Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-10-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. oktober 1985síða 20

‹ fyrra síða allar 20 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — Ivamál? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara Vit eru til reiðar! Javnaðarfólk mintust fyrsta formannin Leygardagin 28. september var stutt minningar hald í nýggja kirkjugarðinum í Havn, við grevina hjá Maurentius Viðstein. 25. september 1985 vóru liðin 60 ár síðan Suður- streymoyar Javnaðarfelag varð stovnað. Maurentius Viðstein var fyrsti formaður felags- ins og somuleiðis fyrsti tingmaður Javnaðarfloks- ins í Suðurstreymi, tá flokkurin stillaði upp til løgtingsval í januar 1928. Umboð fyri Javnadarflokkin og Sudurstreym- oyar Javnaðarfelag vóru hjástedd undir hátíðar- haldinum Tá kransarnir vóru lagdir, segði Jakup Linden- skov, tingformaður, at Maurentius Viðstein allar tíðir var kendur sum eldhugaður hugsjónar- maður. Hansara politiska stavnhald var sosial- isman við stovnanini av Javnaðarflokkinum gjørdist hann maðurin, ið førdi hugsjónirnar fram her í Suðurstreymi, sum liggja aftanfyri politiska stavnhaldið hjá Feroya Javnaðarflokki. Hansara politiska arbeiði í Javnaðarflokkinum gav úrslit, flokkurin fekk fastatekur. Stavn- haldið, at berjast fyri einum rættvísari samfelag og fyri betri korum hjá vanliga fólkinum, vóru hugsjónir, sum stóðu bjartar í boðskapinum hjá Maurentiusi. | Lysingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. MAURENTIUS S. VIÐSTEIN # 10-12 1892 + 17-5 1971 K |