týsdagur 17. september 1985síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 34 -
17. september 1985
B68—GÍ, 1. deild: 1—1 (1—1):
Toftamenn mugu
bíða eina viku
aftur at
Leygardagin hevði B68 møguleikan at tryggja
sær meistaraheitið í 1. deild — eitt víkuskifti
áðrenn kappingarårslok. Kravið var sigur í
dystinum móti GÍ, men B68 greiddi »bert«
javnleik og má endaliga avgerðin um hvor
vinnur FM í ár bíða til sunnudagin komandi.
Toftamenn liggja tó framvegis nógv best fyri
og tað vil næstan verða ein »ysensation«, um
B68 ikki varðveitir meistaraheitið frá 1984.
Toftamenn mugu bíða
eina viku aftur at áðrenn
teir kunnu kalla seg
føroyameistarar í 1. deild í
fótbólti 1985.
Meguleikin var annars
fyri at tryggja sær heitið
sunnudagin, tá B68
spældi móti GI á vellinum
á Svangaskarði. Kravið til
toftamenn var ein sigur,
men tað eydnaðist teimum
»bert« at greiða javnleik
og fellir endaliga avgerðin
um hver ognar sær FM
1985 ikki fyrr enn sunnu-
dagin komandi.
HB og KÍ hava eisini
meguleikan, men B68
liggur einsamalt á odda,
tvey stig framman fyri
hini bæði liðini, og hevur
munandi betri málúrteku
eisini, so tað verður
nærum at rokna sum
»sensation« um meistara-
heitið gleppur ur hond-
unum á B68 í síðsta dyst-
inum móti grannunum,
NSI, sunnudagin.
Men alt kann henda og
satt at siga tóktist
favorittvirðið at tyngja
B68 í stóran mun í fyrra
hálvleiki sunnudagin.
Eitt fitt lot lá fram eftir
vellinum, og kom hetta
eisini í ávísan mun at
merkja spælið, men B68
tóktist í fyrra hálvleiki als
ikki at finna út av at halda
bóltin niðri á jerðini. Tá
toftamenn fingu steðgað
álopsroyndunum hjá getu-
monnum, ið hevdu nærum
alt spælið fyrru helvt av
hálvleikinum, so royndu
teir seg við longum, høg-
um avleveringum, men
hesar vórðu í mongum før-
um tiknar av vindinum og
vóru Gl'ararnir, ið vóru
sera ágrýtnir, beinan
vegin á bóltinum fyri síð-
ani at royna at fáa álop í
lag.
Sjálvsagt »hjålpti« tað
gøtumonnum at teir
hevdu vindin í ryggin,
men verjan hjá B68
tóktist at hava ávísar
trupulleikar at dekka
kviku framherjarnar hjá
GÍ upp — og hetta er ikki
nakað ein kann loyva sær
uttan at okkurt vanda-
mikið spyrst burtur úr.
Fleiri ferðir spældu
Gl ararnir seg fram móti
målinum hjå toftamonn-
um, men, tiverri fyri teir
og tibetur fyri toftamenn,
so vóru skotroyndirnar
ikki altíð av teimum
bestu. Kjartan Nesá, B68-
málverjin, royndist sum
vant stinnur — um tað
eydnaðist getumonnum at
plasera bóltin innan fyri
målrammuna.
Men i 23.
min. måtti
Kjartan
»kapitulera«.
Uttan at verjan hjå B68
veruliga varnadist nakad,
endadi ålop hjå GI vid at
teir bådir målsøknu fram-
herjarnir, Simun Petur
Justinussen og Pauli
Jarnskor, fingu hol å. A
midjari B68-leikhålvu fær
Simun Petur avlevering år
vinstru síðu og avleverar
beinanvgin upp um eina
bilsna B68-verju til Paula
Jarnskor, ið var púra leys-
ur framman fyri målinum.
Pauli ivadist ikki, men
skeyt beinanvegin.
B68'ari, Ingolf???, royndi
at bjarga og eydnaðist
honum eisini at meta bólt-
ionum, men hann hekk í
sjálvum málnetinum tá
hann fekk beint bóltin
burtur og var eingin ivi
um at bólturin hevði verið
innan fyri málstrikuna.
Hóast B68, ið ikki hevði
havt eitt einasta veruligt
álop áðrenn málið hjá GI
kom, ikki gjørdist nógv
málsóknari, so var eins og
hetta mál fekk leikararnar
at rakna við. Roynt var nú
at halda bóltin niðri á
jørdini og hevði hetta
eisini við sær, at tofta-
menn í sterri mun enn
framman undan fóru at
gera seg galdandi á mið-
vellinum. Roynt varð at
fáa álop í lag, men tey sum
trygga GI-verjan ikki fekk
steðgað beinleiðis, fingu
effektivu rangsteðu-fellur
gøtumanna bilbukt við.
B68'ararnir hovdu
trupult við at finna út av
hesum rangstødu-fellum i
fyrra hálvleiki, og ikki fyrr
enn Aksel Hejgaard í 38.
min. royndi seg einsamall-
ur bar til. Hann trekti
fram eftir vellinum í
vinstru síðu. Slapp fram
við tveimum verjuleikar-
um hjá GI inn í brotsteig-
in og royndi seg, tá hann
var komin oman móti bak-
linjuni, við spískum skoti.
Og væl bar til. Bólturin
rakti í beinið á tí kalda
málverjanum hjá GI,
Peturi Holm, og fór í netið
til 1—1, ið eisini gjørdist
endaliga úrslitið.
Var Petur Holm kaldur í
fyrra hálvleiki av tí at
hann einki hevði at gera í
málinum, so varð hann so
sanniliga spældur heitur í
seinna hálvleiki — kanska
serliga í teimum seinastu
minuttunum.
Í seinna hálvleiki gekk
spælið javnari á. B68
hevði nú vindin í ryggin
og fekk eisini væl sterri
lut í leiki, men leikararnir
hjá GI prógvaðu, at teir
vistu hvussu ein eigur at
spæla móti vindinum, og
fingu teir fleiri ferðir
vandamikil álop í lag.
Men tað, ið B68-verjan
ikki kláraði sjálv, tað
kláraði Kjartan Nesá í
stórum stíli. Og í hinum
endanum av vellionum
kláraði ungi starvsfelagi
hansara í eins stórum stili,
tá toftamenn við góðum
skotum royndu at avgera
dystin til egnan fyrimun
Fleiri ferðir varð hann
noyddur at strekkja seg í
fulla longd fyri at bjarga,
og kláraði hann jú at
„halda málið reint8, sjålvt
um tað leikaði hart á í
letum.
Við javnleikinum prógv-
aði GI enn einaferð, at
Framhald á síðu 18
ITROTTAVEDDING
Lidini
BE —
ØS |FOTBOLTI 3
38. LE;KVIKA
Vikuskiftið 2i:-22. sept. 1985
|
ne"
Sumba -
* | B68 -HB.
TB -SÍ
B71 - EB
Fremra liðið er heimalidid
DS Bl
| 836 - Streymurft] — |
CR:
aL
1