leygardagur 28. september 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Pensións-
hækkingar
TAÐ ER EIN ROYNDUR LUTUR, at
undir borgarligu samgonguni lá nógv
á láni. Eitt tað mest misrøkta mál var
almannalóggávan og flestøll munnu
minnast, hvussu borgarliga sam-
gongan í tvey ár drálaði við at dag-
føra fólka- og avlamispensiónirnar,
hóast javnaðarflokkurin strongdi á í
løgtinginum.
OMAN Å HETTA DRÅL, so dykti
borgarliga alternativið pensionistar-
nar undir í skatti og tollhækkingum,
soleiðis, at eingin pensionistur í land-
inum var førur fyri at fáa endarnar at
røkka saman. Hetta var sjálvsagt alt í
tráð við borgarligan politikk, sum jú
hevur sum høvudsendamål, at lata
tey ríku gerast ríkari, meðan tey, sum
lítið hava frammanundan, fáa upp-
aftur minni.
SOLEIÐIS ER TÍBETUR IKKI við hes-
ari sentrum-vinstrasamgongu, sum
ræður í Tinganesi. Henda samgonga
hevur sett sær fyri at minka um teir
verstu ójavnarnar í samfelagnum og
tað er sum ein liður í hesum starvi, at
farið verður undir at samráðast við
ríkismyndugleikarnar um tær harð-
liga tiltrongdu pensiónshækking-
arnar.
TAÐ SKAL VERA VÓN okkara, at
hesar samráðingar eydnast so mikið
væl, at vit fáa veitt teimum gomlu
Tillukku!
oddagrein
eina sømiliga pensiónsupphædd.
Hugsað verður fyrst og fremst um
hjún, sum í løtuni eru fyri álvars-
somum vanbyti.
MEN TAÐ ER IKKI NÓGMIKIÐ við
neyðturviligum hækkingum. Her
mugu onnur tiltøk til, tí fólkapension-
istarnir eru ikki væl fyri. Tað er ti
brådneydugt, at nakað verður gjørt
við skattin hjá fólkapensionistunum.
Samfelagið haltar framvegis við
skattalógini hjá borgarliga alternat-
ivinum. Eitt eyðkennið við tí skatta-
lógini er, at fólka- og avlamispens-
ionistar verða brandskattaðir, meðan
millióningar, spekulantar og rækju-
barónar dusa sær mest sum í feudal-
um skattafrælsi.
HETTA BER IKKI LONGUR TIL! Her
má vend koma í og tað sum skjótast!
Vit fara tí at heita á landsstýrið og
serstakliga á okkara skilagóða fíggj-
armálaráðharra um at gera nakað við
skattin hjá fólka- og avlamispension-
istum.
TAÐ SKAL JU IKKI VERA SO, at tær
hækkingar, sum vit vóna gerast veru-
leiki, verða etnar uppaftur í skatti, so
skjótt, sum tær eru komnar í gildi.
já
Vit vilja ynskja SSJ hjartaliga tillukku á
hátíðardegnum.
Í hesi heilsan er eisini ein tekk fyri tað
góða samstarv, ið S.U. altíð hevur havt við
SSJ. Hetta hevur verið eitt samstarv, ið
hevur verið báðum pørtum at gagni.
Tit hava verið tað felag innan FJ, ið aloft-
ast best hevur skilt meiningar og tiltek hjá
S.U. Hetta kemst helst av, at heimstaður
tykkara er í Suðurstreymoy, og at tit harvið
fyrst kenna tær rembingar, ið eru, og tað, ið
samfelag okkara tørvar.
Hjartaliga tillukku og góðan byr í fram-
tidini!
Vid Javnadarkvødu
S.U.
YVIRLYSING
P/F Sjoklædnavirkid
hevur 20 ár á baki, tá tað
fyri tveimum árum síðani
helt uppat.
Sjóklædnavirkið átti
Mammut-merkið, sum
bert var verumerki. Tá
gamla virkið var steðgað,
var annað felag sett á
stovn við tí fyri eyga at
føra partar av framleiðsl-
uni víðari.
Tað var hildið náttúrligt
at kalla nýggja felagið P/F
Mammut, tá hetta hevði
verið nýtt sum verumerki
á t.d. ulpunum i 7 ár.
Hóast navnið ikki var
ókent, gekk drúgv tíð til
at venja kundar okkara til
hesa umskifting.
Umleið eitt ár var farið,
og tilvenjingin var á ginari
leið, tá boð komu frá
einum donskum felag ið
kallaði seg A/S Mammut.
Danska felagið segði seg
eiga rættin til navnið
Mammut og at vit skuldu
gevast at nýta tað beinan-
vegin. Vit Togaðust við
teir í uml. eitt ár, men helt
sakførari okkara tå, at vit
vóru noyddir at geva
okkum og skifta navn.
P/F Mammut varð so
broytt til P/F Sjóklæðir,
sum er navnið vit nú aftur
noyðast at venja kundar
okkara til. Hetta er alt
annað enn stuttligt, og er
tað ikki legið um tað
ør tíðindablaðið sosíalurin Nr. 110 — 28. september 1985
melur fyri onkrum.
Felagið sum hevur veitt
okkum hesar trupulleikar
er danskt, hevur heimstað
í Næstved og eitur A/S
Mammut. Hetta sama
felag framleiðir tær í
Feroyum ikki ókendu
ulpurnar Muskox.
Vit falla tó ikki í fátt,
men meta, at henda at-
sóknin heldur fer at vaksa
um selu okkara, enn at
minka hana, tá vit nú fáa
greinað málið út og fólk
kenna samanhangin.
Við heilsan
P/F Sjóklæðir
box 46, Klaksvík
Takk til sjónvarpið
Nú eg sat og hugdi at
samreðuni við Astrid
Joensen, sum sjónvarpið
sendi um vikuskiftið, ógv-
aðist eg við, tá endað varð
við at siga, at Astrid ar-
beiddi sum húsmóðir. Eg
havi ongantíð fyrr hoyrt
nakran siga, at ein ar-
———————————————>D— ——————
beidir sum húsmóðir,
sjålvt um hetta er eitt
starv, man eigur at meta
høgt.
Vanlig samrøda imillum
fólk er, at man verður
spurdur, hvat man ger, og
svarar veg eri húsmóðir<,
og verður svarið, man fær
aftur »å, eg trúði tú ar-
beiddi«.
Eg gleddist um at sjón-
varpið nýtti hesi orðini og
vóni, at tey eisini gleddu
allar húsmeðrar í Føroy-
um.
Útiarbeiðandi
Eyðun í politiskum brimi
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrøv
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
Tað mundi koma sera væl
við hjá tær, Eyðun, at
motorurin á Ternuni
gjørdist í ólagi, tí alt síðan
hevur tú skrivað Dagblað
upp og Dagblað niður, um
tað út av lagi vánaliga
ferðasamband, id oyggj
okkara hevur.
Flokkur tin er fyri stutt-
um farin ur Tinganesi,
aftan å 10 åra styri (van-
styri) so um viljin var til
tess, tå hava tit havt góða
tíð at gjert eitthvert
munagott á hesum eki.
Tað má tí sigast vera í
tógvum tíma, at tú vaknar
til dá og dirvi, og sjálv-
andi er tað stuttligari at
sita og kalla, nú tit eru
slopnir í andstødu.
Nú hetta kveldið tú
slapp fram at útvarpstól-
inum á tingi, bar reiðiliga
av, tað tóktist okkum,
sum tekti tú ikki Sand-
oynna fyri berum brimi,
og hetta hevði sitandi
samgonga sjálvandi alla
skuldina av.
At oyggin er illa fyri frá
sjósíðuni er als einki nýtt,
men tú er so ein teirra,
sum hevur havt illa við at
fáa eyga á hesar trupul-
leikar. Tað er neyvan meir
enn ár síðan, at tú metti,
at ferjulegan í Kirkjube
loysti ell hesi vandamál.
Tá víst varð á, at fyrsta
treyt fyri bettum ferða-
sambandi, var at fáa skil á
Skopunarhavn, vóru tað
menn sum tú, ið slógu
hetta upp í glens. So at
eftir tíni fatan av viður-
skiftunum, hevði ferjan
ikki siglt Skopun-
Kirkjubø, men heldur
Kirkjubø-Kirkjubø. Men
nú stóð tú so og lamdi teg
um tey vánaligu havnar-
viðurskifti her í oynni,
meðan tú ikki nevndi
Kirkjube við einum orði —
sanniliga ein nýggjur og
umvendur Eyðun
Sjálvandi eigur tað til
eina og hverja tíð sitandi
stýri efstu ábyrgd av øll-
um, sum hendir á almenna
samfelagsekinum, eisini
maskin-
óneyðugt er
tá Ternan fær
brek, men
mær, tær at siga, at dag-
liga leiðslan av ollum, sum
eitur samferðsla her á
landi, er lagt í hendurnar á
tveimum superfólkafloks-
stovnum. Hin fyrsti er
Strandferðslan, undir
breiðari fólkafloksleiðslu.
Tínæst kemur Sam-
ferðsluráðið, hvers for-
maður er eingin minni enn
hin navnframi partamaður
tín — sjálvur Atli Jensen.
Óndar tungur vilja vera
við, at hann eigur hesa
nevnd — hevur sjálvur
uppfunnið hana.
Til hesar garpar átti tú
at vent tær, teir høvdu
óivað gingið ynskjum tín-
um á meti, tikið væl móti
partamanninum, sjálv-
andi hvat tá, ha?
Hervið hevði tú so
sloppið undan tí sjónleiki
tú hevur verið noyddur at
spælt í Dagblaði og Út-
varpi.
Landnyrðingur-eystan
BERGMENN
spæla allan
tónleik til dans
fyri rímiligan
penga.
TIf. 16134
|
+