Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-09-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. september 1985síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Spæl kann gerast ramur álvari Meguliga er hetta skeggið úr eldfimum evni. Óneyðugt er at nevna, hver skaði kann standast av, kemur eldur í tað. Brúkarafelagið veit ikki um óhapp av slíkum slag, men betur er at binda um heilan fingur. (mynd: Kalmar). Litfegur = viskuleður, sum líkjast bommum, eldfimar festulávints- grímur, eitraðir litblý- antar og bilar við høg- um ýlitóna, sum kunna skaða hoyrnina. Ella sagt við fáum orðum: tá spæl gerst álvari. Ikki alt, sum vit geva bernum at spæla við er vandaleyst fyri tey, sigur Brúkarafel- agið, sum heldur, at Feroyar eiga at gera sum grannalondini og smíða eina reglugerð um, hverji leiku mugu seljast. Vandi er fyri, at Fer- oyar enda sum sokallað dumpingland, tað vil siga ruskpláss, fyri vánaligum leikum, nú hesar verða forbodnar í alt fleiri londum. Tað var júst hesin vandi, sum fekk Noreg at gera strangari = reglugerð. Statens Forurenings- tilsyn hevur gjert reglurnar og framleið- arar, innflytarar og handlar eiga at síggja til, tær verða hildnar. Nú er so vandi fyri, at tær verur, norsku reglurnar raka, koma til okkara í staðin, sig- ur Brúkarafelagið, sum nú fyrst fer at kanna, hverji vandamikil leiku fáast í Feroyum. Tá hetta er gjert, fer fel- agið at seta seg í sam- band við teir handlar, sum selja hesar verur, ivaleyst við áheitan um, at teir gevast við seluni. Brúkarafelagið held- ur, at tað er vágiligt at líta á, at onnur lond kanna verurnar fyri okkum. Innflutningur og sela av vandamiklum leikum er millum tey fyrstu málini, Brúkara- felagið fer at arbeiða við nú eftir summarfrí- tíðina. Skrivstovan hjá Brúkarafelagnum í Jónas Broncsgetu 20 er opin mánadag kl. 16.30 — 17.30, miku- dag kl. 14.00 — 15.00 og fríggjadag kl. 19.00 — 20.00. Telefonin er 16592 og postadressan postsmoga 2005. hd i vatninum í Havn! Asbesttægrarnar í drekki- vatninum í Havn eru lut- falsliga fáar samanborið við vatn aðrastaðni, har eternitrør verða brúkt, er niðursteðan í einari kann- ing, Heilsufrødiliga starvsstovan hevur gjørt. Kanningin varð gjørd eftir áheitan frá heilsu- nevndini í Tórshavn og landslæknanum og er beint nú liðug. Vatnleiðingarrer úr Leirvík og Havn eru kannað í Noregi og triggj- ar vatnroyndir, tiknar í Havn á vári 1984, eru kannaðar í Kanada. Niðursteðan, Heilsu- freðiliga starvsstova kom til, er hendan: Nidurstøda Talið av asbesttægrum i drekkivatninum i Tórs- havn er lutfalsliga lágt sammett við vatn aðra- staðni, har nýtt verða as- bestsementrer. Hetta svarar væl til, at rerini lutfalsliga vóru lítið terd innan. Hinvegin skal undir- strikast, at bert fáar kanningar eru gjørdar, og ti skulu urslitini sjålvsagt takast vid fyrivarni. Nevnast skal i hesum sambandi, at høgt inni- hald av asbest varð funnið í skónini á innaru síðuni í rør D. Hugsast kann at størri nøgdir av asbesttægrum fara í vatnið, um rørleid- ingin t.d. verður órógvað mekaniskt (vegarbeiði t.d.). Harafturat er nøgd- in ivaleyst eisini treytað av, hvussu stórar vatn- negdir renna igjøgnum (vatntrýst á rerveggir- nar). Út frá tí, ið er nevnt omanfyri, verður hiðani rátt til: — At kommunurnar gera sær greitt hvar og hvussu nógvar asbest- sementleiðingar eru í nýtslu á økinum. Har- afturat at kannað verð- ur í hvenn mun hesar leiðingarnar eru terdar. — At lutfalsliga einfaldar kanningar av vatn- inum áðrenn og aftaná asbestsementleiðingina verða gjørdar, soleiðis at kunnleiki fæst um í hvenn mun vatn virkar terandi. — Ikki at leggja asbest- sementrer av nýggj- um. Um asbestsement- rør av ávísum orsøkum ynskjast legd av neyggjum, skulu hesi klæðast innan við nýti- ligum og steðugum til- fari eitt nú asfalt ella epoxy. — Um tering fer fram å verandi asbestsement- leiðingum, eigur vatnið at verða viðgjert so- leiðis, at tað ikki virkar terandi á leiðingina. Neyvan týdning fyri heilsuna Í frágreiðingini hjá Heilsufreðiligu starvs- stovu er eisini stutt petti um heilsufrødiligu viður- skiftini: Tjakið millum vísindafólk viðvíkjandi vandanum, ið stendst av asbesttægrum í drekkivatni, hevur verið og er nokkso drúgv. Or- sleppa á málskeið. stuttari tíð. hevði biðið um tað. Berlitz skeið aftur i Føroyum I april månadi i år var Berlitz målskulin i Før- oyum og skipaði fyri málskeiði fyri åhugadum, sum vildu læra enskt, týskt og franskt mál. Tiltakið eydnaðist væl, men av tí at nógv fólk høvdu teknað seg, var ikki gjørligt hjá ollum at Nú ger Berlitz málskúlin enn eina roynd. Skeið verður í fremmandamálum á Hotel Borg í døg- unum 23. september — 4. oktober. Berlitz málskúlin virkar á tann hátt, at hann veitir fólki kunnleika innan fremmandamál, eftir Bert ein vika er nóg mikið til at fólk kunnu fáa hylling á einum fremmandamáli. Fólk kunnu velja millum at ganga nakrar tímar dagliga í skúla í eina viku, ella at fáa intensiva undirvísing í átta tímar dagliga í eina viku. Eisini stovnar og virkir, sum hava brúk fyri at starvsfólk duga fremmandamál, kunnu bíleggja sær serkøna hjálp frå Berlitz málskúlanum. I vår, tå Berlitz skulin var i Føroyum, skipadu teir fyri målskeidi i Eysturoynni, har ein fyritøka Tad er Såmal Blåhamar, stjøri i Havn, sum er umboð fyri Berlitz målskulan i Føroyum. Nr. 10 søkin er ivaleyst tann, at urslit av epidemiologisk- um kanningum eins og flestu kanningum við djórum hava víst, at as- best inntikið gjøgnum munnin ikki hevur við sær ektan vanda fyri krabba- meini í maga og gørnum. Hinvegin vilja aðrir vera við, at onkrar ábendingar eru um, at hegt innihald av asbest í drekkivatni kann økja um vandan hjá menniskjum. Endalig nið- ursteða hesum vidvikj- andi er higartil ikki fing- in til vega. Flestu visindafolk eru á einum máli um, at asbest í drekkivatni stavandi frá nattúruni ella frá asbest- sementrerum ivaleyst ikki er av týdningi fyri heils- una. Av tí at tað í eðrum sambandi sum luftdálking við asbest, ikki er funnið nakað »nulleffektniveau« er tó sjálvsagt ynskiligt, at asbestinnihaldið í drekkivatninum er so lágt sum meguligt. Dagny 7 7. september 1985 8 11) =klike Nu noyddist hægsta skúlavaldið til verka Sjey mánaðir eru síðani tað gjørdist púra greitt, at okkurt var áfatt í Vágs skúla. Góðir tveir mánaðir eru síðani helvtin av lærar- unum boðaðu frá, at teir komu ikki aftur í skúlan, fyrr enn greiða er fingin á viðurskiftunum. Landsins hægstu skúla- myndugleikar, Lands- skúlaráðið og Landsstýr- ið, hava skúgvað málið frá sær. Í veruleikanum er onki gjert fyri at loysa tað hesar sjey mánaðirnar. Men nú fer kanska okk- urt at henda. Tí 13 lærarar meintu í álvara tað, teir segdu í juni. hd Heim uttan súkklu Eftir at hava bíðað alla vikuna, fór ein ungur maður úr Sveits heim aft- ur við Norrenu í gjár — uttan motorsúkklu. Maðurin var saman við tveimum eðrum komin til Feroya at ferðast á mot- orsúkklu. Sunnudagin boðaði hann legregluni í Havn frá, at motorsúkkla hansara var stolin á tjald- plássinum yviri við Strond. Teir tríggir ætlaðu sær heim aftur mánadagin, men tá stolna motorsúkk- lan ikki var komin afturí- aftur, avgjerdi eigarin at útseta heimferðina til í gjár. Men hóast motorsúkkl- an er eftirlýst nakrar ferð- ir í Útvarpinum, er hon framvegis horvin. Súkklan er av slagnum Yamaha, hon er rættiliga nýggj, reyð og hvít og hevur nummar SO 497 og tjóðarmerkið CH. hd