týsdagur 24. september 1985síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 35
- 24. september 1985
jet
Síða 9
>
ITROTTAVEDDING
Sy Í FÓTBÓLTI 43,
39. Leikvika
Vikuskiftið 28.29. sept. 1985
+
Vejle -
Esbjerg
Herning -
B 1913
Viborg -
Kolding
Hvidovre -
Brøndby
Lyngby -
Kastrup
Næstved -
Ikast FS
Glostrup IC -
Horsens
Svendborg -
Skovbakken
Ovara liðið er heimaliðið
Landskappingin í 3. deild:
Enn einaferð
verður TB
verandi
B36 fór niður
við ferð
Tverámenn eru vorðnir
serfrødingar at klára seg í
3. deild. Spenningurin
um niðurflyting verður
varðveittur til síðsta og
avgerðandi dyst, sum TB
so vinnur og tí varðveitir
sessin í deildini.
Bæði í fjør og i ár
demdu fjelmiðlarnir —
ikki minst vit á Ítróttar-
sosialinum — TB til
niðurflyting, men bæði ár-
ini er tað eydnast tverá-
monnum at gera spádóm-
ar okkara til skammar.
Í ár var allur spenn-
ingurin í síðsta leikumfar-
inum í 3.deild knýttur
at niðurflytingini. EB
hevði longu tryggjað sær
uppflyting til 2. deild,
meðan kappingin um at
sleppa burtur av síðsta
plássinum var herð mill-
um TB, B36 og Streym.
TB lá niðast við einum
stigi minni enn hini bæði
liðini og tá tey skuldu
spæla móti hverjum eðr-
um í Gundadali, meðan
TB hevði ein torferan
heimadyst móti SÍ, vóru
fá, ið roknaðu við at TB
fór at klára seg. Kravið
var ein sigur til tverá-
Soleiðis vedda vit...
So er liðugt við føroyskum dystum á veddingarsedl-
inum og fara vit nú í holt við at vedda dystir í donsku
fótbóltskappingini.
1. AGF-B1903 1:
Sjálvt um B1903 hevur staðið seg hampuliga væl í
heystarhálvuni, so rokna vit ikki við, at AGF, odda-
liðið úr Árhus, tapir henda heimadystin. AGF er jú
við í europeisku kappingunum, hóast úrslitið í fyrsta
dystinum ikki varð tað besta, og leikararnir eru væl
fyri, so vit royna okkum við óbettum 1-tali.
2. B93-Køge 2
»Botndystur« millum tey bæði niðast staddu liðini,
ið uttan iva verða noydd at flyta niður. Sjálvt um
dysturin verður leiktur á Østerbro Stadion, so rokna
vit ikki við at B93 vinnur á Kege, ið hevur fingið stig
í báðum teimum seinastu dystunum.
3. Brenshej-OB 2
1985 hevur ikki verið tað besta árið fyri Odense
Boldklub, har fuglfirðingurin Abraham Hansen nú
er vorðin fastur maður í 1. deildarhópinum, men liðið
er tó munandi betri fyri enn Brønshøj, ið liggur á
niðurflytingarsessi og vænta vit eisini ein útisigur í
hesum dysti.
4. Herfelge-Frem X:
Herfelge er lítil bygd beint uttan fyri Kege, men liðið
hjá felagnum hevur roynst hampuliga væl í ár — hó-
ast seinastu dystirnir ikki hava verið teir bestu.
Frem klárar seg vanliga illa á útivelli og tá hverki av
liðunum eru av málsóknastu royna vit okkum við
einum krossi, tí meguleikar eru fyri 0—0.
5. Hvidovre-Brendby 2:
Av nógvum verður Brendby roknað sum besta liðið í
Danmark og harafturat stendur liðið seg avbera væl
á utivølli, so vit rokna við útisigri í hesum ferinum.
HUvidovre berjist fyri at sleppa burtur frá botn-
inum, men Brendby berjist samstundis fyri at vinna
DM, so...
6. Lyngby-Kastrup 1:
Lyngby hevur tapt fleiri óvæntaðar dystir í seinast-
uni, meðan Kastrup vann á Næstved í seinasta dysti
sinum, men vit meta tó Lyngby, ið jú framvegis er
við í oddinum, at vera munandi betra liðið og mæla tí
til at seta eitt 1-tal.
7. Næstved-Ikast 1X:
Torførur dystur. Næstved var besta lid i vårhålvuni,
meðan einki gongur nú i heyst. Frá at vera oddalið er
Næstved dottið heilt burtur í millum, men tá Ikast
ikki er av bestu útiliðum, royna vit okkum tó við 1-
tali, men hálvbeta tó við krossi fyri javnleik.
8. Vejle-Esbjerg 1;
Donsku meistararnir úr Vejle ætla sær eisini at vera
við í fremra endanum í ár og liggja nú sum nr. trý.
Liðið hevur nakrar av bestu spælarunum í Danmark
og átti ikki at havt trupulleikar móti Esbjerg, ið er
ósteðugt leikandi.
9. Glostrup IC-Horsens 1:
Hetta eru tvey av niðast staddu liðunum í 2. deild, ið
hittsta. Í seinastuni hevur Glostrup av og á víst, at
liðið megnar at fáa góð úrslit og er tað tí at vit seta
óbett eitt-tal, tí tað tykist samstundis at vera lítið
veiggj í Horsens í letuni.
10. Herning-B1913 1X2:
B1913 er av kendastu »elevatorlidum« í Danmark,
t.v.s. at liðið liggur og ferðast upp og niður millum
deildirnar. Í letuni liggja fjónbúgvarnir eisini til upp-
flyging, men teir vilja uttan iva ásanna, at Herning,
liðið hjá Jens Tang Olsen, er væl leikandi á heima-
velli. Her er ringt at spáa um nakran vinnara og vit
mæla til fullbeting.
11. Svendborg-Skovbakken i:
Tvey rættuliga jøvn lið, men Svendborg eigur tó at
kunna vinna á egnum velli. Skovbækken, lið úr Ár-
hus, er ósteðugt leikandi og vit vænta ikki at teir fáa
stig heim við úr Svendborg.
12. Viborg-Kolding I:
Her hittast so tvey jútsk lið. Seinastu tíðina hevur
Kolding staðið seg væl á heimavelli, men hevur
samstundis tapt á útivelli, og er tað tí at vit royna
okkum við óbettum 1-tali. Viborg er meira stødugt
leikandi og roynist, hóast liðini liggja rættuliga jevn,
í Jøtuni av frægastu liðum í 2. deild.
tað KI, ið fekk mál. Tað
Framhald av síðu 14
menn, meðan eitt av hin-
um liðunum mátti vinna.
Javnleikur var nóg mikið
til at bæði B36 og Streym-
ur vórðu verandi.
A Sevmyri gjørdi TB
tað, ið kravdist. Tverá-
menn vunnu við tveimum
málum móti einum aftaná
at hava verið á odda 1-0 í
hálvleiki. Andreas Holm
skeyt bæði málini hjá TB,
meðan Esbern Simonsen
skeyt málið hjá serving-
um.
So vónaðu tverámenn
bert at eitt av liðunum í
Havn hevði vunnið dyst-
in.
Og her fekk TB góða
»hjålp« frá Streymi, ið av-
gjørt ikki ætlaði sær niður
í 4. deild aftur aftaná bert
eitt ár í 3. deild. Streymur
hevði brynjað seg væl út
til dystin. Hevði fingið
leikarar heim úr Danmark
og Noreg verður sagt og
var als ikki negt við javn-
leik. Leikararnir úr
Sundalagnum sendi B36
niður í 4. deild >við fullari
ferð<. Teir vunnu dystin
við sjey málum móti ong-
um aftaná at hava verið á
odda við tveimum í hálv-
leiki. Bergur Magnussen
skeyt trý mál, Jeffrei
Joensen skeyt tvey meðan
Finnbjørn Zachariassen
og Jan Jacobsen skutu
hvør sitt.
Sostatt verða TB og
Streymur verandi i 3.
deild næsta år eisini.
Å Sandi var dystur
millum B71, ið nú verður
at rokna sum »den evige
to'er«, og vinnaran av
deildini, EB, og her vistu
sandoyingar enn einaferð,
at teir so avgjert eru av
bestu liðunum í 3. deild.
Teir vunnu dystin við
einum máli móti ongum,
men mugu enn einaferð
síggja uppflytingina
gleppa sær av hondum.
Fjórði dysturin í deild-
ini varð millum B68 og
HB og gjørdist úrslitið av
hesum, ið jú ongan týdn-
ing hevði fyri upp- ella
niðurflyting, javnleikur
2—2.
upp um málið, hóast tað
var opið mál, so tað skuldi
verið laga manni at lagt
seg á odda við einum máli
Harafturímóti var eydn-
an blíðari við GÍ? tá teir
leiktu undan vindinum í
seinna hálvleiki.
Bert 6 minuttir vóru
leiktir tá fyrsta málið hjá
GÍ kom. Eli Hansen hevur
bóltin frammi í vinstru
síðu og skjýtur móti mál-
inum.Málmaðurin fær
bóltin, men klárar ikki at
halda honum og missir
hann inn í netið. Eitt
heppið mál hjá GÍ.
Men tað var ikki liðugt
so. Bert ein minutt seinni
er GÍ aftur í einum vanda-
miklum álopi. Tá ein GÍ-
leikari skal seta bóltin í
netið við hevdinum, verð-
ur hann skumpaður um
koll av málmanninum hjá
KÍ, og dómarin demir
brotsspark uttan at ivast.
Magnu Jarnskor verður
settur at skjóta, og hann
setir bóltin trygt í netið.
2—0 til GÍ.
Eitt mál kom afturat í
dystinum, og hesa ferð var
var í 22. minutti av seinna
hálvleiki at Kurt Merkere
kemur leysur framman
fyri málinum hjá GI, og
hann setir bóltin í netið
Fleiri mál komu ikki í
dystinum, og harvið var
meistaraheitið hjá GÍ
veruleiki. Tað einasta
meistaraheitið, ið GI hev-
ur meguleika at vinna í
fótbóltskappingini í ár.
Um dystin sum heild
kann sigast, at tað kanska
ikki var tað besta spælið,
ið ein sá, men tað var helst
fyri ein stóran part or-
sakað av vindinum.
Hetta vóru tvey sera
góð lið, og her kundi alt
henda. Men ein stóran
part av æruni fyri góða úr-
slitið hjá GÍ mundi mál-
maður teirra, Petur Holm,
eiga. Hann stóð seg sera
væl í hesum dystinum, og
hann bjargaði fleiri vanda-
miklum skotum.
GÍ vann so feroya-
meistaraheitið í unglinga-
deildini, 4 stig framman
fyri KÍ, og Ítróttarsos-
ialurin ynskir GÍ-ungling-
unum tillukku við FM-
heitinum.