hósdagur 19. september 1985síða 20
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — tvamál?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
æ
apið
—
FS
Lysingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Gunnar
i FK
roykir
fisk
fyri
fólk
Gunnar Christiansen av Skála fór til Ís-
lands 12 ára gamal og kom heimaftur til
Feroya fyri tveimum árum síðani, 35 ára
gamal og útbúgvin sum slaktari og pylsu-
makari.
Nú arbeiðir hann hjá FK í Hoyvik og
átekur hann sær m.. at roykja fisk fyri
fólk.
Góði laksafiskiskapurin,
vaksandi laksa- og síla-
alingin og tað stødugt
ekta talið av síla- og laksa-
fiskiarínum í Feroyum
hevur havt við sær, at
tervurin á at roykja fisk er
stødugt vaksandi.
Higartil hevur SAMM-
Fisk Havn givið sær
stundir til at roykja fyri
fólk, men nú virkið av álv-
ara er farið undir royking
til útlendska marknaðin,
eru ikki nógvar letur til at
roykja ein fisk nú og ein tá
fyri privatfólk.
Tað er tó eingin orsek til
vónloysi av teirri orsek.
Eftirspurningin bjóðar
tann 37 ára gamli Gunnar
Christiansen av Skála sær
til at klára.
Hann roykir nevniliga
fisk fyri Keypssamtøkuna
í Hoyvík, og harafturat
roykir hann eisini fyri
privatfólk.
Sosialurin vitjaði nú um
dagarnar inn á gólvið í
Keypssamtekuni í Hoy-
vík, har vit prátaðu við
Gunnar.
Til Íslands 12 ára
gamal
Gunnar er útbúgvin slakt-
ari og pylsumakari í Is-
landi og kom til Feroya
fyri tveimum.árum síðani.
Hann er feddur og upp-
vaksin á Skála, men fór
longu 12 ára gamal til Is-
lands saman við foreldr-
unum og eini systur. Ætl-
anin var at steðga í Ís-
landi í einar fýra mánaðir,
tí krónuvirðið var so hegt
í Íslandi tá og á tann hátt
vinna sær nakað av pen-
ingi, áðrenn farið varð
heimaftur, men hesin
steðgurin bleiv nakað
drúgvari, enn tann ungi
Gunnar hevði roknað við.
Heili 23 ár skuldu ganga,
áðrenn Gunnar gjørdi av
at fara heimaftur til Før-
oya at búseta seg.
Gunnar Christiansen
hevur mest tikist við mat-
og matveruarbeiði,síðani
hann fór til Íslands. Hann
hevur arbeitt sum tænari
og sum kokkur og hevur
so eisini verið virkisleiðari
á einum stórum matveru-
virki í Reykjavík.
Ein partur av arbeið-
inum hjá Gunnari hevur
verið at roykja síl og laks.
Tað er nevniliga so, at ís-
lendingum dámar sera væl
royktan fisk og verður
Gunnar vísir her fram handverk sítt — ein royktur laksur, sum í hvussu so er íslend-
ingum høvdu dámt væl at smakka. Nú gevur Gunnar so føroyingum møguleikan at
royna. (mynd kalmar)
nógv etið av royktum fiski
í Íslandi.
Royndur roykjari !
Gunnar sigur: — Eg havi
roynt at kunna meg við,
hvussu ein skal roykja
fisk, tí hetta er ein vitin-
skapur í sær sjálvum. Eg
haldi so sjálvur, at eg havi
funnið fram til ein sera
góðan roykingarhátt, sum
eg sjálvur ikki fari at siga
fyri eðrum.
Gunnar vísir á, at hann
roykir uppá tann gamla
franska mátan við at
brúka eitt serstakt slag av
fínum saguspenum, ið
verður innflutt úr útland-
sigur
inum. Gunnar
annars í hesum viðfangi,
at nógvir føroyingar
bruka træsyru, tå teir
roykja. '
— Eg veit ikki, hví tit
gera tað, tí í Íslandi hevur
træsýra verið bannað í
fleiri ár, tí tað verður
hildið fyri vist, at hon
elvir til krabbameins-
sjúkur.
Tey, sum ætla sær at
roykja fisk hjá Gunnari í
FK, skulu tí vera vís í, at
træsýra verður ikki brúkt.
Fólk kunnu koma
við fiski
Uppi í Keypssamtekuni í
Hoyvík hava teir ein lítlan
roykiovn, sum tekur einar
10 laksar. Gunnar sigur,
at hann hevur havt úr at
gera við at roykja laks,
men er hann til reiðar at
taka ímóti tí, sum fólk
koma við. Bíðitíðin verður
so bert nakrir fáir dagar.
Uppá fyrispurning um
hann onga ætlanir hevur
at byrja fyri seg sjálvan
sigur Gunnar Christian-
sen, ath ann hevur okkurt
í kvittanum. Hann kundi
hugsað sær at gjert okk-
urt, sum hevur tilknýti til
júst matbranchuna. Men
tað fer hann so ikki at av-
dúka her.
Tað var heist ikki heilt
av tilvild, at Gunnar fekk
áhuga fyri matveruyrkin-
um. Abbin, Jóan Fredrik
Óli i Áarstovu
Óðin Ódn skrivar í Dag-
blaðnum um gestablídni. %
Man hann sipa til tað
bláa eygað, ein fótbólts-
áskoðari fekk í Hvalba í
fjør?
— fr —
Tad frættist, at Jåkup
Simonsen, skrivari i
dómaradeildini hjá FSF,
er á veg til Russlands.
Man Fótbóltssambandið
hava sent hann til Sib-
iria ? ??
Lærararnir eru so illa lont
ur, at onkur teirra í Havn
noyðist við síðuna av sín
um arbeiði bæði at undir
vísa á kveldskúlanum, ar
beiða í handli og vera bý
ráðslimur fyri at fáa end
arnar at rokka saman.
og pápin Anton, sum báðir
eru deyðir, vóru eisini
kokkar og harumframt
bakarar, so tað liggur í
familjuni.
Nú verður so spennandi
at síggja, hvat Gunnar
kann fáa burtur úr, nú
hann gerst fastbúgvandi
her heima aftur. Gunnar
hevur íslendska konu og
tey hava eitt barn.
jan