska hátind- inum. Men góði Oli, og heilsi tær hesaferð við skriftini, sum unglingar í Reykjavík stundum „prýða< veggir við her í býnum: »What goes up must come down,< eisini hjá tær góði Oli. Í Íslandi siga vit: „Aðgát skal høfð í návist sålar«. aði á vinarligast, Reykjavík 29.8.85 Vestarr Lúðvíksson Okkara millum Soleiðis eitur blað, sum Føroya Fiskasøla gevur ut. I hesum blad lesa vit um nådd úrslit, markn- adir, framtidarætlanir o.a.m. Nógvum av hesum tekut tú undir við, men frá ti tú lesur nevnda blað við onkrum ætlanum, sovna tær flestu fyri ikki at siga allar av einihvørji orsøk víðari, og her er ein grundleggjandi feilur hjá Foroya Fiskasølu; upp- gávurnar verða ikki fylgd- ar upp. Seinastu árini hava teir, sum rætt er, tikið lut á stórum mat- verumessum. Heimaftur- komnir reypa teir oført um kontaktir og sølumøgu- leikar. men hver hevur selt? Onkur hissini »prøvi« er alt! Summum er pura greitt, at F.F. riggar ikki sum hon skal, men er eftirbåtur i ólukkumáta i selupolitikki Kanska vóru selukonsulentar ein roynd? Stjórin í F.F. biður okkum umhugsa E.F.- limaskap vegna tervandi kappingarføri orsakað av tolli. Tað kann verða so ymiskt vit halda um E.F., men seldi F.F., so vit í meðal fingu 1,- kr. meir pr. kg.. var E.F.-tollurin dekkaður. Hesin tollur er ikki tann veldugi kleppur- in fyri aðrar seljarar í Føroyum, tí prismunur upp á 1,- kr. pr. kg. og meir er vanligt millum hesar og F.F., og istadin fyri at illkennast inn å adrar seljarar, eiga F.F. sølufølk at progva, at tey eru eins dugnalig ella betur, ella góðtaka, at handalagið manglar. Oskiljandi er ofta at koma á tal við starvsfólk F.F.s. Hesi hava mangan misskilt arbeiði sítt — ella? Hava líkasum ikki fingið inn í knokkin, awt tað eru limirnir, ið eiga F.F. og ikki øvugt. Kanska var tad betur, at onkur av teimum seinast settu høgtstandandi ikki vóru komin, men professi- onelt og nutidarinnstillad fólk istadin, ti har liggja fundamental skeiv sjónar- mið. Ónegd | FERÐSLUTRYGD er altíð at vera blarika edrúur ff