leygardagur 5. oktober 1985síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hevur tú onkran spurning um sjónvarp. ella bert eina
viðmerking til sendingarnar, so ert tú vælkomin at
skriva undir hesum teiginum
Skriva til: Tíðindablaðið Sosiaurin, Sjónvarpsgluggin,
3800 Argir
| »Mikrofonterror«
Loyvi mær hervið at bera fram mitt sjónarmið um
ólukku skilið, sum nú valdar her á landi
Trupulleikin er, at vit nú líða undir tí, sum eg
kalli »mikrofonterror«, tí ein ongastaðni kann
verða í friði fyri útvarpi og sjónvarpi
Vitjar tú í grindum á almennum stovnum, so
| eg sigi fyri meg, missi eg tráðin, tá eg skal tosa
Í við fólk, tí útvarpið skróðar aftanfyri. Somuleiðis
um tú ringir onkunstaðni, so heyrist ikki manna
mál, tí tónleikurin rungar í horninum
Síðan sjónvarpið fór at senda sunnudag kl
14.00 ber heldur ikki til at eta døgurda í frið. Eg
haldi, at hetta er skilsmissugrund, at fólk lurta
eftir útvarpinum og hyggja sjónvarp frá morgni til
á midnátt
Á henda hátt nýtast fólk ikki longur at tosa
saman, tí tey alla tíðina skulu antin lurta ella
hyggja
Sjålvt førararnir á trukkum og lastbilum nýta
Walkmann, tå teir arbeiða og tað er ivaleyst eisini
vandamikið, tí teir hvorki hoyra ella síggja
Umborð á skipunum er tað nú eisini soleiðis
vorðið, at hátalarar eru allastaðni, og tú hoyrir
neyvan mannamál, tí alt lurtar eftir tí, sum floymir
; úrhátalarunum
| Viðvíkjandi liviviðurskiftunum á landi í mun til á
sjógvi, so haldi eg kortini, at tað er lættari at liva
umborð á skipunum har hava teir tó skiftivakt
og kunnu nýta teir tímarnar, teir ikki eru í arbeiði
Nú vil onkur halda, at tað ber til at trýsta á
útvarps- ella sjånvarpstøppin, um so er, at ein ikki
hevur áhuga fyri at hoyra ella síggja sendingar,
men her er veruleikin tann, at fólk fáa tað ikki upp
í lag. Tey sita til allar sendingarnar eru lidnar
At enda
Eri eg einsamallur um at kenna »mikrofonterror
ina?
énøgdur
Friggjakvøld kl. 21.00
Saturday
Night Fever
Filmurin »Saturday Night
Fever« er frå 1977 og varð
rættuliga væl umtóktur,
tá hann kom fram
Við hesum filminum
kom diskotekstónleikur
og nyggur dansur, sum
ungdómurin í ellum lond-
um tók til sín
Tað var eisini í hesum
filmi, at John Travolta
bleiv kendur. Hann hevur
leiklutin sum 19 ára gamli
Pony. Hann arbeiðir sum
krambakallur um dagin,
Tyskvøld k'. 22.20
Maðurin, sum
einki mintist
Løgreglan i Schweitz
finnur ein mann, sun
hevur mist minnid og
evnini til at tosa. Madurin
hevur eingi skjøl, sum
prógva hver hann er, og
hvaðani hann er ættaður
Tá legreglan hevur
sanntert seg um, at
maðurin ikki er eftirlýst-
ur, verður hann koyrdur á
eina psykiatriska deild til
viðgerðar.
A deildini verður maður-
in enn meira gåtuførur
fyri læknar og onnur
starvsfólk á sjúkrahús-
inum. Tað sýnist ikki at
vera brek á stemmubond-
unum og kortini kemur
ikki eitt orð frá manninum
Nr. 113 — 5. oktober 1985
Leygardagur 5. oktober
19.30 Børnini i Baker Street
20.00 Å synini
20.45 Orðið á borðið
21.20 Dreymur og veruleiki
21.50 Elvis
22.45 Loynitænasta 1
23.45 Liðugt
Sunnudagur 6. oktober
14.00 Loyniherurin 9
14.50 Gudstænasta
15.50 Gluggin (e)
16.30 Á sýnini (e)
17.15 Balletkapping
19.30 Joe Jackson jr.
20.25 Minnini um sluppirnar
20.45 Matador 24 (24)
22.10 Náttúrutýningin
23.05 Andakt
23.10 Liðugt
Týsdagur 8. oktober
19.20 Tíðindi fyri deyv
19.30 Barnasendingin
20.00 Dagur og vika
20.30 Drekahjartað
21.25 Amerika, sum eg síggi tað
22.20 Maðurin, sum einki mintist
(sweitziskur filmur,
ikki fyri smærri børn)
23.50 Liðugt
Hósdagur 10. oktober
19.30 Ítróttur
Fríggjadagur 11. oktober
19.30 Barnaløtan
20.00 Dagur og vika
20.30 Cosbuy & Co.
21.00 Saturday Night Fever
— am. filmur
22.55 Der Alte
23.55 Lidugt
men um kvøldid er hann
dansari å einum diskoteki
Tony hoyrir til katólska-
italienska minnilutan i by-
arpartinum. Hetta ber vid
sær, at hann ofta er i
hornatøkum vid puertori-
kanararnar, sum eisini
búgva har
Tony vil fegin sleppa
burtur haðani hann býr
helst vil hann flyta til
Manhattan, og útlit eru
fyri, at dreymur hansara
gongur ut
heldur ikki um hann fær
narkotisk evni ella heili
vág
Spurningurin er nú um
maðurin er sjúkur, dugir
hann ikki at tosa, ella vil
hann ikki? Ella heldur
maðurin læknar og starvs-
fókl fyri gjøldur?
Filmurin >Maðurin, sum
einki mintist< hevur fingið
heiðurslen og er víða
kendur.
Vinarligast send mær
(CC) BETA 3.stk. 295-
(1 VHS 3stk 295-
Tad er Kurt Gloor, leik- Nan re 7 -—
stjóri í Schweitz, sum Bústaður
hevur gjørt filmin, eftir
eini blaðsegu um ein
mann, sum hevði mist
minnið
Postnr 'byur
ØLM-handilin
Vit gera hvat vit kunna — og kunna tað. vit gers TH 11220 Seiumiðsteðin