týsdagur 8. oktober 1985síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 37 — 8. oktober 1985
ITROTTAVEDDING
Í FÓTBÓLTI £3
41. Leikvika
Vikuskiftið 12. - 13. okt. 1985
Glostrup IC -
Randers Freja FC
Herning -
Svendborg -
Aa
Viborg -
B 1913
Ovara liðið er heimaliðið
Ein atletiskur tigari, Hodori nevndur av
navni, verður maskottur fyri teir olympisku
leikirnar í Seul í Suðurkorea í 1988.
Tigarin avloysir ta russisku bjernina og ta
amerikansku ernina, sum vóru maskottar í
ávikavist 1980 og 1984.
Hodori er gjørd í ikki minni enn 58 ymiskum
útgávum, sum skulu »symbolisera« 23 ymisk-
ar ítróttargreinar undir leikunum.
Harafturat fer tigarin at prýða alt PR-tilfar
og oll handilslig tiltøk frá fyrireikarunum av
OL-stevnuni.
2. deild
Síða 9
Soleiðis vedda vit...
1. AGF —Brendby 1X2:
Fyrsti dystur á veddingarsedlinum hesa ferð er
millum AGF og Brøndby, sum eru tey liðini, sum
hava bestu meguleikar at gerast meistarar í Dan-
mark í ár. Brondby liggur á odda við 35 stigum,
meðan AGF liggur sum nr. 2 við 32 stigum. Tað
kann vera ringt at meta um úrslitið av hesum
dystinum, men vit velja at heilbeta.
2. B93—Esbjerg X2:
Her er talan um tvey lid, sum liggja i nidaru helvt
av kappingini. Esbjerg er tó ikki i nøkrum vanda
fyri at flyta niður enn, meðan B93 liggur á næst-
niðasta plássi. Esbjerg plagar ofta at spæla javnt
á útivelli, og tað verður kanska eisini hesa ferð,
men um vinnari verður funnin í dystinum, verður
tað helst Esbjerg. Vit hálvbeta dystin.
3. Brønshøj— Ikast FS IX:
Vit eru framvegis í niðara enda. Bæði liðini vunnu
um vikuskiftið, men Brønshøj liggur betur fyri.
Vit meta Brønshøj at fara at vinna henda dystin,
men tað er kanska klókt at rokna við einum javn-
leiki, so vit hálvbeta.
4. Herfelge— Kastrup 1:
Hesi bæði liðini liggja miðskeiðis í donsku 1.
deild, og liggur Kastrup fremri við trimum stig-
um. Kastrup hevur fingið tey stigini, sum eru
neyðug fyri at tryggja sær pláss í deildini kom-
andi ár, meðan Herfelge enn hevur meguleika at
flyta niður. Vit meta tó, at Herfelge fer at standa
seg væl í hesum dystinum, og vedda teimum sig-
urin.
5. Hvidovre—OB 1X2:
Hvidovre liggur rættiliga illa fyri, og teir skulu
gera nakad fyri at tryggja sær plåss i 1. deild
komandi ár. Men OB kann til tíðir svíkja, so í hes-
um dystinum kann alt henda. Vit leggja út við at
vedda javnleik, men klókt kann vera at heilbøta
hendan dystin.
6. Næstved —B 1903 1:
Næstved liggur í ovarå enda av kappingini, og
hevur besta meguleika at vinna hendan dystin.
Hóast B 1903 bert liggur stutt niðanfyri Næst-
ved, so meta vit ikki, at teir fara at gera so nógv
um seg í hesum dystinum, at teir fara av stað við
báðum stigunum. Vit vedda Næstved sigurin
7. Vejle—Frem i:
Frem tapti um vikuskiftið á heimavelli móti
Næstved, sum liggur verri fyri enn tir. Hinvegin
liggur Vejle á 3. plássi, og um teir framvegis
skulu hava meguleikan at ogna sær meistara-
heitið í ár, so hava teir ikki ráð at lata nakað av
stigunum frá sær, so vit vedda sigur til Vejle.
8. AB-Horsens IX:
So eru vit komin til 2. deild. Hesi bæði liðini liggja
niðri í botni í 2. deild, og bæði hava harðliga brúk
fyri stigum. Bæði liðini taptu um vikuskiftið. Vit
meta AB at hava betra meguleikan fyri sigri or-
sakað av heimavelli, men velja at hálvbeta við
javnleiki.
9. Glostrup—Randers Freja 2:
Botn- og topplid. Glostrup liggur næstnidast og
Randers Freja næstaovast. Tad skuldi sostatt
ikki verið so stórur ivi um, hvat ein eigur at vedda
henda dystin. Fyri okkum er tað í hvussu er eitt
trygt 2—tal.
10. Herning — Kolding +
Hetta eru tvey jøvn lid, og tey liggja eisini rætti-
liga jøvn i støduni. Harafturat er Herning eitt
sterkt lid å heimavølli, so vit vedda teimum sigur,
men tann varni veddarin kann kanska hålvbøta
vid einum krossi ?
11. Svendborg — AaB 1;
Eisini tvey lið, sum liggja sera jevn. Svendborg er
eitt avgjert álítandi lið á heimavelli, so vit vedda
teimum sigurin, háost hini teknini kanska ikki
skulu gloymast.
12. Viborg —B 1913 2:
Síðsti dysturin á veddingarseðlinum hesa ferð er
millum Viborg og B 1913. B 1913 liggur rættiliga
væl fyri, so vit halda, at vit róliga kunnu geva
teimum eitt 2-tal, hóast teir hava útivell.
Hondbolts-
skipanin
Hondbóltssamband Føroya hevur givið út
skipan fyri hondbóltslandskappingina í vetur.
Bóklingurin er 122 síður til steddar, og í
innihaldi fevnir hann fyrst og fremst um teir
hondbóltsdystir, sum verða leiktir í vetur.
Harumframt standa kappingarreglur o.t.
eisini í bóklinginum, umframt yvirlit yvir
vinnarar í teimum ymsu bólkunum í árunum
1943 til 1985 og úrslitini av ellum hondbólts-
landsdystunum, føroyingar hava spælt.