týsdagur 17. september 1985síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
ærarin
skal vera
fyrimynd
Hjá ti, sum hevur hegni til at fáast við børn og ung, er tað stutt-
ligt at vera lærari. Men tað er eitt krevjandi arbeiði. Umframt at
geva næmingunum beinleiðis vitan skal lærarin eisini uppala
bernini. Ein uppgáva, sum skúlin fyri ein stóran part hevur
yvirtikið frá foreldrunum.
Nógvir lærarar knógva ikki longur undir hesum arbeiði. Teir
orka ikki at arbeiða fyri undirlen. Eingin grund er til at evunda
lærarunum ta longu summarfrítíðina, tí hon er hart tiltrongd.
Arbeitt verður dúgliga 1
hesum degum í helunum
hjá Feroya Lærarafelag í
Tvergetu í Havn. Viður-
skiftini í Vágs skúla er
ikki meira at gera við nú,
og tey tosa vit ikki um í
hesum umfarinum.
Nú snýr tað seg um
lenarviðurskiftini og ar-
beiðsumsteðurnar hjá lær-
arunum
Fleiri og fleiri fólk
skilja, at tað er ikki bara,
sum at siga tað, at vera
lærari. At nógv annað ar-
beiði er lættari og væl
betur lent, sigur Hans
Trygvi Henriksen, sum er
formaður i Lærara-
felagnum. Umframt
felagsarbeiðið er hann
lærari í Havn.
— Lærarastarvið er so
nógv eðrvísi og strævnari
enn tað var fyrr. Tá fóru
bernini heim, tá skúlin
endaði. Nú er eingin
heima. Omman og abbin
eru ofta eisini til arbeiðis.
Tað ger, at bernini hava
størri tørv á at knýta seg
til onnur vaksin fólk enn
foreldrini, og tað verður so
til lærararnar
Kenna hvenn
annan
}
Í skúlanum skulu bernini
ikk al 2 Vit Skul-
1 k er núg g
a 3
%
F
er og
X
!
lær
al
ini seg !
aran. Tey eru opin og fara
til læraran, bæði fyri at
fortelja, tá tey hava okk-
urt at gremja seg um, og
tá tey skulu hava troyst
Ein lærari noyðist meira
nú enn nakrantíð at vera
góður við bernini.
Soleiðis skal tað eisini
vera, men hetta ger, at
meira krevst av lærarun-
um. Hann skal orka betur.
Øll børn hava brúk fyri at
hava onkra fyrimynd, og
fyrimyndin er sjálvsagt
lærarin, ið bernini eru hjá
sterri part av degnum enn
hjá foreldrunum.
Ein lærari, sum ikki er
væl fyri, er ein vánalig
fyrimynd. Lærarin må
fyrst og fremst hava
sjålvsvirding, annars
kann tad fåa alvarsligar
sálarligar fylgjur fyri
næmingarnar
Ti er fyrsta kravið, at
lærarar fáa eina rímiliga
len, sum gevur teimum
sjálvsvirðing. Ta
virðingina hevur lærarin
við figgjarligum trupul-
leikum ikki.
Til sáttmálasamráðing-
arnar við Landsstýrið
hesu ferð hevur Lærara-
sjálvs-
felagið kravt lønar-
hækking, sum fyri teir
lægst lentu lærararnar er
12 pst. Tað halda lærar
arnir avgjert ikki vera
nakað órímiligt krav, ti
)
tey seinastu nógvu árini er
læraralenin dragnað meira
og meira afturút. Byrj-
arlønin hjá lærarunum
letuni 11.500 krónur
liga lítið í mun
vsbólkar við
ra ara utbugving
lærararnar við viðurskift-
ini vísir seg upp á fleiri
mátar. Ikki so fáir lærarar
hava seinastu árini funnið
sær annað starv, m.a. hjá
tí privata, ið gevur teim-
um 40-50 pst. hægri løn.
Sjálvt um útbúgvingin
hjá lærarunum bara er
ætlað til fólkaskúlan, so
kann Lærarafelagið ikki
tala at, tá lærarar fáa sær
annað arbeiði, har teirra
útbúgving ikki kann brúk-
ast. Felagið skilir, hví tey
ikki orka lærarayrkið.
Heilt nógir lærarar hava
eisini annað arbeiði við
síðuna av. Summir undir-
vísa um kveldið, men teir
flestu finna sær heilt
annað arbeiði, ið einki
hevur við undirvísing at
gera. Til demis eru tað
fleiri lærarar, sum rógva
út.
At teir hava annað ar-
beiði ger sjálvsagt, at teir
ikki kunnu leggja alla
orku í lærarastarvið. Men
hinvegin noyðast teir tað
fyri at fáa endanar at
rekka saman. Læraralenin
er ikki nóg stór at liva av,
serliga ikki hjá ungum
lærarum, sum bæði hava
lestrarskuld og hava sett
seg fyri hús.
Nóg mikið av
lærarum
Læraratrot er ikki longur í
Føroyum. Tað er bara til
skularnar i teimum
smæstu bygdunum, at tað
stendur á at fáa lærarar
Og hví er tað so?
Ein grundin er, at
hesi sterv ikki eru heil
sterv. Tað hevði sjálvandi
verið rímiligt, at hesi
sterv vóru lýst sum heil
sterv, sjálvt um lærarin
ikki hevur fult tímatal. Í
smábygdunum hevur
lærarin heldur ongan
meguleika at fáa
sær annað arbeiði aftrat, tí
har er einki arbeiði at fáa,
sigur Hans Trygvi.
Teir flestu sterru skúl-
arnir fáa lærarar við út-
búgving, sjálvt um trýstið
at fáa starv í Havn er
sterst.
Tí hevur felagið heitt á
Læraraskulan um ikki at
taka nýggjar næmingar
inn, kanska í nekur ár, og
so í staðin brúka Lærara-
skúlan til eftirútbúgving.
Ein nevnd, sum Lærara-
felagið hevur sítt umboð í,
arbeiðir vid málinum.
Hvat spyrst burturúr, er
Nr. 105 — 17. september 1985
ikki greitt enn. Men verð-
ur áheitanin ikki tikin til
eftirtektar, ætlar felagið
fyri ikki at fáa arbeðs-
leysar lærarar — at mæla
fólki frá at fara á lær-
araskúla, tí tey einki ar-
beiði kunnu vænta sær
Haraftrat ber til at vísa á
ta vánaligu læraralenina.
Færri menn vilja
verða lærarar
Fyri nøkrum árum síðan
var triðingurin av teim-
um, sum sektu inn á Lær-
araskúlan kvinnur, og
tveir triðingar menn. Nú
eru tvær ferðir so nógvar
kvinnur sum menn, ið fáa
sær læraraútbúgving.
Tað hava vit tulkað
sum, at menninir hava
gjørt sær greitt, at ein lær-
aralen ikki kann vera
hovuðsinntekan hjá eini
familju, og at kvinnurnar
framvegis hugsa upp á
tann gamla máta, at lenin
kann vera góð at hava
aftrat inntekuni hjá
manninum, sigur Hans
Trygvi.
Einki at evunda
Nógv fólk hoyrast evunda
lærarum, at teir hava
stuttan arbeiðsdag og
langa summarfritid. Men
tað er einki at øvunda,
sigur Hans Trygvi. Lær-
arar brúka nógva tíð til
fyrireiking, teir skulu
halda sína fakligu vitan
við líka alla tíðina, og har-
aftrat kemur nógv arbeiði,
ið teir als onga viðbót fáa
fyri. Sum demi kunnu
nevnast foreldrafundir og
flokslæraraarbeiðið. Tað
er ógvuliga krevjandi at
vera flokslærari. Ein floks-
lærari skal vera nógv sam-
an við næmingunum, eis-
ini uttan fyri skúlatíð.
Hann skal eisini við til
veitslur og hugnakveld,
og tað verður næstan mett
sum ein skylda at fara við,
tá teir sterru flokkarnir
gera uttanlandsferðir.
Sjálvt um tímatalið hjá
lærarunum hvenn dag ikki
er so høgt, er tímaætlanin
ofta óheglig við fritimum
ímillum. Tað eru tímar,
sum fara til spillis og ikki
kunnu brúkast til nakað.
Hesa tíð krevur Lærara-
felagið, at lærararnir fáa
samsýning fyri.
Skúli er skúli
At tervur er á frítíðar-
heimum merkja lærararnir
væl, í hvussu er í Havn.
Um tey vilja tað ella ikki,
so noyðast bæði foreldrini
at arbeiða, tí ell eru hart
fyrispent fíggjarliga. Og
Framhald á síðu 5