týsdagur 17. september 1985síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Karl Nolsee skrivar
Inuittar
vilja hava
sina egnu
tjod
— ið fevnir um eitt stórt eki
frá Grenlandi til Alaska.
Grenlendingar fingu herfyri heima-
stýri og vilja ikki meira nevnast
norðurdanskarar ella Grenland-
Norðurdanmark !
Eisini teir royna at knýta fastari
samband við egið land og mentan og
skilmenn vestan hav.
Kanada er sambandsríki við aðal-
stjórn í Ottawa og við heimastýri
fyri teir einstøku landspartarnar úr
Kyrra Havionum til David Stræti.
Norðanfyri hesar heimastýrdu
landspartarnar er egiliga stórt
landaøki, »Northwest Territories<
undir beinleiðis umsiting aðalstjórn-
arinnar í Ottawa.
Tað rekkur úr Alaska vestantil,
eystureftir til havið millum Gren-
land og Kanada og langt norður
móti Norðurpólinum.
Her búgva 49.000 fólk. Harav eru
25.000 eskimoar ella Inuittar, sum
teir nevna seg, og restin er indianar
og hvít.
Landið er so stórt, at torfert var
at umsita >Northwest Territories<
úr Ottawa í syðsta partinum av
Kanada, og tí varð umsitingin í 1967
flutt til Yellowknife langt norðari.
Men frá umsitingini í Yellowknife
til stersta býin í hesum landspart-
inum, Frobisher Bay, eru um 2200
km.
Upp aftur longri er til landnyrð-
ingslandspartin, har ið flestir eski-
moar búgva, og hesir hava torfert
við at kenna, at teir hava felags
áhugamál við umsitingina í Yellow-
knife, tíansheldur við aðalstjórnina í
Ottawa.
Heldur síggja teir Yellowknife og
Ottawa sum fígginda, ið hóttir til-
veru teirra og sum ofta misskilir
teir.
Í 1982 samtyktu íbúgvar í tí eys-
ara arktiska landspartinum krav um
at býta >Northwest Territories“ i
tvey við Nunavut í eystara part-
inum. Nunavut merkir »okkara
land< á Inuktit-málinum, sum er
tað, ið kanadisk eskomoar tosa.
Ætlaða heimland teirra, Nunavut,
fer at vera sterri enn Alaska.
Kanadiska stjórnin samtykti at
ganga teimum á meti og fór í gongd
. við fyrireikingararbeiðið, ið skal
verða liðugt í 1987.
Ein oddamaður Inuit's sigur: >Vit
fara varisliga fram og tosa einans
Nr. 105
17. september 1985
um heimastýri, sjálvt um vit leingj-
ast eftir at Nunavut, »okkara land“,
skal gerast veruleiki.
Teir hava vissað aðalstjórnina
um, at ynski teirra er egin lands-
partur kanska at enda við heima-
stýri. Hugsjónin um egið heimland
vinnur alt meira frama — eisini
millum eskimoar í Quebec og Labra-
dor.
Kanadiarar í suðri eru farnir at
óttast fyri, hvat ið hetta fer at verða
til. Undangongumenn hjá
eskomoum hava fingið neyvt sam-
starv ið ættfrændir sínar í Gren-
landi og Alaska gjøgnum >Inuit
Circumpolar Conference«.
Eskimoar í Baffinlandi siga, at nú
restar bara, at politikarar broyta
kanadiska landkortid og koma
åsamt um mark uttanum Nunavut,
»Okkara land«.
Inuit-fólkini úr Grenlandi til Al-
aska hava ein dreym, sum tey vilja
gera til veruleika !
29.08.85
Karl
A
Framhald av síðu 9
liðið roynist væl á vøll-
ionum á Toftum. Getu-
menn gjørdu tað, at
B68 ararnir enn ikki
kunnu kalla seg feroya-
meistarar 1985, men tað er
lítil ivi um, at meistara-
heitið næsta sunnukveld
er ogn toftamanna. Teir
skulu »bert« greiða javn-
leik móti NSÍ. og satt at
siga eru B68'ararnir so
væl fyri, at teir »eiga« at
vinna dystin, sjálvt um
hann verður spældur á
vellinum í Runavík.
Toftamenn kunnu eisini
vinna FM-heitið sjálvt um
teir verða fyri ósigri, tí
sjálvt um HB og KÍ vinna
dystir teirra, so er málúr-
tekan hjá B68 tann besta
og skulu hini liðini vinna
rættuliga stórar sigrar
fyri at tryggja sær FM
'85.
B68'ararnir vita, hvat
skal til, og teir klára óiva
eisini at basa nervunum
komandi sunnudag, men
tað vera óivað nógv, ið
fara at ganga við nervum,
bæði í Havn, á Toftum, og
í Klaksvík, alla hesa
vikuna.
Framhald av síðu 11
setir bóltin í netið til 3—0.
Nú vóru EB-leikararnir
mest sum tryggir í 2.
deild, mundu teir óiva
halda, tí verjan tók sær ov
nógv av lettum, og tá 41
minuttir vóru leiktir av
seinna hálvleiki eydnaðist
tað B68 at koma igjøgn-
um, og Tórmóður Nesá
setti bóltin í netið til 1—3,
sum eisini gjerdist enda-
liga stødan í dystinum.
Uppiborin sigur
Hesin tryggi sidur til EB
var fult uppiborin. EB åtti
mest sum allan dystin.
Fyrra hålvleik gjørdi B68
ongantid vart vid seg,
men í seinna hálvleiki
vóru teir nógv meira við,
men tó so at EB alla tíð-
ina hevði tamarhald á
teimum.
EB kundi lættliga
fingið okkurt málið aftur-
at, m.a. høvdu teir eitt
vakurt skot upp á mál,
men tað rakti beint á yvir-
leggjaran.
EB hevur ein dyst eftir,
og er hann móti B71, sum
liggur sum nr. tvey nú
bert eitt umfar er eftir av
landskappingini. Men B71
hevur ongan meguleika at
taka meistaraheitið frá
EB, tí trý stig eru á muni.
Men EB ætlar ikki at
taka sær av lettum í dyst-
inum móti B71, hóast
hann sum so er týdningar-
leysur fyri uppflyting. EB
vann fyri góðari viku síð-
ani á HB uttan dyst, tí
HB ikki fekk mannað lið,
og EB ætlar at vísa sand-
ingum, at tað er ikki or-
sakað av »forering« frå
HB, at teir flyta upp í 2.
deild.
Hesi seinastu úrslitini
hjá EB eru tó ikki ókeypis
fyri felagið, tí bæði til
dystin móti HB og nú
eisini móti B68 hava teir
fingið Lárus Gretarsson,
sum annars hevur spælt
við EB alt ár, heim úr Ís-
landi at spæla við EB, og
hendan dystin hevdu teir
eisini fingið Hans Esbern
heim úr Danmark, so tað
var ikki fyri einki, at EB
hátíðarhelt uppflytingina
við einum dunnuspæli
sunnukveldið.....
Framhald av síðu 14
Vinnandi liðini fáa steyp
og medaljur til ognar.
Vónandi fara um 50 lið
at boða frá luttoku, ella
o.u. 350-400 ungfólk.
Kappingin byrjar fríggja-
kveldið tann 4/10, har
ætlanin er at leika nøkur
umfer fyri at leygardag-
urin ikki skal gerast alt ov
strævin.
Seinni um kveldið
verður so dansur, skemt
og annað í VB-húsinum
fyri almenninginum.
Leygarmorgunin verður
byrjað aftur kl. 9.00, og
hildið verður fram til
finaluluttakararnir eru
funnir, væntandi um átta-
níggjutíðina leygarkveld-
ið.
Leygarkveldið verður so
ein hugnaleta í VB-hús-
inum við borðhaldi, dansi,
skemti o.ø. Hetta verður
tó bert fyri teimum luttak-
andi.
Sunnudagin verða so
finalurnar = leiktar og
steypini handað.
3
Kø AO Se
rn
ka