Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-10-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. oktober 1985síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AR en Nr. 111 — 1. oktober 1985 tiðindablaðið Sosialurin Síða 15 „Stríðiða í Kristiliga Fólkaflokkinum tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. Aftaná at landsstýrissam- gongan varð skipað í jan- uar, hevur Adolf Hansen roynt at billa fólki inn, at nakrir persónar (åtting- arnir), hava tikið valdið í Kristiliga Fólkaflokk- inum, Framburðs- og - Fiskivinnuflokkinum, og at Adolf Hansen av somu »åttingum« er settur uttanfyri. Eg kom uppí Fram- burðsflokkin áðrenn flokk- urin í 1978 legði saman við teimum, sum ætlaðu at stovna fiskivinnuflokk. Stóran part av tíðini havi eg luttikið í felags- arbeiði innan flokkin, og á fundunum 3., 4., og 8. jan- uar í ár, var eg fundar- stjóri. Eg skal tí royna at greiða nærri frá hesum máli: Í 1978 samdust Kjartan Mohr og Adolf Hansen um, at útróðrarmenn skuldu koma uppí flokkin, og at flokkurin hereftir skuldi eita Framburðs- og Fiskivinnuflokkurin. Hetta hendi aftaná at Adolf hevði verið for- maður í Meginfelag Út- róðrarmanna í nekur ár. Í 1980 komu aftur nýggjar kreftir uppí flokkin, og fleiri av hesum vóru á lista floksins sama ár. Í 1984 varð langa navnið gjørt uppaftur longri, tå »Kristiligi Fólkaflokk- urin« kom at standa frammanfyri gamla navn- ið. Navnabroytingin varð gjerd aftaná samráðingar millum N. P. Danielsen og Adolf Hansen. Adolf koyrdi øll onnur uppskot burtur, og segåi at vit skuldu atkvøda ja ella nei, um flokkurin hereftir skuldi eita KRISTILIGI FOLKAFLOKKURIN, Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokkur. Meirluti var fyri broyt- Á ólavseku 1984 boðaði Adolf Hansen legtings- formanninum frá navna- broytingini. Adolf skriv- aði undir einsamallur. Valið í 1984 gekk illa fyri okkara flokk, men kortini fór flokkurin við í samráðingar um skipan av landsstýri. 3. januar var fundur á . Hotel Hafnia, sum góð- kendi samgonguskjalið við ávísum broytingum. Fundurin varð uppafturtikin 4. januar, og á tí fundinum varð gjerd innstilling til ting- menninar, har umboð fyri 5 av 7 valdømum mæla til at landsstýrismaðurin kemur úr Norðoyum. Eysturoyar valdømi mælir til í sinum brævi, at Adolf Hansen verður landsstýrismaður. Mett vóru umboð fyri ell valdemini. Adolf vildi sjálvur fara í landsstýrið, og Tordur segði, at um so var, vildi hann styðja Adolf. Tingmenninir eiga enda- ligu avgerðina. Mánadagin 7. hevði Adolf slept ætlanini at gerast landsstýrismaður. Hvat var so at gera? Umboð fyri ell valdemi hevdu samtykt, at flokk- urin kundi góðkenna sam- gonguskjalið, og umboð fyri 5 av 7 valdømum mæltu til at landsstýris- maðurin skuldi verða úr Norðoyum. Men týsdagin boðaði Adolf frá, at hann hevði mist alt álit á Tordi Niclasen, samstundis sum hann kom við sínum egnu uppskotum til landsstýr- ismann (eitt um dagin í 3 fylgjandi dagar), — uttan at tosa við hin tingmann floksins, og uttan at virða tilmælið frá fundinum 4. januar so mikið sum tað pappír, tað var skrivað uppá. 8. januar varð aftur lýst til fundar. Á tí fundinum mettu umboð fyri ell val- demi, uttan Suðuroyar valdømi, av ti at teir sluppu ikki norður. Yvir 50 fólk vóru á fundinum. Hetta var ein í allar mátar siðiligur fundur. Adolf var ikki á fundinum. Fundurin endaði við, at gjørd var soljóðandi sam- tykt: »Fundurin samtykkir at geva Tordur Niclasen ålit- isvåttan og tekur undir vid ti landsstyrismanna- valevni, Tordur skjytur upp.« Á fundinum vóru 27 umboð við atkveðurætti. Atkvett varð við seðlum, og úrslitð var 21 ja og 6 blankar (Eysturoy). Formaðurin fyri Eystur- oyar Framburðs- og Fiski- vinnufelag læt teirra seðl- ar innaftur blankar, og segði at teir luttóku ikki. Spurningurin er sostatt ikki um at »åttingarnir« hava tikið valdið. Her er bert talan um vanligt demokrati. 21 av 27 at- kveddu ja, og 6 luttóku ikki. Samtyktin varð gjørd, av tí at fundarfólkið vildi geva tí tingmanni álitis- váttan, sum hevði brúkt demokratiskan framferð- arhátt. Her var ikki talan um »åttingarnar« og hini. Her var ikki talan um »Kristiliga Fólkaflokkin< mótvegis Framburðs- og Fiskivinnuflokkinum. Her var bert talan um eina demokratiska avgerð. Ella valið millum demo- krati og einaræði. Adolf varð valdur í Eysturoy, og tí meti eg tað vera heilt náttúrligt, at umboðini í Eysturoynni styði-ðu hann. Bert spell at Adolf ikki at enda vildi boyggja seg fyri = meirlutanum. Tá Adolf nú situr í andsteðu, er tað klárt í stríð við sam- tyktir landsfelagsins, og tað er sjálvgjert ! Adolf er ikki tveittur út í myrkrið av nekrum, — uttan av sær sjálvum. Aftaná hevur hann roynt gjøgnum blød og sjónvarp at fáa fólk at taka synd í sær. Adolf hevur virkað sum formaður síðan Kjartan Mohr legði frá sær. Juul hevur ongantíð valt Adolf til formann fyri tingbólk- in. Tað er bert í einaræðis- londum eystanfyri og vestanfyri, at formenn . sita í 6 ár ella meir uttan val. Í okkara flokki hevur tann tingmaður sum hevur flestar persónligar atkveður virkað sum for- maður. Hesaferð hevði Tordur Niclasen 173 Juul Jacobsen 114 og Adolf Hansen 113 Í Russlandi vóru orð Stalins lóg, í Týsklandi vóru orð Adolfs lóg, men í okkara flokki skal demo- kratiið ráða. Adolfsa tíð í Týsklandi er farin í seguna, og tað sær út til at Adolfsa eina- ræðistíð í okkara flokki er endað. Í hvussu so er, er flokk- urin ikki eitt >one mans show« longur. Tann tíðin er »definitivt« av. Ålvur Kirke i | | KFFFF ein klandursflokkur Tað vil so vera, at onkun- tíð tekur seg upp ósemja innan ein politiskan flokk. Men sovorðið klandur, sum ræður innan tann flokkin, sum skal eitast at vera kristin, hevur ein ongantíð sæð áður í Fer- oya segu. Framburðsflokkurin, ið seinni tók tilnavnið Fiski- vinnuflokkurin hevur altíð verið sera lítil. Helst av tí, at hann rætt og slætt ong- antíð hevur havt nakað sum helst veruligt í stevnuskrá síni. Roynt hevur verið við ymiskum snildum, sum t.d. at nýta kristindómin sum skálkaskjól. Men slíkt virkar bara ikki. Ein flokkur, sum als einki hevur at bjóða fólkinum, kann ikki fólksins. Nú er tað soleiðis, at politikarar standa ofta fyri skotum. Ofta av rett- um. Eg minnist fyri nekrum árum síðan, tá ið valfundir vóru í bygd- unum á Sandoynni. 5 flokkar legdu fram sjónar- mið síni. Rúkandi ósamdir sjálvandi, men hver flokk- ur hevði tó sina stevnu. Fiskivinnuflokkurin sum hann tá varð nevndur, hevði eitt umboð. Tað var eitt konufólk, sum stóð og geylaði um Sandoyar Meginskúla. Nú skal tað viðmerkj- ast, at als einki bagir nevnda skúla, men hvat hevur slíkt við politikk at gera. Hver kann velja ein fáa undirteku flokk, ið sýnir fram sum einasta umboð eitt konu- fólk, ið stendur sum eitt vitleyst og geylar um, at bernini fara at roykja, tá tey koma í meginskúla ? Hetta var so eitt demi. Men hvussu er nú. Hvat hevur hesin flokkurin at bjóða fram í dag? Einki uttan klandur. Nú skal hann eitast at vera kristi- ligur, og umboð hansara meyla um familjupolitikk og annað, sum teir als einki gera nakað við. Nei, eg haldi, at tit áttu at upployst flokkin í stað- in fyri at brúka navn Harr- ans til klandur. Slíkt hava vit nóg mikið av framman- undan. vanligur borgari Til Skúlan á Treðni ! Eg eri samdur við »ein harman deyvan«, sum hevur skrivað í øll blødini. Eg havi gingið i Spesial- skúlanum, har eg fekk lítið burturúr undirvísing- ini í føroyskum máli, lív- freði, plantufreði, landa- læru, enskum og týskum. Eg varð settur í klassan saman við blindum og orð- blindum. Eg skilt ov lítið av, hvat lærarin segði og undirvísti okkum, og hann dugdi ikki teknmál. Tá eg var liðugur við skúlan, var eg ikki var- ugur við, at eg varð illa undirvístur, áðrenn eg kom út í samfelagið og í deyvafelagið. Eg vil takka felagnum fyri nógvar góðar upplýsingar, sum hava kunnað meg nógv. Teknmálið hjá mær ekist stødugt, og eg skilji nógv betur í dag enn áður. Eg eri so harmur yvir, at tey deyvu í dag, sum Deyva- Ficher Heinesen skrivar: Eitt sindur um motorbåtar i Nordoyggjum Fyrsti motorbåtur, id kom til Nordoyggjar, var URANIA, ið hoyrdi heima á Húsum og kom í 1905 um várið — opin bátur. Annar Norðoyggjum NÓLSOYARPÁLL, sum handilin í Klaksvík átti. Triði bátur (motorbát- ur), var HAVFRÚGV- IN, ið átti at verið bygd áðrenn NOLSOYAR- PÅLL, men tå menn komu til Faktorin og vildu bileggja tilfar til henda båt, segåi Faktor- urin: »Nei, eg skal hava fyrsta motorbåt i Klaks- vik«, og so gjørdist einki har hjå hesum monnum, men teir góvust ikki so. motorbátur í var Í Svínoy var ein ungur maður, Óla Hans Hansen, av navni. Hesin skaffaði teimum tilfar, og Jákup bóndi, sum hevði bygdt NÓLSOY- ARPALL, fór nú undir at byggja HAV- FRUNNA, sum á sumri 1905 var í Íslandi og fiskaði. Tað, eg serliga ætlaði við hesi grein, var at siga frá línuspælinum. JARNHEYSUR og ROYNDIN (tann fyrri bygdur í Havn, tann seinni á Biskupsteð) komu samstundis fyrst í mars 1907. Teir tóku lut í várróðrinum, og fóru síðani til Íslands. Tá Jarnheysur og Royndin komu aftur úr ganga í skúlanum, fáa somu vánaligu undirvís- ing, sum eg havi havt fyrr. Eg vóni, at hetta bræv og brævið frá Deyva- felagnum hava gjert fólk varug við steðuna, og eg heiti á tykkum um at gera okkurt við tað, so tey deyvu fáa holla undirvís- ing. ein fyrrverandi deyvanæmingur frá 1970-unum. Íslandi, høvdu teir linu- spæl. Um Havfrúgvin, sum tá hevði verið 2 ár í Íslandi, hevði línuspæl ella ikki, tað tori eg ikki siga nakað um. Undir Ís- landi royndi ROYNDIN á tveimum stykkjum, meðan tað á Norðhav- inum bert er eitt stykki dýpi. Fyrstu ferð, at slapp við á Norðhavið, drógu teir við spæli. Aðru ferð, eg slapp við, byrjaðu teir at draga við spæli, men so etlaði hann veðrið, og so tóku teir av spælinum og fóru at draga við hond — spælið var so óstortligt, tað fjarðaði ikki eftir, so sum spelini í dag gera. Teir bátar, ið ikki fóru til Íslands, fingu sær ikki spæl, og tá teir, ið plagdu at vera í Íslandi um summarið, góvust við hesum, so fánaðu spelini burtur smátt av smáum, men í 20-unum komu tey afturíaftur í I 1700-talinum var maður, Símun Andrass- arsonur, í Mikla Framhald á síðu 16 15 200 rr a EN ASER: