Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-09-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. september 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tidindabladid Nr. 107 — 21. september 1985 Síða 6 Umrøda av fólkaflokki TAÐ var onkur av útvarpslurtar- unum, sum tók til orða undir um- røduni av 6lavsøkurødu løgmans í tinginum, at hetta meira minti um einu umrødu av fólkaflokk- inum. HETTA man fyri ein part vera rætt, tí nógvir av rødarunum við- gjørdu leiklut fólkafloksins á pol- itiska leikpallinum seinastu árini. Eitt nú varð frá javnaðarfloksins síðu víst á, hví flokkurin ikki ynskti at fara í samgongu við fólkaflokkin, og at flokkurin stóð saman um ta avgerðina nú eins og undan valinum. Dult varð ikki fyri, at henda so fasta stødutakan stavaði og stavar framvegis frá ónggdini við ein av tingmonnum fólkafloksins, nevniliga Óla Breckmann. MEN ikki bert samgongufólk við- gjørdu fólkaflokkin og spurningin um skipan av samgongu. Eisini formaðurin í størsta andstødu- flokkinum og fyrrverandi løg- maður, Pauli Ellefsen, kundi ikki lata vera við at fegnast um hetta, at fólkaflokkurin varð útihýstur frá at luttaka í landsstýrissam- gonguni. PAULI Ellefsen helt fyri, at av- gerðin hjá javnaðarflokkinum um ikki at taka fólkaflokkin við í Tinganes var røtt, og helt hann tað vera eina politiska staðfest- ing av, at hesin flokkurin — fólka- flokkurin — ikki verður at síggja í Tinganesi í nógv nógv ár í fram- tíðini. Hann grundaði hetta á tær royndir hann sjálvur hevur havt við at samstarva við fólkaflokkin. Hesar royndir hava víst, at fólka- flokkurin er ikki til at samarbeiða við. TAÐ var helst einki at siga til, at formaðurin í fólkaflokkinum, Jógvan Sundstein, var firtin og visti hann eisini á, at hann var ikki altíð samdur við Óla Breckmann. Kortini helt hann tað vera édemo- oddagrein kratiskt, um hinir flokkarnir kravdu, at allir félkafloksmenn skuldu vera á einum máli um, at fólkaflokkurin kom upp í eina samgongu. TAÐ var greitt, at formaður fólka- floksins kendi seg settan heilt uttanfyri, nú javnaðarflokkurin ikki so frægt sum hevði viljað tik- ið upp samráðingar við fólka- flokkin um møguleikan at skipa landsstýrið saman. SJÁLVANDI er OB ikki allur fólkaflokkurin, men kortini vita vit, at hann hevur hóreiggjað sær sum var hann fremsta og einasta umboð fyri ein rættvísan borgar- ligan fólkaflokspolitikk. Og tað vísti so seinasta val, at javnaðar- fólk taka ikki undir við politikki OB's, og tí må svíða sum svøllur. ORÐ núverandi løgmans undan seinasta løgtingsvali um at tók fólkaflokkurin sær ikki um reiggj og vísti andstygd ímóti fasistoidu einaræðisligu, einvísu og hatsku støduni hjá OB, so fór hesin flokkurin helst at verða útihýstur frá samarbeiði í Tinganesi í mong ár í framtíðini. FRAMVEGIS er tað so sami ÓB, sum leikar í og leggur allar teir borgararnar sum atkvøda fyri sosialistiskum flokkum undir bæði líkt og ólíkt. KANSKA OB hevur gjørt sosial- istisku flokkunum eina stóra tæn- astu, um somu tíð sum hann grevur sína egnu og fólkafloksins politisku grøv. Vit fáa at síggja, hvussu gongst til næsta val. ÓB skal bert vita, at ómenniskjans- liga og órættvísa stríð hansara hevur verið til fánýtis. jamii Orð og gerðir fiskasølustjorans Tad var vid spenningi og undran at eg las leidara fiskaselustjórans i »Okk- ara millum« um flutning av fiskavørum. Havi sjålvur virkad hjå Traderline eitt skifti og fylgi ti vid åhuga vid i ti projekti við Líðartindi, hetta felag hevur fingið í lag. Tað er forvitnisligt at síggja tær hugsanir fiska- selustjórin ger sær um, hvenn týdning flutnings- máti og mynstur hevur á útreiðslur og góðsku á fiskaútflutningi Feroya. Við fáum orðum sigur hann frå, at tænastustødi, tíðarætlanir og dagar fyri komu og fráferð hjá farmaskipum, skipastødd, lastingarskjotleiki og góðsviðferð hava tydning fyri, hvat skipafelag sleppur at flyta okkara fisk úr Førovum. Eisini sigur hann. at tað er av týdningi, at flutnings- mátin er tillagaður infra strukturinum. Hetta ljóðar alt samalt skilagott. Men tað, sum má undra, er, hví hesin sami fiskaselustjóri ikki júst vil brúka Líðartind til flutningin av fiski úr Før- oyum javnbjóðis hinum skipafeløgunum sum sigla her. Líðartindur hevur júst hin besta flutnings- mátan av ellum farma- skipunum, og harafturat hevur hann so fjølbroyttar meguleikar. Hann loyvir tær lægstu rentubindingarnar í lagur av fiski av tí, at hann sigl- ir úr Føroyum mánadag'- týsdag og harvið loyvir avskipingum tvær ferðir um vikuna. Við hesum fæst eisini tann lægsta goymslubelastingin av frystigoymslunum Hann gevur eisini ta bestu góðsdygdina, tað sæst týðiliga á tí farm- inum, sum hann hevur ført, tí hann fer so væl við góðsinum. Harafturat er hann skjótastur at lasta og lossa. Og sparir harvið kei- pláss. Og so veit eg eisini, at vit bjóðaðu tær 30 pro- sent lægri fraktpris, enn tú rindaði til onnur skipa felog Men kortini vildi fiskasolustjórin ikki brúka Líðartind. Heldur ikki tá bjóðaði sær til at allan kostnaða, tá trailarar heintaðu góðsið frá virkj um, sum skipið ikki legði at bryggju hjá. Hetta vísir. at lítil samanhangur er ímillum gerðir fiskasølu- stjórans. Fiskaselustjórin sigur, at hann hevur limir sínar í huga, tá hann av- ger, hver sleppur at flyta fiskaveruna út. Men hetta er ósatt, tað sær ein og hver. Í hvussu so er hevur hann bara onkran serligan lim í huga, sum bæði er flakavirki og farmaskipa- felag og eisini skyldar ov reiðaríið gjalda orð og | nógvan pening aðrastaðni í hugaheimi fiskaselu- stjórans: Sjóvinnubank- anum har hann eisini er stjóri og hevur betalt h es- um felag 4 mió. kr. ov nógv til Noregs fyri ógold- in lån? Tí haldi eg, at hinir lim- irnir í Fiskaseluni kunnu ikki góðtaka at hava ein sovorðnan stjóra sum líð- ur av »figjarligum tví- skinni“, og harafturat vel- ur ikki at taka av til- boðum, sum eru til fyri- muns fyri limirnar og ann- ars alt Føroya fólk. Eisini haldi eg. at tað kemur meira og meira týðiliga fram, at hann ikki skilir, hvat framstig er, tí hann haltar altíð aftaná utvikl- inginum, meðan hann sjálvur kallar teir, sum finna uppá at fiska rækj- ur, fiska laks, ala laks, ala skeljar ella áll og út- byggja farmaskipini rætt, ervitisfiskar inntil hann sjálvur er komin hartil í hugsunarstødi. Men tað er kanska ti, at hann er álvarsliga álopin av sjúkuni: >Fíggjarligur tviskinningur«. Eg vil tí heita å limirnar i Fiska- søluni um at seta stjóran frå inntil hann er friskur og velur Bankan ella Fisk- in, ti rotinskapurin sum er eyðkenni fyri sjúkuna fer skjótt at vísa seg á tí fiski, sum limirnir selja í útheiminum. fyrrv. Traderlinari Eg skammist! Nú um dagarnar barst mær bræv frå Færøernes Overfredningsnævn, C. Pløyensgøta 1. Í brævinum verður kunngjert, at nevndin hevur góðkent umsókn mína, um at byggja seyða- hús á Glyvursnesi. Henda kunngerð frá >Færeernes Overfredningsnævn«, og so ein rúgva afturat, sum eg áður havi fingið í sam- bandi við grótbrotini ovar- laga og niðarlaga á Glyvursnesi, eru øll skrivað á donskum máli. ið eg einki finni burturúr Tey eru undirskrivad av Jógvani Andreassen dóm- ara, ið er sjálvskrivaður formaður nevndarinnar Er henda nevnd donsk, sum skrivingin ber prógn um, ja, so kunnu tveir ella fýra danir eins væl veljast í nevndina. Ella tveir, t.d. førovingar, veljast í eina líknandi danska nevnd. Her, sum ikki einaferð, stangast hornini á. Er ikki danin betur fyri at døma í donskum viður- skiftum. Og er ikki foroy- ingurin betur fyri at doma í føroyskum viðurskift- um? Sum nú er, sita fimm foroyingar i nevndini. Teirra orð eru seinasta og avgerandi, alt frá fjalli til fjøru, ja so langt út ið hestur grynnur á hægstu fjøru, í harðasta streymi. Tað man valla hugsast annað, at hesir menn tala sín á millum á føroyskum máli, tå ið teir taka sinar avgerðir, burturi sum hjá Men tað løgna er í hesum, at tá ið viðkomandi fáa nevndarinnar urskurð (skrivliga) er hann festur á blað á donskum máli. Eg havi aldri skilt. at menn kunnu sita á tveim- um hestum isenn, og eg skilji tað ikki enn, um tað so eru tey lítlu hetlands- rossini. Dómhús okkara stendur sum nr. Í C. Pløyensgøtu í Tórshavn. Her eru ram- ligar dyr. Lás og hongsl úr sterkum jarni. Yvir dur- inum og nakað niður. báðu megin, standa hesi rám- andi orð — á feroyskum — „Við lóg skal land byggj- ast«. Men aftan fyri, tá innar er komið, er alt eitt fallandi úrlendskt leyv. Eg skilji so illa, hvussu hesir menn kunnu virða síni størv, tá ið nevndin í sama andadrátti vanvirðir okkara egna natúrliga mál. sum so sanniliga hongur fast saman við, at skemma sum minst, og at ganga væl um ta føroysku natturuna Sverri Patursson Íslendinga- felagið í Føroyum tif. 16134 - 15671