leygardagur 21. september 1985síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið Nr. 107 — 21. september 1985
Síða 16
— Kundi tú hugsað tær at búð her ? Her eru fátækrabýlingarnir á Filippinunum
— Ja, um mín familja eisini var her!
— Ætlar tú tær at arbeiða sum J.C. (ung-
leiðari í CISV) tå tú verður sterri ?
— Ja, tað kundi eg gott hugsað mær !
— Hvussu langa tíð tekur tað at ferðast
higani og til Filippinurnar ?
— Frá Filippinunum til Amsterdam tók
tað 20 tímar og har frá til Keypmannahavn
minnist eg ikki rættiliga.
— Hevur tú longst illa?
— Jú — men bert eina til tvær ferðir.
— Gleðir tú teg til at koma heim aftur?
Ja — men eg kundi gott hugsað mær at
búð her, men eg noyðist nokk heldur at fara
avstað.
Hetta var so tað, sum eg hevði um CISV-
leguna, sum var í Førovum iår. Bert spell at
eg ikki fekk pråtad vid onkran ur Portugal og
Japan. Hetta bar ikki til, ti just tå komu
nakrar konur at interwieva børnini, so eg
Filippinirnar måtti fara — ja, ikki er altid lætt hjå børnum
—
at fáa somu sømdir sum tey vaksnu fáa.
Jennifer Svarez frá Fillippinunum var eisini
í Førovum. Eg helt, at tað var
vert at tosa eitt sindur um hetta
HANGHA
NGCHOW
Øst-
frå Førovum
ungt ang
Hverjum slag av skúla ganga tit í á Fil-
ippinunum ?
g ium katólskum skúla og
6. HHOKKI
Dåmar tær at ganga í skúla?
Hvussu nógv ár skalt tú ganga í skúla?
Frá forskúla til og við studentaskúla
college) skal eg ganga í 15 ár.
Kann man ikki fara úr skúlanum áðrenn
tað?
— Jú — tað haldi eg, men eg veit ikki,
hvussu tað er við tí.
— Hvat ætlar tú tær at vera, tá ið tú blívur
stór?
— Framtidardreymur? Lækni !
— Hvat arbeidi er vanligast hjå tykkum?
— Úti á bygd er tað landbúnaðurin tey
fáast við. Tey dyrka rís, majs, sukurrer,
tubbakk, kaffi o. a.
Fiskarí fáast tey eisini nógv við. Haraftur-
at hava vit gull, krom, kol, jarn, kopar o. a.
Nógvur ídnaður er eisini, t.d. cement og
sovorðið.
— Hver ítróttargrein er vanligast ?
— Tað er eitt slag av flogbólti, har man
brúkar beinini, altso sparkar.
— Hvussu nógv fólk eru tit pr. familju?
— Vanligt er við umleið 6-7 fólkum —
mammu, pápa og bernum, er so ein omma
ella abbi ella bæði, so búgva tey eisini hjá
familjuni.
— Er tað vanligt?
— Ja.