Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-09-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. september 1985síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 tíðindablaðið Nevndarlimiri Tryggingarsambandinum: Livga hvønnannan við pengagåvum — og brúkarin skal gjalda, sigur Tórfinn Smith, næstformaður í Umboðsráðnum — Eg kann ikki góðtaka, at nevndarlimir sita og játta hverjum eðrum gávur frá tryggingini, sigur Tórfinn Smith, næstfor- maður í Umboðsráðnum fyri Tryggingarsambandi Feroyar. Umboðsráðið hevur fund í dag, men Tórfinn Smith verður ikki við á fundinum. Hann hevur boðað frá, at hann ikki kemur á fund aftur í Umboðsráðnum, fyrr enn greiðar reglur verða gjørdar fyri, hvat vald Umboðsráðið hevur. Tað er einki nýtt við hes- um gávum, og Umboðs- ráðið hevur eisini mót- mælt, men líkt er ikki til, at tað ger nakran mun, tí nú hevur aftur ein nevnd játtað nevndarlimi pen- ingagávu. Sum umboðsráðslimur fær hann sendandi frá- greiðingar frá ellum nevndarfundum i Tryggingarsambandinum og deildum tess. Ikki er vanligt at fara i blødini vid ti, sum fyriferst å hesum fundum, men Tórfinn Smith heldur seg ikki kunna tiga longur. Nú er ovboðið. Tann nýggjasta frá- segnin, sum Tórfinn Smith argast inn á, er frá nevndarfundi í Bruna- tryggingini. Sambært hesi frásegn hevur nevndin samtykt at lata einum nevndarlimi 20.000 krón- ur i fødingardagsgåvu. Tað er ikki fyrstu ferð Fyri einum ári síðan fingu tveir nevndarlimir hver sínar 20.000 krónur í feð- ingardagsgávu. Tá mót- mælti Umboðsráðið, tí tað helt samtyktina hjá nevndini í Brunatrygging- ini vera ógilduga. Teir báðir nevndarlimirnir, sum fingu gávu, vóru sjálvir við á fundinum, og Umboðsráðið metti teir at vera inhabilar at gera eina tílíka viðteku. Nú hevur nevndin í Brunatryggingini aftur samtykt at veita einum nevdarlimi 20.000 krónur í fødingardagsgåvu. Leggjast kann aftrat, at allir nevndarlimirnir, ið hava fingið hesa megnar gávu, bert hava sitið í nevndini millum eitt og tvey ár. Brúkarin skal gjalda — Samtyktina hjá um- boðsráðnum leggur nevndin í Brunatrygging- ini einki í. Eg haldi tað vera einastandandi, at nevndarlimirnir sita og játta hverjum eðrum pen- ingagávur og haraftrat sjálvir eru við til at taka slíkar avgerðir. Og sjálv- andi er tað brúkarin, sum skal gjalda hesar stóru gávur, sigur Tórfinn Smith Hetta fremur ikki umdemið hjá Tryggingar- sambandinum, sum hevur einarætt til tryggingar og harvið hevur sterri ábyrgd. sigur hann Tórfinn Smith heldur seg til kunngerð frá lands- stýrinum 12. januar 1983. Tann kunngerðin sigur, at uppgávan hjá Umboðsráð- num m. a. er at ansa eftir peningaognum sam- taksins. — Mínar royndir eftir tveimum árum í Umboðs- ráðnum eru, at deildirnar í Tryggingarsambandi Fer- oya leggja sektina á, hvat umboðsráðið | mótmælir ella samtykkir. Tað kann eg ikki góðtaka og havi boðað stjóranum í Trygg- ingarsambandi Feroya og formanninum í Umboðs- ráðnum frá, at eg ikki meti á fundi í Umboðsráðnum aftur, fyrr enn stig eru tikin til at gera greitt, hvat vald Umboðsráðið hevur í mun til deildirnar. Í letuni situr Umboðs- ráðið í fullum álvara og ger samtyktir, uttan at tað hevur minstu ávirkan sigur Tórfinn Smith. randi / KJARTAN DALSGAARD ( TRYGGINGAR UMBOÐS V STOVA NHOYDALSVEGUR 6 N TLF 1 5222 HEIMA TLF 1 2940 Nr. 108 — 24. september 1985 Hasse Bærentsen 65 år 25. september Góði Hasse! Nu vil eg skriva tær eitt bræv... Soleiðis byrjaðu tey fyrstu brevini, eg skrivaði til skyldfólk og vinir, tá ið eg var so frægur, at eg dugdi at skriva eitt sindur. At hetta brævið hevur henda inngangin kemst av, at eg altid havi kent teg. og hóast tað, so er hetta fyrsta ferðin, eg skrivi rættu- ligt bræv til tín. Um- framt at vera skyld- menn, so blivu vit vin- menn frá ti, eg var óviti. Vit hava verið tað síðan. Nú tú fyllir 65, havi eg hug at senda tær eina heilsan. Tað renn- ur so nógv fram fyri meg nú, eg seti meg at hugsa aftur í tíðina. Tað er so ómetaliga nógv, eg havi at takka tær fyri bæði til gam- ans og álvara. Tað eru kanska fleiri, sum halda, at tað bert var gaman, tí tú hevur altíð dugað so væl at undirhildið við stuttligum segum og livligum harmoniku- spæli. Tú ert eisini kendur og avhildin fyri at kunna halda einum lurtaraskara trølla- bundnan, so tey hava sitið við stórum oyrum og opnum munni og lýtt á, meðan tú á palli ella í stovu hevur for- talt ella spælt. Oftast endar segan í einum gellandi, friandi látri. Tær hevur altíð dámað best fólk við kinnklov- unum vendum uppeft- ir, heldur enn tey, sum „hanga við snápl- inum«. Men tad, sum hevur fest seg uppaftur meira i minum sinni, eru tær løturnar — og tær hava verið nógvar - tað eru tær alvorligu, antin tað hava verið frásagnir ella samtal- ur,og ikki minst alvor- ligur tónleikur og sangur. Mangan sungu vit saman, meðan vit málaðu. Nú, eg komi inn á málaraarbeiði, so er tað eitt handverk, sum mangan gongur so stillisliga fyri seg, at væl ber til bæði at práta og syngja, uttan at tað er neyðugt at steðga arbeiðinum. Penslarnir eru meira tigandi enn ein hamari. Hvussu mangir ógloymandi tímar gingu ikki soleiðis við innandurða arbeiði, meðan regnið oysti inn á rútarnar. Tú hevði meg í læru hjá tær í umleið eitt ár av mini lærutid, og tað er eisini ein tann besta tíðin, eg havi havt i hesum arbeiði. Tú lærdi meg so nógv. Tað, sum sermerkti teg, var títt sikra eyga fyri tí vakra og smak- fulla. Eisini lærdi tú meg at síggja tað, sum var minni heppið — tað, sum ein ikki átti at gera viðvíkjandi sam- anseting av litum. Men grundin undir ti lidna úrslitinum skuldi eisini vera litaleyst. Tú hevði ta óreingiligu fakligu ábyrgdarkensl- una mótvegis tínum viðskiftafólki, og tað kravdi tú so sanniliga eisini av okkum, sum vóru í arbeiði hjá tær Tú fekst ikki silvur medalju á Århus Mal erskole fyri einki. Hana hevur tú uppiborið Eg minnist ikki reiðiliga, um tað var í 1970 ella -71. at eitt »ilohapp i Keypmanna havn var atvoldin til, at tå kom so illa til skada, at tå noyddist at leggja penslarnar uppå hillina. Tíanverri hevur tú verið merktur av tí síð- ani. Ikki tí — av og á hevur tú havt teir á lofti í tíðini eftir óhapp- ið, tá ið onkur av tínum mongu vinum nýttist eina hjálpandi hend. Eisini vit báðir saman. Tíbetur ert tú ikki lættur at kúga. Hóast óhapp og annað mót- rák,so hevur tú ikki mist títt góða lag, minni enn so. Tú ert enn sum fyrr bara Hasse, sum eg kenni teg. Ferðast hevur tú eisini nærum á hverj- um ári og trúliga vitjað tíni vinfólk her heima, og tað gleðir okkum hverja ferð, tú gistir hjá okkum. Eg veit, at tað gleðir eisini Olivar og Atla, sum tú plagdi skiftast at gista hjá. Eg vil enda hetta brævið við teirri vón, at okkum má unnast mangar góðar letur saman aftrat og ynski hjartaliga tillukku við teimum 65, vinurin. - Tummaskal - 7 me