leygardagur 5. oktober 1985síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Eittljós -
á
gøtu mini
v/Johs. A. Næs
»Eg eri uppreisnin og livid; tann,
sum tryr å meg, skal liva, um hann so
doyr.«
Heystið er komið. Heystið er tann tíðin, tå ið
greðin er staðin, tá ið urtir og blómur felna,
tá ið fruktirnar verða innheystaðar. Heystið
vísir okkum so skilliga, at alt her á jerð er
forgangiligt og hevur sína tíð. Eisini manna-
lívið hevur sína tíð, sín heystardag. Hin al-
máttugi Gud hevur mált okkum menniskj-
um hverjum sína tíð.
Einki er vissari enn tað, at ein dag sendir
Gud sín eingil at kvetta min lívstráð og ein
dag at kvetta tin. Summi av okkum fåa snar-
bod og summi verða tikin eitt sindur til viks
fyrst. Hetta kann vera tungt og ofta troysta-
leyst, men vita skulu vit, at hetta er Guds
verk, og hann hevur altíð bestu ætlan.
Í ellum lívsins viðurskiftum okkara — í
gleði sum í sorg, hevur Jesus givið okkum
hesi sælu orð um seg sjálvan: >Ég eri upp-
reisnin og lívið; tann, ið trýr á meg, skal liva,
um hann so doyr<. Lat so deyðans eingil
kalla okkara kæru burtur frá okkum — vit
eiga at halda fast við hesa kristnu vón: at
tann, ið trýr, skal aldri um ævir doyggja.
Paulus, apostul, sigur: >Lívið er mær Krist-
us, og deyðin ein vinningur< (Fil. 1, 21). Og
ein av kirkjufedrunum sigur: >Lat fíggindan
taka lív mitt, sálini kunna teir einki gera«.
Deyðin er tann síðsti fíggindin hjá ollum,
men honum, sum trýr, kann deyðin einki
gera, tí Jesus Kristus hevur við deyða sínum
vunnið hverjum av okkum eitt ævigt lív
heima í Guds ævigu bústeðum.
Við deyða Lazarusar spyr Jesus Marthu,
um hon trýr, at hann er uppreisnin og hitt
æviga lívið, og hon svarar: Ja! Gud gevi, at
tú kanst svara ja upp á henda spurningin frá
Jesusi — tá verður deyðin tær bara ein vinn-
ingur.
Væl veit eg, at vit menniskju eru fødd í
synd og liva í stríðnum við synd og fella ofta
fyri syndini; og vit hevdu verið illa stødd við
okkara synd einsamøll á deyðadegnum.
Men vit hava eina deyðadegnum.
Men vit hava ein náðigan Gud at seta okk-
ara álit til, og vit hava ein frelsara, sum vil
átaka sær syndabyrðu okkara, og sum vil
reisa deyða likam okkara upp til ævigt lív
við sær. — Latum okkum trúgva á hann !
SNIKKARI
Søkt verður eftir dugnaligum snikkara
at byrja beinanvegin ella eftir avtalu.
Snikkaravirkið undir Vara
TIf.12902 - 158 40
Gudstænastur 18. sunnudag eftir trinitatis
Havnar kirkja: Hans J. Joensen, konfirmatión
Vesturkirkjan: Hogni Poulsen, konfirmatión.
Hestur: Kjartan Mørkøre.
Kollafjørdur: Marjun Bæk kl. 16,00
Vestmanna: Marjun Bæk kl. 12.00
Kvivik: Martin R. Jacobsen kl. 12.00
Hosvik: Jåkup Magnussen kl. 11,00.
Funningur: Emil Olsen kl. 12,00, altargongd.
Oyndarfjørdur: Petur Petersen kl. 11,00, konfirmation.
Fuglafjørdur: Torkil Beder kl. 12,00, altargongd.
Klaksvík: Henning Bøgesvang, konfirmation.
Husar: Elsa Funding, altargongd.
Miðvágur: David Johannesen kl. 11,00, konfirmation.
Dalur: Jåkup R. Hansen kl. 12,00, altargongd.
Tvøroyri: Jónsvein Bech kl. 11,00, konfirmation.
Hov: Bjarni Bæk kl. 12,00, altargongd. Talvan gongur
fyri nýggja orglið.
Hvalba: Birgitte Hansen kl. 12,00, altargongd.
Kirkjutíðin i Gøtu, Fuglafirði, Leirvik og vid Norðskála
er broytt til kl. 12,00.
KFUK, Torshavn
Limafundur sunnudagin kl. 16,00 vid Ebbu Dam, hus
móður
Várgleði hevur fund mánadagin kl. 16,00 og kl. 20,00
mánadagin verður unghjunakvøld. Kjartan Mørkør«
prestur, tosar um evnið: Ungur at vera
Eftir drekka hevur Poul Arne Joensen undirhald
Evangeliska Reddin
Feroyska sendingin frá Trans World Radio, Monte
Carlo hoyrist hvert månakvøld kl. 21,45 GMT á millun
bylgju 205 m (1466 kHz)
Månakvøldid 7/10 talar Birgir Poulsen, Saltangará
Evni: »Hyggid maðurin !<. Sangur: Trio ur Betesda og
Ebenezerkórið
EJTRAPPUR
Vit gera øll sløg av innandura trapp-
um skjótt og væl. Biðið um tilboð.
P/F SNIKKARAVIRKIÐ í Grenlandi
J. Paturssonargøta, tlf. 1 4777, Tórshavn
Havnarfuti til
Sørvågs havn
Sekt verður eftir havnarfúta til
Sørvågs havn at byrja 15. november
1985.
Løn eftir avtalu.
Umsøkjari skal hava skiparaprógv
ella hægri nautiska útbúgving.
Nærri at vita um starvið fæst við at
venda sær til bygdarráðsformannin,
tlf. 32244.
Umsóknir skulu verða inni í
seinasta lagi 21. oktober 1985.
t
|
Sørvågs bygdaráð
Nr. 113
Munur er eitt orð, ið hevur verið brúkt nógv og
verður brúkt nógv.
Munur er á...
Tað er munur á monnum.
Hann hevur munin, hann er sterri.
Hasin báturin er munin fremri.
Tað gjørdi mær mun.
Hann gjørdi mun á teimum.
Mong onnur demi kundu verið nevnd, hvussu ið
vit brúka orðið munur.
Nú er so vanligt at hoyra og lesa, hvussu orðið
munur verður sett saman við mongum orðum, og
vit mugu sanna, at nógv er betur ósagt, tá verður
orðið brúkt í hvønnfalli í eintali — mun.
Í stóran mun er so vanligt at síggja og hoyra,
og tá hava vit altíð betri málbrúk at seta í staðin.
Avgerðin styrkir Bretland í stóran mum,
soleiðis stóð í blaðnum. Augerðin styrkir Bret-
land nógv. Avgerðin styrkir Bretland munandi,
skuldi heldur havt staðið.
Fólk í sterri mun fara at leggja til merkis
persónarnar heldur enn flokkarnar, teir umboða,
soleiðis helt onkur
Fólk fara heldur at geva sær far um persónarnar
enn flokkarnar, teir umboða; skuldu vit ikki
heldur sagt soleiðis?
Vit hava í alt ov lítlan mun ansað náttúruni
uttan um okkum, stóð skrivað.
Tróndur Olsen sigur í sangi sínum, Her er
dámligt í Føroyum:
Her er vakurt i Føroyum,
tó ov lítið vit geva ti ans.
Vit hava ov lítið ansað náttúrini uttan um
okkum. Vit hava ov lítið givið náttúruni uttan um
okkum ans, soleiðis kundi vit heldur sagt.
Vit gera hetta areiðið í stóran mun uttan len,
soleiðis varð greitt frá.
Vit gera hetta arbeiðið næstan lonarleyst (ella:
fyri einki).
Sv.T.
25. september fingu
Anna Maria Midjord
og Hilmar Samuel-
sen, Tórshavn, eina
dóttur.
26. september fingu
Mirjam og Victor
Carlsen, Tórshavn,
eina dóttur.
26. september fingu
Joanita Olsen og Jan
Jacobsen, RBituvík,
ein son.
25. september fingu 23
Ebba og William ;
Hansen, Velbastað,
eina dóttur.
september fingu
Elsa og Elmar Simon-
sen, Hvannasundi, ein
son.
25. september fingu
Margretha Jacobsen
og Harjinder Singh,
Syðrugetu, eina døtt-
ur.
29. september fingu Lis
og Karl A. Arge, Tórs-
havn, eina dóttur.
30. september fingu
Elisabeth og Tummas
Joensen, Skúvoy, ein
son.
25. september fingu
Elin og Herman Ol-
sen, Sandi, ein son.
5. oktober 1985
Re