Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-09-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 1985síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Stórur áhugi fyri Vågsnelluni: Amerikanarar og kanadiarar fiska nu vid elektronisku Vågasnelluni — og skjótt fiska eisini australiarar við nýggjastu foroysku snelluni — sum er datastýrd Tað er stórur áhúgi fyri teirri nyggjastu Vága- snelluni — teirri elektron- iskt stýrdu — bæði í Fer- oyum og í útlondum. Longu nú fiska bæði am- erikanarar og kanadiarar við hesi snelluni og skjótt fara eisini australiarar at fiska við henni. A smiðjuni hjá J. K. Joensen á Soni í Miðvági verður meira og meira ar- beiðsorka legd í fram- leiðsluna av hesum nýggj- astu snellunum og eru teir so smátt farnir at um- hugsa at útvega sær meiri pláss og fleiri mask- inur til framleiðsluna. Í letuni verður ein partur av framleiðsluni gjerdur á gomlu smiðjuni. Bjarni Joensen, stjóri á smiðjuni í Miðvági sigur við Sosialin, at teir higar- til hava gjert einar 300 av hesum datastýrdu snell- unum og eru tær flestu av teimum longu seldar. Ser- stakliga í Feroyum men eisini í grannalondunum. Hann vísir á, at teir dag- liga fáa nógvar fyrispurn- ingar eitt nú úr londum sum USA, Canada og Aus- tralia. I løtuni er henda nýggj- asta Vágasnellan við á eini altjóða framsýning í Spania, so meguleiki er fyri enn fleiri fyrispurn- ingum í næstum. Eisini til Florida Er álvara aftanfyri fyri- spurningarnar — og tað er tað nógv, sum bendir á — so fer smiðjan í Miðvági at hava úr at gera í framtíð- ini við at framleiða hesar nýggju snellurnar. Tað vit hava frætt, so snúgva fyrispurningarnir úr USA og Kanada seg um fleiri hundrað snellur ella meguliga upp í túsund um árið. Bjarni Joensen sigur, at tað sær frægast út í Kanada, tí har hava teir havt sera góðar royndir av nýggju snellunum og vilja tí hava fleiri. Eisini í Flor- ida í USA, har teir yvir- hevur hava vánaligan Sr S0SjalUrin pg Frå hondsnelluni til ta heilautomatisku og elektronisku snelluna fiskireiðskap, eru teir hugaðir at keypa snellur í stórum tali. Nakrar snellur skulu um stutta tíð sendast til Aus- tralia sum ein roynd og har kann so eisini verða talan um stórt tal av snell- um. Saman við snellunum sendir virkið í Miðvági eis- ini fólk at vísa keypara- num, hvussu snellurnar skulu handfarast. Spennandi avbjóðing — Eg haldi, at hetta er ein spennandi avbj6ding, sigur Bjarni Joensen og visir å, at teir ætla at seta tveir nýggjar ungar leið- Tann datastýrda snellan, sum verður framleidd á smiðjuni hjá J. K. Joensen í Miðvági og á Datronik í Havn. arar til at taka sær av júst hesi framleiðsluni. Tann elektroniski parturin av snellunum verður gjørdur á Datronik i Havn, medan motorarnir til snellurnar verða gjørdir hjå Danfoss i Danmark. Ein datastyrd snella kostar i dag gott og væl 15.000 kr. Uppå fyrispurning hvat fiskimenn halda um nyggju snellurnar, sigur Bjarni, at ti eru fiskimenn sjålvir frægastir at svara, men tað hann hevur frætt, so eru teir væl nøgdir. - Tað vísir seg, at urtøkan við hesum snellunum er munandi sterri enn við teimum hálvautomatisku snellunum Ein einsa- mallur maður í Miðvági fortjenti 300.000 kr. frá januar til juni/juli í ár Hann hevði fýra data styrdar snellur umborð Nr. 106 - | ; 19. september 1985 Nógvar royndir og samband við fiskimenn Men hvussu ber tað so til, at júst tær feroysku snell- urnar hava so gott orð á sær, spurdu vit Bjarna Joensen! Hann sigur, at teir á smiðjuni í Miðvági hava rættiliga nógvar royndir við snellufram leiðslu. Tað byrjaði við hond- snelluni og gjerdu teir síð- ani ta hálvautomatisku snelluna. Báðar hava verið sera væl umtóktar Tað hevur borið til at skapa eina rationella ar beiðsgongd til hópfram leiðslu av snellunum, og hevur tað havt nógv at siga Til tess at útvikla snell urnar, hava smiðirnir havt nógv samband við fiski menn og hevur hetta havt ikki so lítið at siga Sjálvur heldur Bjarni Joensen, at júst hetta tætta samarbeiði við fiski- menn hevur gjert, at teir hava kunnað framleitt eina góða snellu til ein kappingarferan prís. Tíðirnar = eru síðani broyttar og somuleiðis krevini til henda fiski- reiðsskapin. Tað eru tí eis- ini nógv ár síðani, at teir á smiðjuni í Miðvági saman við eðrum fóru at gera ymsar prototypur til eina heilautomatiska snellu elektroniskt stýrda. M.a. hevur smiðjan samstarvað við Arnbjern Durhuus, sum rekur virkið Datronikk í Havn Teir hava útviklað tann elektroniska partin av snelluni. Bjarni Joensen sigur at enda, at tað er at vóna, at nýggju snellurnar kunnu beta um fiskimeguleikar- nar hjá útróðrar- og fiski monnum her heima, umframt at tær kunnu vera við til at okja okkara útflutning jan Tann elektroniska snellan hevur verið víða um. Her er hon á framsýning í Aberdeen í 1982. SSD SEE Or