hósdagur 10. oktober 1985síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Framhald av síðu 11
sum kundi fingið ekonomi
í slíka roynd, vildi verið
Havsbrún í Fuglafirði, tí
teir kunnu útnytta spill-
hitan eisini.
Tað er annars einki duls-
mál, at SEV dámar lítið at
einstek virki sjálvi fram-
leiða orkuna, tí hetta ger,
at SEV missir góðar og
stórar kundar.
Klæmint Weihe: — Vit
mugu fyrst gera okkum
greitt, at Bacalao sum so
ikki framleiðir streym,
men at teir ístaðin fyri at
brúka streym hava ein
dieselmotor, ið rekur ein
skrúvukompressara.
Hetta vil tí vera nakað
eðrvísi, enn um talan var
um at framleiða el eisini.
Grundarlagið tikið
undan SEV
— Men vit skulu standa
sum felagsgevari fyri alt
fólkið í Feroyum og
verður so tað góða
grundarlagið tikið undan
okkum, so sum virkini, ið
keypa nógvan streym, so
fer tað bara at hevna seg
inn á onkran annan, og tað
haldi eg ikki er rímiligt.
Stødan í dag er tann, at
tey mongu virkini eru
bestu og lættastu kund-
arnir hjá SEV. SEV-
stjórin vísir á, at teir
sjálvandi ikki kunnu
nokta virkjum at gera
ílegur í slíka orkufram-
leiðslu, men so skulu tey
bara vita, at SEV fer ikki
at standa klárt sum ein re-
serva fyri tey.
Hann sigur eisini, at
hvat Bacalao viðvíkur, so
hevur SEV fyri nekrum
árum síðani bygt ein
transformara bert til Ís-
virkið og gjert eina stóra
iløgu í hesa.
— So ganga nekur fá ár
og hetta inntekugrundar-
lag verður tikið undan
okkum. Hetta kennst heilt
evugt, sigur SEV-stjórin.
— Ein kann ikki vænta,:
at vit skulu gera nakað
lukreativt fyri eitt virki
samstundis sum SEV skal
standa sum garantur fyri
eina drift.
Vit kunnu ikki útbyggja
okkum anlegg, soleiðis at
tey til eina og hverja tíð
koma at svara sínar
skyldur, tá tann besti
parturin av inntekugrund-
arlagnum verður tíkin
burtur.
Trúgvi ikki Bacalao
fer at framleiða
streym eisini
Vit spurdu Klæmint
Weihe, um SEV ætlar at
nokta Bacalao streym, um
ólag kemur í teirra egnu
orkuframleiðslu.
— Tað skal eg ikki út-
tala meg um í dag. SEV
skal jú rekast sum ein
forrætning soleiðis at oll
fáa sum mest burtur úr,
men hvat ein ger í slíkum
føri, tori eg ikki at siga,
men eg trúgvi kortini ikki,
at Bacalao fer so langt
sum til at framleiða
streym eisini. At teir raka
ein skrúvukompressara
við einum dieselmotori er
so ein heilt annar spurn-
ingur.
Vakstrarhús
framleiðir streym
Annars vísir Klæmint
Weihe á, at í dag verður
tann politikkur brúktur,
at allir brúkararnir skulu
gjalda líka nógv fyri kWt,
líka mikið um hann kostar
5 kr. at framleiða á einum
plássi og 50 oyru á einum
eðrum stað.
Men hendir nú tað, at
tað betra grundarlagið
verður tikið undan hesi
fyritøkuni, so er ein
noyddur at umhugsa steð-
una av nýggjum.
— Her er tað so spurn-
ingurin, um meirkostn-
aðurin vit fáa við at nakrir
av okkara sterstu kundum
sleppa okkum, skal býtast
javnt yvir allar teir
kundar sum eftir seru. So
koma útjaðaragkini uppá
seg at gjalda meira og tað
verður tá uppaftur tyngri
hjá teimum.
Tað eru tó virki, sum
longu framleiða streym
sjálvi og koyra hann inn á
netið hjá SEV. Vakstrar-
húsið í Sandavági hevur í
eina tíð framleitt streym
og latið hann inn á SEV-
netið.
Vit spurdu Klæmint
Weihe, hvat SEV hevur at
siga til hetta. Hann sigur,
at SEV hevur havt eina
munnliga avtalu um at
gera eina roynd við at
kanna orkuframleiðslu
burtur úr vatninum, sum
rennur framvið vakstrar-
húsinum. Henda roynd
verður helst víðkað soleið-
is, at SEV og Orkuráðið
saman fara at gera eina
kanning.
— Kunnu vit gera kann-
ingar og vit harvið fáa
betri grundarlag at
byggja eina heildarmetan
á av hesum spurningi, so
eru vit ikki ímóti tí.
Í dag er tað so, at
vakstrarhúsið í Sandavági
hevur turbinu og hita-
pumpu, sum fær orkuna
frá vatninum í ánni nær-
hendis. Teir fáa bíligt
heitt vatn, sum upphitar
alt vakstrarhúsið og á
henda hátt spara teir
nógva olju til upphiting.
Aftrat hesum hava teir so
eisini sett ein generator til
anleggið til at framleiða
streym við. Streymurin
fer so allur inn á netið hjá
SEV. Avtalað er, at SEV
skal keypa streymin frá
vakstrarhúsinum fyri 44
oyru kWt, men vakstrar-
húsið má so gjalda van-
ligan kostnað fyri tann
streym tað brúkar tvs.
umleið 1.30 kr. fyri kWt.
Ímóti framleiðslu
av elorku
Vit spurdu Klæmint
Weihe, hvussu SEV fer at
fyrihalda sær, um nú
kanningarnar, sum skulu
gerast, vísa, at tað er sera
gott ískoyti fyri smærri
virki sum eitt nú vakstrar-
húsið skulu brúka nógvan
streym, at tey sjálvi fram-
leiða henda streym.
Til tað sigur hann: —
Min prinsipiella støda er
tann, at ein eigur ikki at
geva loyvi til framleidslu
av elorku inn á netið hjá
SEV lutvíst orsakað av
trygdartrupulleikum og
Síða 12 tíðindablaðið (505 alurin Nr. 115 — 10. oktober 1985
lutvist vegna presedens-
vandan.
— Tad kann ju henda, at
ein heilt missir tamar-
haldið á slikari streym-
framleiðslu. Nakað annað
er so, at virku sum hetta
brúka vatnið til upphit-
ingarendamál í samband
við hitapumpur.
— Tað hevur ikki verið
nakað dulsmál, at SEV
hevur ikki verið ov fegið
um, at virki sjálvi fram-
leiða sín streym, men hava
tit hótt virki, sum hava í
umbúnað at framleiða
streym ?
— Tað er ikki okkara
uppgáva at hótta nakran.
Men vit hava loyvi til at
siga okkara hugsan.
jan
Lystiliga prentar
| estra ]
i Gøtu, tlf. 41085
Vit gera hvat vit kunna —
og kunna tað vit gera.
SEV tekur prinsippavgerð um brúksrættin til vatnið
Loyva smoltsteð
í Miðvagi at
brúka vatn úr
KER
[TI AT]
A til Cornet?
3
2
Leitisvatni
Få GX ;* I
Herfyri var fundur millum
SEV og stigtakararnar til
eina stóra smoltsteð í Mið-
vági um rættindini til at
brúka vatn úr Leitisvatni
til smoltframleiðslu.
Klæmint Weihe, stjóri í
SEV, sigur, at teir á fundi
num komu til eina prin-
sippiella semju um nýtsl-
una av vatninum.
— Vit tilskila okkum
rættin til fyrst at brúka
vatnið til orkuframleiðslu,
og so lata vit vatnið víðari
til alarar, sum kunnu
brúka vatnið til smolt-
framleiðslu.
ARNFIN JUR SETBERG
Spurningurin um rættin
til vatnið í Feroyum er
vorðin rættiliga aktuellur,
nú alarar hava so stóran
terv á tí til eitt nú smolt-
framleiðslu, og somuleiðis
nú ávís virki meta, at tey
kunnu hava fyrimun við
at brúka vatnið til egna
orkunýtslu.
Hvat viðvíkur smolt-
spurninginum so hava
fundir verið millum SEV
og Aliráðið, sum eru
komin samt um at arbeiða
víðari við málinum.
Hvat viðvíkur teirri
stóru smoltsteðini, sum
ætlanin er at byggja í Mið-
vági, so hava stigtakar-
arnir fingið flestu loyvini
og tervaði teimum so nú
eina tilsegn frá SEV um
loyvi til at brúka vatnið,
sum SEV annars tilskilar
sær fyrsta rættin til.
Nú SEV so hevur latið
við seg koma í hesum
ávísa málinum, tervar so
ætlaðu smoltsteðini í Mið-
vági bert endaligt loyvi
frá myndugleikunum.
Blaðið hevur frætt, at
umsóknin liggur í Aliráð-
num til viðgerðar. Tað
hevur ikki eydnast okkum
at fáa fatur á Edmund
Joensen, sum er ein av
stigtakarunum til hesa
ætlanina.
Fyrsta rættin
Vit hava annars spurt
Klæmint Weihe, SEV-
stjóra, hverjar lógir ella
reglur SEV heldur seg til,
tá tað snýr seg um rættin
til vatnið.
Hann vísir á, at SEV
hevur fingið eina konsess-
ión dagfest 5. okt. 1963,
sum gevur SEV rættin til
at nýta vatnið til vatn-
orku.
— So kann ein sjálvandi
tulka tað sum ein vil, og
tað hava vit eisini gjert á
fundi við Aliráðið, og vit
hava tosað við legfreðing-
arnar í landsstýrinum um
hetta. — Tað er vist eingin
ivi um, at um SEV fyri-
skrivar sær rætt at brúka
vatnið til vatnorku, so
hevur man fyrsta rættin
til tað og so kemur hitt
aftaná.
— Men, leggur Klæmint
Weihe aftrat, — eg meini,
at alispurningurin er so
týdningarmikil fyri sam-
felagið, at vit eiga at finna
fram til eitt samarbeiði.
Har kunnu vit so brúka
vatnið til orkuframleiðslu
fyrst og so kunnu aðrir
brúka tað til smoltfram-
leiðslu aftaná. Tað skuldi
verið so líka til.
Klæmint Weihe leggur
aftrat, at tað eru eki, sum
SEV ikki hevur áhuga fyri
og tað eru eki, sum SEV
vil brúka og sum slolt-
alarar ikki sleppa at
brúka. Hetta mugu so
partarnir finna fram til.
jan