týsdagur 17. september 1985síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Fram-MB, 2. deild: 0—1 (0—0):
“
Farvæl Fram —
ella Fram rokið
Soleiðis
málbar
fråsøgu-
maðurin í búrinum við ovara
voll í Gundadali seg leygar-
dagin tå
tað varð vorðið
greitt, at Fram hevði mist lut-
tokurætt sín í 2. deild.
Fram rokið!!!!!
Soleiðis málbar frásegu-
maðurin í Gundadali, ið
sjálvur er trúgvur
Fram'ari, seg sunnudagin
tá tað var vorðið greitt, at
Fram ongar vónir hevði
um at halda fram í 2. deild
komandi leikár.
Um Fram skuldi varð-
veita leikrættin í 2. deild.
so skuldi liðið vinna týdn-
ingarmikla dystin móti
MB leygardagin, men enn
einaferð prógvaði Fram,
at eingin dugur er í at
hava stóran lut í leiki,
fleiri málmeguleikar, og tó
ikki fáa bóltin í net mót-
steðumanna.
Hetta hevur verið
steðan í fleiri av dyst-
unum hjá Fram í ár. Leik-
ararnir hava megnað at
fáa heilt hampuligan leik
fram, men tá komið varð
til avgerandi faktorin,
málskjótingina, so bar
ikki til.
Og so varð eisini leygar-
dagin.
Fram var annars longu
»handikappad« áðrenn
dystin. Fleiri av teimum
leikarum, ið hava myndað
liðið í summar, eru farnir
av landinum í lestrarer-
indum og kundi ein tí
síggja »gamlar« Fram-
leikarar sum Kim Ejdes-
gaard og Birgir Enghamar
á liðnum móti MB. Hesir
stóðu seg tó rættuliga væl
í einum dysti, ið ongantíð
gjørdist veruliga góður.
Til tess stóð ov nógv
upp á spæl hjá Fram.
Nervar vóru knýttir at
dystinum, men
Fram ararnir kendu
kravið um sigur og royndu
tað teir vóru mentir. Tað
vóru eisini teir, ið byrjaðu
betur. Teir royndust
ágrýtnari og høvdu eisini
sterra lutin í leiki í byrjan-
ini av dystinum.
Men sum dysturin leið
og tað ikki eydnaðist
Fram at fáa mál sjálvt
um leikararnir kundu
hoyra, at Sumba sam-
stundis var fyri ósigrið á
niðara velli so fánaði
spælið. MB kom meira við
í leikin og hevdu teir eisini
einstøk álop á málið hjá
Hegna Michelsen í fyrra
hálvleiki, uttan at tað tó
eydnaðist teimum at fáa
mál.
Nr. 34 — 17. september 1985
Bert fimm æmin. inn í
seinna hálvleik hendi so
tað, ið »drap« Fram. Mið-
vingar senda langa avlev-
ering fram í brotsteigin
hjá Fram, har Mikkjal
Dánjalsson, id var farin
fram å vøllin i hesum hålv-
leikinum, fær høvdid undir
bøltin og beint hann upp
um Høgna, id var runnin
út móti honum, og í tóma
netið til 1—0, ið eisini
gjørdist endaliga úrslitið.
Restina av dystinum
stríddust Fram-leikarar-
nir fyri at fáa mál, men
vanliga óhepnið fylgdi
teimum, og tá tað ikki so
frægt sum eydnaðist
teimum at fáa bóltin í net-
ið, tá teir vóru komnir inn
um MB-málverjan,
Trúgva Fagraberg, og
kundu skjóta í opið mál,
so varð greitt, at Fram
verður noytt at spæla í 3.
deild komandi leikár.
Verður dysturin Javnie:
millum B36 og Sumba | Leirvík
leiktur?
Í skrivandi letu er eingin
avgerð fallin um tann
nógv umredda dystin
millum B36 og Sumba í 2.
deild.
Sum kunnugt kundi
dysturin ikki leikast,
tá hann upprunaliga átti,
av ti at B36 hevði leik-
bann. Sumbingar kndu
tó ikki fáa greið boð um
støduna og metti tí í
Havnini. Seinni ásetti
FSF dystin at verða leikt-
an í Sumba. Hetta varð
gjørt sambært avtalu við
Jan Hardlei, formann í
B36. men spælararnir hjá
felagnum mótmæltu og
vildu ikki missa heima-
dystin, sum teir sambært
leikskránni áttu.
Málið hevur verið í
dómsnevndini hjá Fót-
bóltssambandinum og
vent, men dómsnevndin
hevur onga avgerð tikið.
Hon hevur sent málið
aftur til kappingarnevnd
FSFs við teirri viðmerk-
ing. at tað er kappingar-
nevndin, ið hevur heimild
at áseta dystir.
Fundur skuldi vera um
málið í gjárkveldið, men
tað eydnaðist okkum ikki
at fáa avgerðina áðrenn
blaðið fór til prentingar.
Sum leysatíðindi hava
vit tó fingið at vita, at
ætlanin er at flyta dystir-
nar millum Sumba og
Royn, og B36 og Fram til
mikukveldið, soleiðis at
dysturin millum B36 og
Sumba kann spælast
leygardagin — í Havn.
Sum sagt eru hetta
óváttað tíðindi, men vit
settu okkum tó í samband
við Sumba, fyri at vita
hvat teir segdu til hesa
meguligu avgerð.
— Vit spæla ikki miku-
kveldið. Tað ber okkum
slett ikki til. Fleiri av leik-
arum okkara eru í Havnini
og tað ber ikki til hjá
teimum at koma suður eitt
mikukveld, sigur Daniel
Johan Lisberg.
— Vit rokna heldur ikki
við, at Royn hevur áhuga
at spæla dystin miku-
kveldið. Mær vitandi er
onkur leikari hjá teimum
eisini staddur norðan-
fjørås og uttan iva vilja
teir gjarna enda kapping-
arárið ein leygardag.
Uppá fyrispurning um
Sumba kemur til Havnar
at spæla dystin móti B36,
sigur Daniel Johan, at teir
avgjørt ongar ætlanir
hava um at fara til Havn-
ar.
— Tvær ferðir hevur
FSF ásett leikdag til dyst-
in. Hverga ferð er B36
mett og eiga teir tí, um
reglugerðirnar hjá Fót-
bóltssambandinum sjálv-
um verða fylgdar, at tapa
dystin 3—0. Vit vóru í
Havn til onga nyttu. Vit
løgdu dystin i Sumba sum
FSF bað okkum og oyði-
løgdu harvið bygdastevn-
una og mistu nógvan pen-
ing — men alt til onga
nyttu. B36 møtti jú ikki.
Javnleikur
Seinnapartin leygardagin
var dystur á vellinum í
Lorvík millum LÍF og TB,
1. deild.
Dysturin varð ongantíð
Ongland
1. deild:
Aston Villa— Coventry
Chelsea — Southampton
Everton— Luton
Ipswich — Birmingham
Newcastle
Nottingham
Oxford — Liverpool
Watford
2. deild:
Arsenal — Sheffield Wednesday
Manchester City — Manchester United
West Bromwich
Forrest — Tottenham
Queens Park Rangers
Barnsley — Schrewsburry 2—0
Blackburn — Wimbledon 2—0
Bradford— Hull 4—2
Crystal Palace— Fulham 0—0
Leeds — Sunderland 1—I
Middlesborough — Norwich 1—1
Millwall — Brighton 0—1
Portsmouth — Stoke 3—0
Sheffield United — Huddersfield 1—1
Grimsby — Carlisle 1—0
Oldham — Charlton 2—1
av teimum bestu, men her
eydnadist i åvisan mun
tvøråmonnum at fåa vent
leikgongdini i mun til
undanfarnar dystir. Tvør-
åmenn, ið hava havt av-
bera vånaligt kappingarår
greiddu javnleik 1—1
aftaná at LÍF hevði verið
á odda í hálvleikinum.
Málið hjá LÍF skeyt
Berg Vatnhamar tá hann
royndi seg við langskoti.
Bólturin smeyg sær inn í
tríkantin uttan at Mortan
Joensen í TB-málinum
hevði nakran meguleika
fyri at bjarga. Málið hjá
TB skeyt John Redgaard
miðskeiðis í seinna hálv-
leiki aftaná eitt horna-
spark.
Sosjalurin
telf. 11820
Í FERÐSLUTRYGD
er altíð at vere
blanka edråur
|
+
3