leygardagur 12. oktober 1985síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Lækni hevur
gjørt uppskot
um vegabygging
— ein tunnil — 160 metrar til longdar, kann loysa ferðslu-
trupulleikarnar við Landssjúkrahúsið.
ge
Í
i
——
Í fleiri ár hevur verið tosað
um ferðsluviðurskiftini
við Landssjúkrahúsið,
sum er ótolandi fyri eitt
nú Rektardeildina, eins og
til og fráferðarvegurin er
so vánaligur, at illa slepst
aftur og fram.
Nú er stóra útbyggingin
á Argjum og norðuri í
Havnardali komin til, og
ferðslan fleirfaldað.
Kortini er eingin loysn
fingin á málinum.
Fyri stuttum læt Óli
Mikkelsen, yvirlækni á
Landssjúkrahúsinum upp-
skot til Teknisku Nevnd
Býráðsins, um at gera
ein veg gjøgnum sjúkra-
husøkid. Við at spreingja
vegin niðan undir klett
móti Statshospitalinum,
ber til at leggja ein part av
vegnum undir heilt.
Nr. 116 — 12. oktober 1985
Talan eru um strekki,
sum bert er 160 metrar
langt
Óli Mikkelsen, sigur við
Sosialin, at tað er
átrokandi at fáa loyst
málið. Av tí at henda
loysnin er kostnaðarlítil,
og tí hon ikki nervar
meguliga útbygging fleiri
ár fram í tíðina, vil hann
mæla til, at uppskotið
verður tikið við í umhugs-
anini, tá farið verður undir
bygging.
Ronald Poulsen, formaður
i Teknisku nevnd Byråd-
sins, sigur við Sosialin, at
hann hevur fingið upp-
skotið fra Ola Mikkelsen,
har eisini undirskriftir frá
starvsfólkunum har, eru
heftar við
Vit hava fingið fleiri
uppskot ein fýra í tali,
og vit fara um stutta tíð at
viðgera tey, sigur Ronald
Poulsen.
Uppskotini
Vegagerð undir
sjúkrahúsinum
bert umvæling av nú-
verandi vegi, síðan eitt um
tunnilsbygging og so tað
frå Ola Mikkelsen, sum
eisini er eitt
tunnilsvegi.
— Hetta uppskotið
kann væl lata seg gera,
samstundis sum tað ikki
nervar tunnilin, sum
gongur frá Landssjúkra-
húsinum niðan á Stats-
hospitalið.
Meiningarnar um hesi
uppskot eru ymisk, tó at
eingin avgerð er tikin enn.
eru
Lands-
annað er
slag a
Í summar varð sett ein
nevnd, sum skal arbeiða
við endurskoðan av
ferðsluviðurskiftunum í
kommununi, sigur Ronald
Poulsen.
Í nevndini sita: Gunnar
Hoydal, Vegg Guttesen,
tvey umboð fyri Anders
Nyvig, arkitektafelag og
tvey umboð fyri Lands-
verkfrødingsstovnin.
Henda nevndin er farin
til verka.
Nevndin er óvildug og
skal geva tilmæli um m.a
berghol byggingar í Kal-
baksbotni og nýggju út-
byggingina í Tórshavnar
Kommunu, sum krevja, at
veganetið verður endur-
skoðað
Henda nevndin skal
eisini viðgera uppskotini
til vegagerðina við Lands
sjúkrahúsið. Tá kemur
uppskotið hjá Óla Mikkel-
sen eisini við, sigur Ron-
ald Poulsen
Dagny
Ístaðin at fara oman um Landssjúkrahúsið við nýggju vegabyggingini, ber til
at gera ein veg, sum skal spreingjast niðan móti klettunum við Statshospit-
alið. Vegurin kann leggjast undir heilt og nervar ikki útbyggingina fyri
stovnin í mong år. Hertil er hann bert 160 metrar til longdar og sostatt ikki
kostnaðarmikil
Stovnandi fundurin útsettur:
Foroya Undirhalds-
tónleikarafelag
— er ikki liðugt við fyrireikingararbeiðið.
Stovnandi fundurin í Fer-
oya Undirhaldstónleikara-
felag, sum skuldi verða 13.
oktober, er útsettur til
næsta sunnudag tann 20.
oktober.
Arbeiðsbólkurin, sum
hevur arbeitt við mål-
inum, sigur við Sosialin,
at teir ikki eru lidnir við
fyrireikingararbeiðið, sum
er ógvuliga umfevnandi.
— Vit vilja hava alt í
lagi, so limirnir — so
nógvir í tali, sum gjerligt,
fáa meguleika at fáa boð
um fundin í góðari tíð.
Feroya Undirhaldsfelag
skal virka fyri at veita
tónleikarum og eðrum
limum innan undirhald
semilig kor at virka undir.
Higartil hevur nærum
verið soleiðis, at einstak-
lingurin, sum spældi til
dans, noyddist at seta
pening til, hóast arbeitt
varð um næturnar og í
vikuskiftunum.
Hetta vilja feroyskir
tónleikarar ikki longur
lata sær lynda. Úrslitið
hevur tí verið, at bert 10-
15 tónleikabólkar hava
spælt til dans, síðan A-
skattaskipanin varð sett í
verk. Tónleikararnir fingu
meguligan vinning av
ítrivi í vikuskiftinum, lagt
omanå lønarposan, sum
teir vinna i gerandisdeg-
num.
Arbeiðsbólkurin sum
hevur arbeitt fyri at
stovna Feroya Undir-
haldstónleikarafelag, sig-
ur við Sosialin, at teir
meta at umleið 300 fólk
kunnu gerast limir í fel-
agnum. Eisini skemtarar
og plátuvendarar eru væl-
komnir í felagið. Fyribils
hava teir nevnt felagið
Feroya Undirhaldstón-
leikarafelag, men at heitið
á felagnum fyrst verður
avgjret, tá fundurin hevur
verið.
Stovnandi fundurin
verður í Havnar Klubba,
sunnudagin 20. oktober,
klokkan fýra seinna-
partin.
Dagny