Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-09-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. september 1985síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 tíðindablaðið virðingin fyri børnunum? — Hetta er vannvirðing móti bernum, siga foreldur og pedagogar um avgerðina hjá Tórshavnar býráð viðvíkj- andi barnaansing. Í staðin fyri at stovna nøkur fritidar- heim skulu bernini nú koyrast m.a. í ítróttarhallir. Við hasi loysnini kunnu vit vænta at fáa bannsett børn og børn, ið einki tíma at taka sær til. Men kanska er tað ætl- anin at fáa fleiri óvirknar borgarar ??? Býráðið hevur í hyggju, at sterri parturin av stovns- plássunum skal gerast til vøggustovuplåss heldur enn barnagarðspláss, og at tey sterru barnagarðs- bernini saman við teimum yngru skúlabernunum skulu vera í ítróttarhall- um, í Meiniheitshúsinum og aðrastaðni. Fleiri børn skulu hava hálvdagspláss, og mammur fáa løn fyri at hava bern síni heima. Sos- ialurin hevur tosað við nekur foreldur og peda- gogar um hesa ætlan. — Eg haldi, at enda- málið við hesum fyrst og fremst er at fáa fleiri for- eldur at tiga. Fólk eru í neyð, tí tey vita sær ongan at hava bernini, og tað veit býráðið. Óivað fara summi at taka ímóti hes- um, tí tey hava einki val. Men her er als ikki hugsað um, hvat tænir børnunum. Einki verður sagt um, at bernini skulu hava tað gott, og tað fáa tey tað heldur ikki við hesi skip- anini. Hetta er einki uttan ein vanvirðing móti bern- unum. Foreldur og pedagogar hava trálisið álitið, sum er gjørt í sambandi vid ætl- anina. Tey vita ikki, um tey skulu gråta ella flenna at hesum fløkta áliti. Sumt i ti er beinleidis ósatt, og annað vísir, at tey, sum smíðað hava álitið, als ongan kunnleika hava til umsteðurnar hjá foreldrum og bernum. Ei heldur til hvussu bern eru. Tað er ikki beint, sum álitið sigur, at ell, sum hava sýnt áhuga fyri spurninginum hava verið til fundar um hetta málið. Pedagogarnir, sum dag- liga fáast við bern, eru ongantíð eftirspurdir. Petta dagin sundur Í álitinum verður sagt, at smæstu bernini hava ikki sama terv á at vera í nær- umhvervinum. Tað er mesn. Eingi bern, hverki stór ella smá, hava gott av at skula flyta runt í býn- um. Tað er nóg ringt sum er, at barnagarðar, vøggu- stovur og skúlar liggja í eðrum býarparti enn heimið. Bernini eru um dagin saman við heilt eðr- um bernum enn granna- børnunum. Dagurin er pettaður sundur, og skulu bernini, sum ætlanin er, vera hálvan dag í barna- garði ella skúla og hálvan í t.d. badmintonhellini, verður heilt galið. Tey fáa ikki stundir til at knýta seg til nakað stað. Álitið sigur, at fólk sum heild heldur vilja hava hálvdagspláss til bernini. Tað passar heldur ikki. Sjálvandi skulu tað vera nekur hálvdagspláss, men tervurin er ógvuliga lítil. Tað koma ógvuliga fáar umsóknir til stovnarnar um hálvdagspláss. Vansarnir eru nógvir við hálvdagsplássum. Bern- ini, sum bara eru hálvan dag á stovni, kunnu lætt- liga fella burtur úr spæli og eðrum, tí tey ikki eru við allan dagin. Tey upp- liva ikki tað sama sum hini. Og tað hendir eisini meira enn so, at foreldur, ið hava barn hálvan dag á stovni, noyðast at snýta arbeiðsplássið fyri at koma rættstundis eftir barninum, tí tað skal av stovninum til ávísa tíð. Bernini síni egnu heli At hava nærumhvervis- hús er eitt frálíkt hugskot. Foreldrini eru tryggari, tá bernini ikki skulu ferðast ella koyrast langar leiðir, bernini kunnu vera saman vid børnunum í grannalag- num, og foreldrini fåa eis- ini størri åhuga fyri, hvat fyriferst å stovninu. Men nærumhvørvishus kann bara ikki gerast upp å tann måtan, sum nevnt er i álitinum Norðasta Horn Tað ber ikki til at brúka eini vanlig hús, sum sam stundis skulu nýtast til annað. endamál. Børnini mugu hava sin egnu rum og lutir, ið ikki skulu bein ast burtur hvenn Kann alt íkki frammi, og hava tey ikki heli, sum eru teirra, tíma tey einki at gera. Tað sama er at siga um Mein- igheitshúsið. Skal kjall arin har brúkast til barna- ansing ella frítíðarvirk- semi, so má hann nýtast til tað burturav. At tað fer at bera til at nýta badmintonhellina, svimjihellina og Venjing- arhøllina til bernini, ivast bæði foreldrini og peda- gogarnir stórliga í. — Sonur mín hevði í hvussu er ikki tímað tað. Bern tíma ikki so skipað spæl. Eina letu kanska, men so fara tey frá. Tað kann lættliga henda, at bernini fara at rýma, tí tey tíma ikki at vera har. Hvat skulu tey eisini gera hálvar dagar hvenn ger- andisdag í vikuni í eini ítróttarhell? Hvat skulu tey spæla við? dag standa Ringt fyri bernini Eg beri ótta fyri, at ein tílík skipan oyðileggur bernini, tí antin fara tey at oyðileggja ella verða tey óvirkin, tí tey ongantíð fáa loyvi til at taka stig til nakað, sum tey tíma sjálv. Alt verður skipað fyri tey. Men kanska er tað ætlanin hjá Poul Michelsen og hansara at fáa fleiri óvirk- Nr. 107 — 21. september 1985 nar borgarar ? ? Og tey, sum skulu ar- beiða í ítróttarhellini verða er í hevdinum, tí bernini fara at renna aftur og fram alla tíðina, tá tey ikki sleppa at gera tað, sum tey hava hug til Ringast er tað fyri tey stillu bernini. Tey, sum ræðast ella ikki eru so framlig. Tey fara at fella heilt uttanfyri Alt gott at siga um ítrótt. Men ítrótturin skal vera eitt tilboð. Hann skal ikki kroystast niður yvir børnini, ti øll hava ikki hug at fáast við ítrótt Poul Michelsen dent á alternativar loysn ir, men her er einki alt- ernativ. Fólk fáa einki at noyðast at sum verður leggur velja í men taka við tí, boðið teimum. - Eg ræðist hesa ætl- anina, tí fólk lata seg blinda av, at tað skal vera so bíligt. Tí kann væntast, at tey, sum ringast eru fyri, fara at taka undir við ti. Annars er tað nógv bí- ligari at hava frítíðarheim enn aðrar stovnar. Eitt frítíðarheim kostar ikki so nógv í rakstri, og pengar fær kommunan inn við skatti. Tað sæst eisini týðiliga, at tey vilja hava mammur- nar heim aftur av arbeiðs- marknaðinum. Er enda- málið tað, má maðurin í fyrsta lagi hava hægri len, so hann kann forsyrgja eini heilari familju. Har- aftrat hava oll fólk rætt til at fara út at arbeiða. Og mammurnar skulu uttan mun til innteku fáa len fyri at vera heima hjá børnum sinum. Jm kommunan hevur råd til at gjalda øllum mammum løn, so hevur hon eisini råd til loysnir, sum tæna børn- unum. randi Oheppin uppskriving Pedagogum dámar lítið ta sentralu uppskriv- ingarskipanina, sum nú verður sett í verk í Tórshavnar býráð. Teir eru fyri at hava felags uppskriving, men hon skal fara fram undir eðrum treytum, enn býráðið hevur sam- tykt. — Vit mæltu til at seta eitt fólk við peda- gogiskum kunnleika, sum í samráð við stovnarnar skuldi taka sær av uppskrivingini, siga pedagogarnir. Nú verður tað í staðin leið- arin fyri sosialu deild- ini, sum tekur sær av uppskrivingini, og ein politiskt vald nevnd skal hava eftir- litið. Pedagogarnir halda tað eisini vera óheppið, at bern við sosialum trupulleikum skulu hava fyrsta rættin til dagstovnapláss. fram um bern, sum tervar pedagogiska uppvenj- ing. Tað er ikki rætt at savna bern við trupul- leikum á henda hátt, og harvið er vandi fyri, at stovnarnir verða vidgerdarstød. randi