Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-10-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. oktober 1985síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Teir »gomlu« kunnu enn Teir >gomlu<, sum onkur nevnir fimtu deild hjá HB, kunnu enn. Hetta fekk 5 deildarliðið hjá GI at merkja í teimum báðum finaludystunum Ísafjarðarsúlu- finalan er spæld — men enn ber ikki til at síga um nakar vinnari er funnin. Tað verður aðalfundurin hjá FSF, ið kemur at avgera um dysturin millum GÍ og NSI skal góðtakast. Nógv stríð hevur í ár staðist av føroysku steypakappingini - kappingini um Ísafjarðar- súluna. Á eykaaðalfundi i FSF fyrr í år varð avgjørt, at finalan skuldi spælast í Havn um 6lavsøkumund- ið, men av ti at feløgini i Havn mótmæltu hesum — og ikki minst av ti at Tórs- havnar byråd noktadi FSF at nýta vøllin — varð final- an av ongum. Størt strid stóðst av hesum, og hevur eingin í veruleikanum verið vitandi um hvat fór at henda. Í seinsatu viku gav FSF so boð um, at finalan skuldi spælast á vellinum í Fuglafirði sunnudagin. Fleiri mettu, at FSF við at leggja dystin til júst henda dag og stað gjerdi ímóti egnu samtykti síni, men áðrenn dystin høvdu bæði feløgini, ið komu i finaluna, NSI og GI, skrivað undir uppá, tey vildu spæla dystin í Fuglafirði og at tey góð- tóku at Súlan ikki varð handað vinnaranum aftaná loknan dyst, men at tað kom at vera aðal- fundur FSF, ið tekur av- gerð um finaluúrslitið skal hava gildi ella ikki. Aftur í ár vóru tað getu- menn, ið vunnu finaluna. Teir vinnu við fýra málum móti tveimum aftaná at teir í hálvleikinum hevdu verið á odda 2—0. Allan fyrra hálvleik hevði GI yvirvág í leiki og ikki vóru farnir meira enn fimm min, tá málsókni framherjin hjá GI, Símun Petur Justinussen nýtti verjuvillu hjá NSI til at leggja lið sítt á odda 1—0 Tiggju min. seinni økti Hans Leo i Bartalsstovu til 2—0, id eisini var hålv- leiksstødan. Gl-yvirvágin sá út til at halda fram í seinna hálv- leiki, tí ikki vóru farnir meira enn tríggir minuttir tá tað eydnaðist Magnusi Gregersen at ekja til 3—0 uppá ein »ripost« frá Petur Mohr. Nú væntaði ongin, at tað fór at verða nakar spenningur um úrslitið, men uppá tveir min. eydn- aðist NSÍ at minka til 2—3. Í 19. min. fekk NSI brotsspark tå Gl-leikari metti bóltinum, ið var á veg í málið, við hondini. Brotssparkið skeyt Eyðun Gaardbo í netið. Bert eitt minutt seinni minkaði Trúgvi Mortensen til 2—3. Nú vóru meguleikar fyri spennandi dysti, men tað vóru Gl-ararnir, ið vóru teir stinnaru og bert fimm min. undan leikloki eydn- aðist Hans Leo at ekja til 4—2, ið eisini varð enda- liga úrslitið Sostatt hevur GI vunnið finaluna í ár, men Nr. 36 1. oktober 1985 Tann fyrri, ið varð leiktur í Getu, vann HB 5—1, meðan tann seinni, ið varð leiktur á niðara velli í oysandi regni leyg- ardaign, endaði við 3—1 til HB. >Tempo'ið< var kanska ikki tað mesta ein hevur sæð í fótbólti, men tað teir »gomlu« resta í kvikleika, hava teir so sanniliga í fótbóltskynstri í staðin. Teir renna ikki óneyðugar túrar, avlever- ingarnar liggja har tær skulu og teir spæla mang an »kis-pus« við motstødu liðunum Fyri hesar »gomlu« er fótbóltur spæl har teknikkurin er settur í hásætið er neyðugt, tí tað ber veruliga eitt og tað neyvan til at fara upp í hægri „tempo hjá og kann tað tí stuttleiki at teimum vera ein hyggja at teimum. Medal- aldurin hjá liðinum liggur eitt ella annað stað omanfyri triati, men von andi halda teir fram nógv ár afturat Yngri læra nógv leikarar kunnu av at eygleiða hesar »gomlu« garparnar Aftaná dystin móti GI handaði Mortan Poulsen frá FSF steyp, ið Hallgrím Gregersen hevur givið, og medaljur til HB. Ef um teir hava ognad sær enn ein lut i Súluni verður aðalfundurin at avgera Heilt við sviðið soð vóru gøtumenn tó ikki teir fingu aftaná dystin sum teir fyrstu nakrantíð handaðar = skreytpengar sum tekin um avrik teirra Teir kann neyvan nakar so taka frá teimum Stór svimji- stevna í Klaksvík Um vikuskiftið var stór svimjistevna í svimjihøllini í Klaksvík. Umleid 100 ung- dómar í aldrinum tíggju til fimtan ár vóru við. Tey komu frá Flot á Toftum, Fugla- fjarðar Svimjifelag, Havnar Svimjifelag og ur vertsfelagnum, Ægir. Stevnan var ikki fyriskipad vid kapping í huga, men varð denturin í staðin lagdur á at betra tað tekniska stoðið hjá svimjar- unum. Svimjararnir fingu høvi at royna seg í ollum svimjigreinum, lærdu ymiskt um atburð og kappingarreglur og royndu seg eisini í startum og vendingum. Stevnan var væl eydnað og er ætlanin at skipa fyri fleiri seinni.