Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-10-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. oktober 1985síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 22 1 Í I I Eitt ljós , a ) gøtu mini v/ Johs. A. Næs »Savnid tykkum gripir i himli, har sum hvørki mølur ella rustur etur, og har sum tjóvar ikki bróta inn og stjala.« (Matth. 6,20). Tá ið Kristus varðar okkum ímóti at savna gripir á foldum, so er tað ikki ein ávaring um ikki at spara. Nei, hann eggjar okkum í orði sínum til í gudsótta at vera sparnir. Eitt gudsbarn eigur ongantíð at oyða burtur ognir sínar, eigur ongantíð at fara um tær við gáloysi ella at liva í fagnaði og góðgæti Tá ið Jesus mettaði fimm túsund menn í oyðimerkini, fekk hann matin ógvuliga lætt- liga. men kortini bað hann lærisveinarnar um at henta saman molarnar, ið vóru til av- lops Vit síggja, at tað er ikki tað at spara ella tað at savna, sum Jesus varðar okkum ímóti. Nei. Jesus talar her sum altíð um sinnalagið Og tað, ið Jesus er ímóti, er eitt slíkt sinna- lag, sum savnar fyri at eiga og fyri at gerast ríkur og fyri at njóta. Jesus sigur okkum her og aðrar staðir ógvuliga skilliga, hvussu hitt rætta sinnalagið fer um tað, ein eigur og sparir saman. Hann sigur, at vit skulu hava okkara ognarlutir her á fold til at savna okkum gripir í himlinum við. Soleiðis eggjar hann okkum beinleiðis til at brúka okkara ognar- lutir til at vinna okkum vinir, sum skula koma okkum ímóti í teim ævigu bústeðum. Hugsa um hetta hverja ferð tú hittir eitt menniskja, ið hevur hjálp fyri neyðini. Tað vil stuðla tær at offra við gleði. Eg skilji Jesu orð soleiðis, at alt er skipað á tann hátt, at tað, tú gevur av kærleika, bæði tíð og arbeiðsmegi, matur, klæði og peningur, verður skrivað tær til góðar í himl- inum — eisini so lítið sum ein koppur av køldum vatni, sigur Jesus. Men vil onkur gera hetta bert fyri at fáa nakað til góðar, tá dregur Jesus slíka gerð munagott frá. Tann, sum gevur av sjálvgóðsku, hevur longu fingið løn sína, sigur hann. Hann fekk tøkk- ina, tá ið hann gav, men hjá Gudi eigur hann einki til góðar. Læknavaktirnar Tórshavn: Alvur av Kák, tlf. 12557, Suðuroy (horður): Tlf. 71560 Suðuroy (suður): Tlf. leyg- ; 73030 ardag og Kaj Kalls- berg, tlf. sunnudag. 13150, Tannlæknavakt Torshavn Brådfeinginshjålp fæst i dag og i morgin kl. 13.00-14.00. Tlf. 14544. Eysturoy: Pól Johs. í Horni, tlf. 44038, leygardag og Petur Reinert, tlf. 23106, sunnudag. Norðuroyggjar: Jasp- ur Petersen, tlf. 56400 Vágar: TIf. 32413 tíðindablaðið Gudstænastur 19. sunnudag eftirá trinitatis Havnar kirkja: tians J. Joensen, altargongd, (skriftar- mål kl. 19 10; Vesturkirkjan: Høgni Poulsen, altargongd Argir: Kjartan Mørkøre Vestmanna: Jåkup Magnussen kl. 11.00, konfirmation Haldørsvik: Marjun Bæk kl. 12.00 kirkjuna Gøta: Torkil Beder, altargongd Nes: Jåkup Kass kl. 11.00, konfirmation Oyndarfjørdur: Petur Petersen kl. 18.00, altargongd Selatrad: Petur Petersen kl. 12.00, altargongd Bøur: David Johannesen kl. 12.00, altargongd Talvan gongur fyri Sørvågur: David Johannesen kl. 17.00 Skopun: Jákup R. Hansen kl. 11.00, konfirmation Sandvik: Birgitte Johannesen kl. 12.00 Tvøroyri: Jonsvein Bech kl. 11.00, altargongd Vágur: Bjarni Bæk kl. 11.00, konfirmation I øllum kirkjum i Våga prestagjaldi gongur talvan til frama fyri nyggja kirkju i Keypmannahavn. Norea Radio Danmark Millumbylgja 1467 kHz kl. 19.30—19.45 Mánadagin: »Kristen livsglæd« Sangir Norsku sendingarnar eru hvønn dag kl. 8.00 å stutt bylgju. 31 metra-bandinum (9,6 MHz Evangeliska Røddin Førovska sendingin frå Trans World Radio, Monte Carlo hovrist hvert månakvøld kl. 21.45 GMT á millum bylgju 205 m. (1466 kHz) Månakvøldid talar Påll å Dul, Klaksvik Evni: »Og tey verða rættvisgjørd Sangur: Ebenezerkórið Í Tað kunngerst fyri ætt og vinum, at okkara kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi Joen Jacob Jacobsen (Jóan Jakku á Brúnni) andaðist á Landssjúkrahúsinum hósdagin 10. oktober, 90 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Getu kirkju mánadagin 14. oktober kl. 14.00. Familjunnar vegna Anna og Poula Vegna feriu verður salongin stongd frá 14/10- 21/10. Annfinnur Norðbúð TIf. 55178 | Nr. 116 — 12. oktober 1985 Ógvuliga mong eru demini, tá ið »uttan mun til« verður sagt. Í øllum førum er tað betur sagt eðrvísi, ella »i mun til« er ikki i setninginum. Uttan mun til veður, so verður fundurin í morgin úti, soleiðis stóð í einari lýsing. Hvussu veðrið verður, so verður fundurin í morgin úti, skuldi heldur havt staðið í lýsingini. Hermenninir hava játtað at virða avgerðina hjá kongressini, uttan mun til hvussu hon verður. Hermenninir hava játtað at virða avgerðina hjá kongressini, hvussu augerðin so verður. Munnu flestu fólk ikki siga soleiðis ? Uttan mun til, hvat ið stendur í blaðnum, so vísir tað seg, at tað verður selt, segði ein maður, teir kjakadust um blød og blaðskriving. Maðurin skuldi heldur sagt: Hvat ið so stendur í blaðnum, so tykist, sum tað verður selt Ein sosialistur er sosialistur, uttan mun, soleið- is var ein yvirskrift orðað. Ein sosialistur er sosialistur, ið hvussu so er. Ella kundi verið sagt, sum maðurin segði um hestin og prestin. Maðurin segði: Ein hestur er ein hestur, og ein prestur er ein prestur. Ein sostalistur er ein sosialistur. Sv.T. Tøkk Eg vil ikki nevna nøkur åvis, hvørki i alfabet- iskum ella kronologiskum ordan, men eg upp- dagadi tann 25. september, at eg havi ein håp av vinum, bæði i Føroyum og her niðri. Eg havi fingið blómur, telegrammir og gávur í rugvuvis. Men eg kann ikki lata vera at nevna mínar góðu vinmenn, Tummas Mikal Smith og Hanus Andr- eassen, fyri teirra vekru orð, sum eg las í Sosial- inum Síðani orki eg ikki at nevna nevn, tí tey eru so nógv — bæði frá familju og vinunum, men túsund takk allir góðir vinir fyri heilsanir. i Kærar heilsur Hasse Bærentsen Bispebjerg Parkallé 45,2 2400 København SV EITRAPPUR Vit gera øll sløg av innandura trapp- um skjótt og væl. Biðið um tilboð. P/F SNIKKARAVIRKIÐ í Grønlandi J. Paturssonargøta, tlf. 1 4777, Tórshavn