Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-09-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. september 1985síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

UNGA Er 1. HB—NSI l: Hóast HB var fyri ósigri i tydningarmikla dyst- inum mót B68, so eru meguleikarnir fyri at vinna føroyameistaraheitid i ár ikki burturi. Teir eru skerdir munandi, men um eydnan er við HB, so ber framvegis til. B68 skal tapa sínar dystir — hvat vit tó ikki vænta — og HB skal vinna sínar fyri at meistaraheitið hjá HB skal gerast veruleiki. Uttan iva vil HB gera alt, ið til ber fyri at vinna báðar teir síðstu dyst- irnar og vit rokna eisini við, at tað verður sigur móti NSI. Hetta er tvey væl leikandi lið, ið hittast, men vit meta ikki, at NSI er nóg sterkt at taka stig frå HB. Møguleikar vera tó uttan iva fyri at síggja ein góðan fótbóltsdyst, har dentur verður lagdur á tekniska spælið. 2. B68—GI I (X 2): Vid at vinna henda dystin, kann B68 aftur tryggja sær meistaraheitid. Uttan iva verða nervar vid i spælinum hjå toftamonnum, men vit meta tó, at teir fáa so mikið tamarhald á teimum, at teir hava meguleikar fyri at vinna og royna okkum tí við einum eitt-tali sum út- gangstekni. Men um ein nýtir kervisvedding, er hetta ein dystur, ið meguliga eigur at verða heilbettur, ti GI hevur altíð víst seg at hava av- bera gott tak á B68, tá hesi lið hittast á vøll- inum á Svangaskarði. Ein eigur heldur ikki at gloyma, at GÍ vann við níggju málum móti ongum í seinasta umfarinum og hóast stórur munur er á veika ÍF-liðnum og B68, so skerst ikki burtur, at GÍ hevur avbera málsóknar framherjar, ið kunnu fáa hóp av málum ein góðan dag. 3. KI—IF 1: Í seinasta umfarinum vann KÍ tryggan 3—0 sigur á Sevmýri, meðan ÍF, ið longu nú veit av at neyðugt verður at spæla í 2. deild komandi leikár, tapti við ikki færri enn níggju málum móti GI. Í hesum dystinum verður ósigurin hjá fuglfirðingum, ið fullkomiliga tykjast at hava givið skarvin yvir, ikki so stórur, men tað er einki at ivast i, at tað verður enn ein ósigur. KÍ berjist jú, eins og HB, fyri tí teoretiska megu- leikanum teir hava fyri at vinna FM, og teir blaka ikki sigur fyri borð móti ÍF. 4. LIF—TB 1; Sjálvt tå TB var uppá sítt besta fyri nøkrum árum síðani, høvdu tverámenn trupulleikar móti LÍF. Trupulleikarnir eru ikki minkaðir, men eru heldur versnaðir og tað í stóran mun. TB er langt niðri í leikligum aldudali og vit trúgva ikki, at tað verður í hesum dysti, at aldursforsetin í føroyskum fótbólti sleppur úr honum aftur. Vit rokna við tryggum sigri til leirvíkingar. Seinastu úrslitini hjá TB benda í hvussu er ikki annan veg. 5. Royn—VB . | i: Sonevnd >lokaluppgerð< millum tvey av sudur- oyarliðunum i 2. deild. Royn er uttan iva mål- sóknasta av teimum báðum og vit trúgva ikki, at ósigurin hjá Royn móti SÍF kemur at ávirka hvalbingar í hesum dystinum. Bæði liðini liggja trygt í deildini og niðurflytingarvandin er burturi, so tað kann bera til at spæla fótbólt. Á grasinum í Hvalba er Royn tó sera sterkt og tað TT, skal vera gott lið, id tekur stig frå hvalbingum Hóast VB kanska kennir Royn betur enn nakað annað lið, so trúgva vit ikki, at vágbingar í let- uni eru nóg sterkir at basa hvalbingum. 6. SIF—B36 IX2: »Toppdysturin« hesa vikuna. Seinasta leikumfar hevði sín avgerandi dyst millum oddalið, nevniliga dystin millum B68 og HB. Hesin dysturin millum SIF og B36, oddalidini í 2. deild, er eins týdningarmikil og tann í 1. deild og kann meguliga koma at avgera hvert av hesum báðum liðum verður at finna í 1. deild komandi leikár. Frá einum tryggum oddasessi er nú vorðið truplari hjá B36 — ið hóast alt hevur spælt ein dyst færri enn SÍF — og ikki kann B36 loyva sær at missa nógv fleiri stig, um felagið vil verða umboðað í bestu fótbólts- deildini á fimti ára feðingardegi sínum. Men SÍF vil eisini gera sítt fyri at koma í 1. deild og er tí stórur spenningur knýttur at júst hesum dystinum. Uttan iva verður hann spennandi og tað er torført at tosa um ein >favoritt< framman undan og vit meta, at rættast er at heilbeta henda dyst. 7. Fram—MB 2: Dagarnir i 2. deild hjå Fram tykjast taldir. Lidid hevur alt kappingarårid havt trupulleikar við málskjóting síni og ikki trúgva vit, at hetta verður bett munandi í hesum dystinum. Fram hevur altíð hampiliga gott spæl á miðjum velli, men trupulleikarnir koma tilsjóndar, tá leik- ararnir nærkast málinum. Ikki ber til at fáa b óltin í netið. Tílíkt gongur ikki móti KB, ið nú tykist at vera komið fyri seg aftur aftaná heldur vánaliga heysthálvu, og vit trúgva at miðvingar, við tí unga Jens Eriki Rasmussen á odda, hava meguleikar at ogna sær bæði stigini í Gundadali hetta vikuskiftið. 8. HB—Sumba 1: Aftaná sigurin móti Fam hevur Sumba lagt sjógv millum seg og niðurflytingarplássið, og hetta er kanska eisini gott fyri sumbingar, tí liðið er ikki av teimum sterkastu á útivelli, og í hesum førinum trúgva vit, at tað verður HB, ið vinnur. HB hevur ikki roynst væl í teimum báðum seinastu dystunum móti Suðuroyarlið- um, men tá liðið triðja vikuskiftið á rað skal royna seg móti liði úr Suðuroy, trúgva vit, at tað fer at bra til. 9. EB —B68 1: Aftur ein týdnirtgarmikil dystur. EB liggur trygt á odda í 3. deild og kann við sigri tryggja sær afturvendan til 2. deild. Um EB fær leik- arar sínar heim til hendan dystin, so trúgva vit, at-sigutin er har. Og heifn koma teir kanska eis- ini, tí EB tykist i ár at hava fastar og ålvars- ligar ætlanir um at vinna deildina og ikki, trúgva vit, at tað verða toftamenn, ið koma at steðga teimum. Men EB skal tó ikki rokna við so løttum sigri sum móti HB — tílíkt átti ikki at komið fyri, tá kappingin er komin í týnd- ingarmestu tíðina. Hetta kunnu eiðismenn tó ikki gera fyri, og teir vilja uttan iva prógva, at teimum ber so sanniliga til at vinna sigrar sínar á vellinum eisini. . Nr. 33 — 10. september 1985 Síða 9 = = = 10. HB—TB |: | …… sama sum hendi fyri EB. men neyvan letur HB tað henda enn einaferð, at teir ikki fáa mannað lið til heimadyst. Um so er, so er okkurt spinn andi galið og bót er ikki nóg herð revsing. TB hevur hart brúk fyri stigunum, men ikki trúgva vit, at TB sleppur undan at ganga tungu gongd- ina niður í 4. deild. Hóast liðið fekk stig í sein- asta leikumfarinum — og vann dystin móti HB í várhálvuni so endtaka teir ikki hetta hesa ferð. Um HB fær mannað lið við teimum vanligu leikarunu, so er einki hjá TB at gera 11. SI—B36 I: SI berjist framvegis fyri teoretiska møguleika sinum fyri at venda aftur til 2. deild aftan å bert eitt år i 3. deild og må lidid vinna bådar dystir sinar, id eftir eru, um hetta skal henda. Sam stundis skal EB tapa dystir sínar og hetta verður kanska verri, men ikki rokna vit við, at SI skuldi havt trupulleikar at vunnið móti B36 í Servági. 12. Streymur—B71 2: Aftur í ár tykist uppflytingin hjá sandoyingum at gleppa í síðstu letu. Teir hava eins og ser- vingar framvegis teoretiskan møguleika at ogna sær uppflytingarplássið, men hesin megu- leiki tykist tó lítil. Sandoyingar skulu vinna báðar teir síðstu dystirnar, um teir skulu hava nkarar meguleikar og teir áttu ikki at havt trupulleikar móti Streymi, ið ikki hevur nakað veruligt at spæla fyri. ITROTTAVEDDING 37 ÍFÓTBÓLTI {3 27. LEIKVIKA wikuskifiið 14.-15. sept. 1985