Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-09-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. september 1985síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

28. september 1985 tíðindablaðið Bólkaarbeiði er ein partur av skeiðinum, og arbeitt varð til langt út á kveldið Kvinnurnar vilja læra Á framleiðsluskeiðinum, sum Feroya Arbeiðara- felag skipaði fyri í vikuni, sum nú er farin, vóru 22 luttakarar, alt kvinnur. Tað er ongantíð hent áður, síðani skeiðvirksemið hjá Feroya Arbeiðarafelag byrjaði í 1978, at eingi mannfólk hava verið á nekrum skeiði. Í fyrstuni var meginparturin mann- fólk, men nú er líkt til, at kvinnurnar hava sterri áhuga enn menninir at ogna sær meira kunnleika. Á framleiðsluskeiðinum, sum endaði í gjár, undir- vísti Henrik Hansen frá danska AOF saman við Hans Paula Holm, ið hevur fingið sær útbúgv- ing í át undirvisa á slíkum skeiðum. Skeiðið var m.a. um bonusskipanir. Tær lærdu at rokna bonus út og yvirhevur at skilja bon- usskipanina. Skipanin er so torskild, at sjálvt ar- beiðsleiðarar ikki kenna hana, sigur Ingeborg Vinther, formaður í Før- oya Arbeiðarafelag. Á sekiðinum fingu tær eisini frágreiðing um sátt- málan, ið tær verða lentar eftir, og ein dag var Eli Davidsen á Arbeiðseftir- litinum og tosaði um trygd á arbeiðspláss- unum. Hósdagin vóru tey øll i Vestmanna og fylgdu arbeiðinum á fiska- virkinum. Gjárkveldið skuldi viku- skiftisskeið byrja, eisini um framleiðslu, og mána- morgunin byrjar nýtt vikuskeið. Hósdagin var skeiðið enn íkki full teknað, men luttakararnir verða nekulunda teir somu sum í hesi vikuni, og líkt er til, at tað eisini bara verða kvinnur. Umframt limir í lokal- feløgunum í Føroya Ar- beiðarafelag vóru limir í Klaksvíkar Arbeiðs- kvinnufelag, Havnar Ar- beiðskvinnufelag og Heimahjálparafelagnum. Næsta vikuskiftið verður sekið um arbeiðs- rætt. Til tað skeiðið hava ell felegini í Upplýsingar- felagsskapi Verkamanna fingið innbjóðing. Inge- borg Vinther, formaður í UV vónar, at fleiri av teimum nýggju felog- unum í UV fara at senda umboð á skeiðið, tí spurn- ingurin um arbeiðsrættur skal setast í stovn í Fer- oyum, verður skjótt tikin fram aftur. randi Henrik Old, lagtingsmaður: Pauli Ellefsen minkaði um kvoturnar Pauli Ellefsen royndist eingin garpur at útvega okkum fiskiveiðiavtalur við onnur lond, tá hann var løgmadur og samráð- ingarleidari. Eftir fyra år- um vid Paula Ellefsen sum løgmanni bleiv stødan hjå føroyska fiskiveidiflot- anum nógvar ferðir verri, segði Henrik Old, tá leg- mansreðan á ólavseku var til viðgerðar. Henrik Old visti á, hvussu allar kvotur mink- aðu hetta tíðarskeiðið. Tann einasta avtalan, sum bleiv betri, var avtalan við Sovjetsamveldið. Allar hinar versnaðu. Tað gingu níggju mánaðir, áðrenn Pauli Ellefsen í panikki fekk sáttmála í lag við EF. Tá sleptu teir makrelinum í Norðsjónum, vestari makrelstovnurin minkaði eftir fýra árum úr 21.000 tonsum niður í 10.000 tons, og brislingurin úr 15.000 tonsum niður í 5.000 tons. Tann stersta niðurgongdin var fyri rækjurnar í Grenlandi. Tann kvotan minkaði úr 1880 tonsum til nú 450 tons, segði Henrik Old. - Tann stersti brelarin var at sleppa Norðsjónum, tí ikki ber til at koma aftur um aftur. Eisini íslandskvotan minkaði, meðan Pauli Ellefsen var legmaður. Pauli Ellefsen reypaði av, at rækjukvotan við Sval- bard var hækkað við 50 prosentum. Tað er ikki rætt, tí vit hava onga kvotu har, bara dagatal fyri, hvussu leingi skipini kunnu royna, segði Hen- rik Old. — Vit minnast, hvussu Pauli Ellefsen, áðrenn hann bleiv legmaður, tos- aði um, at hevði hann staðið fyri samráðing- unum, hevði hann farið til ríkismyndugleikarnar og sagt, at sambært ríkis- felagsskapinum hava okur rætt til so og so nógv tons í Grenlandi og tað sama í Norðsjónum. Sami maður stóð fyri samráðingunum frá 1980 til 1984. Hesi árini hava okur mist Norð- sjógvin, eina av teimum bestu fiskileidum, og á fleiri eðrum hevur gingið nógv aftur á, segði Henrik Old. Torferar samráðingar um almannaveitingar Hósdagin og friggjadagin vóru Atli Dam, logmaður, Jóngerð Purkhús, lands- stýrismaður í figgjarmål- um,og Niels Pauli Daniel- sen, landsstýrismaður í almannamálum í Keyp- mannahavn og samrádd- ust um at hækka al- mannaveitingar og at yvirtaka umsitingina av andveikraverndini. — Útlitini eru ikki tey bestu fyri, at almanna- veitingarnar verða hækk- aðar, sigur Atli Dam, løg- maður. Sum kunnugt eru sparitíðir í Danmark, og tí eru rikismyndugleikarnir ikki serliga hugaðir fyri at seta veitingarnar upp. Hann vónar kortini at okkurt kemur burtur úr, tá politiskar samráðingar verða mánadagin um hetta mál. Hin parturin av sam- ráðingunum er um at 'yvir- taka umsitingina av and- veikraverndini. Lands- stýrið og ríkismyndug- leikarnir eru samdir um at fyrireika, at umsitingin verður yvirtikin. Atli Dam væntar, at hesin spurningurin verður enda- liga avkláraður, tá sam- ráðingar verða í november um rikisstudningin til Feroya. randi Fuglfirðingar fáa nú barnagarð Bygdarráðið i Fuglafirði samtykti týskveldið eftir tilmæli frá mentanar- nevndini at byggja barna- garð. Ella rættari, tað verður ein stovnur við 39 barnagarðsplássum og 10 veggustovuplássum. Dagstovnurin skal byggjast vestanfyri fót- bóltsvellin á einum eki, sum er lagt av til almenna bygging. Tekniska deild hjá Fuglafjarðar kommunu hevur gjert tekningina. Nú verður ætlanin send Almannastovuni til góð- kenningar. Ikki fyrr enn allir teir formligu spurn- ingarnir eru greiddir, ber til at siga nakað um, nær stovnurin verður liðugur. Samtyktin um at byggja dagstovn í Fugla- firði varð gjørd av einum ud plet, Fl ob Evstum SÍÐAN Dagstovnurin verdur i trimum eindum, tvær til barnagard og vøggustovu og ein til fyrisiting. Spælistovurnar verða fýra og til hverja teirra eitt hvílirúm og køkur. Byggikostnadurin er mettur til 0. u. 7 mió. krónur. stórum meirluta í bygdar- ráðnum. Ongar beinleiðis kanningar av tervi eru gjørdar nú. Tey hava hildið seg til metingar gjerdar aðrastaðni og til alt tað, sum kom fram, tá serliga kvinnurnar fyri nekrum árum síðan royndu at fáa barnagarð. Ein barnagarður kemur væl við hjá mongum í Fuglafirði, ikki bara hjá teimum, sum eiga smá- bern og eru úti og arbeiða. — Eg arbeiði sjálv á flakavirkinum, tí stersta arbeiðsplássinum í bygd- ini. Har eru fleiri, sum eiga smá bern, og tá barna- garðurin kemur, verður betri at sleppa út at arbeiða, sigur Andrea Lervig, bygdarráðslimur í Fuglafirði. Og arbeiðsplássini rópa eftir arbeiðsfólki. Fyri okkurt um einum ári síðan heitti leiðslan á flakavirk- inum á Fuglafjarðar Arbeiðskvinnufelag um at fáa onkra skipan, so arbeiðsfólkið arbeiddi meira steðugt, og fleiri komu út at arbeiða, sigur Andrea Lervig. Nú ásannaði kommun- an, at okkurt mátti gerast. Spælipláss eru eingi til bernini, fjøra er eingin eftir, og á vegnum fær eingin gingið fyri bilum. So er bara fótbóltsvellur- in, og við hann skal barna- garðurin byggjast. Andrea Lervig heldur, at ekið er gott til barnagarð- in. Tað liggur mitt í bygd- ini, tætt við skúlan, og fri- ekið uttan um er stórt. randi