leygardagur 28. september 1985síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 110 x leygardagur 28. september 1985
frælsi
javnadur
brødralag
58. årg. * Kr. 5,50
kr Hetta skuldi
nóta- og trolskipið, Agga í
ætlaði at
t
Garðastovu
byggja, kosta
Men nú verður
bygt
Tá eg frætti, at
Reynsatindur var til selu,
gavst eg við ætlanioni um
at byggja nýtt skip, sigur
Agga í Garðastovu.
Fyrrverandi Landsstýr-
ið játtaði Agga byggiloyvi
og 30% í stuðulsláni til
hetta nýggja skipið, sum
skuldi líkjast Gullfinni og
Krúnborg og lasta 2.000
tons av guano.
Ongan sáttmála
Tey 250 arbeiðsplássini á
Skála Skipasmiðju eru
ikki so trygg, sum tey
hava verið. Frysti- og
farmaskipið til P/f Hevn í
Servági er liðugt og
verður latið í næstu viku.
Og trolarin til P/f Myki-
nes í Servági verður liðug-
ur um tríggjar mánaðir.
Og hvat so?, spyrja fleiri
og fleiri á Skála og í
Eysturoynni yvirhevur.
Óli Zachariassen, stjóri
á skipasmiðjuni, veit ikki
svarið. Tveir sáttmálar
vóru komnir undir land,
við P/f Vál á Skála og P/f
Hvítanes í Havn, men
bæði hesi feløg umhugsa
at fara til Noregs í staðin.
einki
Við góðum stuðli frá
norska statinum kunna
skipasmiðjurnar bjóða
lagaliga fígging.
Skuldi
stovnast
hósdagin
Partafelagið, sum hevur
keypt Reynsatind, skuldi
stovnast hósdagin. Parta-
peningurin er 4 mill. kr.
Vestmanna kommuna
eigur 500.000 kr. Agga í
Garðastovu sigur, at hann
tímir ikki at upplýsa,
hvussu stórur hansara
partur er. Hinir í parta-
felagnum eru Dánjal
Petur Nielsen, odda-
maðurin í fyrrverandi reið-
arínum hjá Reynsatindi,
og Jan á Høgaryggi úr
Hvalvík, sum hevur verið
maskinmaður við Reynsa-
tindi, síðani hann kom til
Føroya.
Reynsatindur verdur nå
skråsettur i Vestmanna
og kanska fær hann annað
navn, upplýsir Agga í
Garðastovu.
Til Noregs
Agga í Garðastovu vænt-
ar ikki, tað fer at standa á
at fáa fólk til Reynsatind.
Nógvir hava longu ringt
og biðið um tjans. 70
mans vera við og Agga
verður sjálvur skipari.
Onkrar umvælingar
skula gerast umborð,
áðrenn Reynsatindur
ftur fer til fiskiskap.
Hesar
verða gjerdar í
Noregi og taka minst ein
mánað, sigur Agga í
Garðastovu, sum fyrr
hevur ført til dømis Krún-
borg og Gullfinn.
Fíggingin ikki
greið enn
Tað hevur ljóðað, at
Landsstýrið hevur selt
Reynastind við einari sera
lagaligari fígging. Millum
annað er fyrsti prioritetur
avdráttarfríur tvey fyrstu
árini, annar fýra ár og triði
prioritetur er avdráttar-
fríur trý fyrstu árini.
Jógvan Durhuus, vara-
løgmadur, sigur, at
figgingin er ikki endaliga
greið enn. Hann sigur, at i
sáttmálanum við Agga í
Garðastovu stendur, at
„Landsstýrið skal royna
at útvega fígging á leið
sum niðanfyri tilskilad«.
Hvat niðanfyri tilskilað
er, vil varalegmaður ikki
upplýsa. Hann sigur, at
tað er heldur ikki greitt
enn, hvussu nógv lands-
kassin nú kemur at veð-
halda fyri í Reynsatindi.
hd
Sjórámans kåtu børn
funnu Runtsival
Í summar vóru 27 foroyingar á dansiferð í Spaniu.
Ein dagin fóru tey at leita eftir ti soguliga staðnum
Runtsival.
Um hetta hevur Hanus Andreassen skrivað
So skjótt sum Tórshavnar
kommuna hevur planerað
ekið inni á Sundi, verður
farið at byggja Sundsdep-
ilin. Men sjálvt um enn
einki er gjert á Sundi, so
er ein partur av Sunds-
deplinum farin í gongd.
Fyri viku síðan varð
stovnað P/F Sjótól, hvers
endamál er at útvikla
maskinur, tól, skip og
annað til fiskivinnuna.
Partafelagið skal eisini
seta framleiðslu í gongd
og gera marknaðarkann-
ingar og standa fyri selu.
Sjótól fer nú at innrætta
verkstað í leigaðum helum
í Havn, men seinni er
ætlanin at flyta inn á
Sund. ,
Sostatt er hetta byrjan-
in til Sundsdepilin. Bæði
sum virki og sum lið í
kjarnanum, ið skal standa
fyri framleiðslumenning.
Ætlanirnar eru stórar,
skilst á Hans Mortensen,
sum er stjóri í P/F Sjótól.
Aftrat honum eru parta-
eigararnir Birgir Morten-
sen og Tróndur Serensen.
Videofilmur
meguliga
atvoldin til
óhugnaliga
brotsgerð
Partapeningurin er ein
mió. krónur.
Framhald á síðu 21
Síða 5