týsdagur 15. oktober 1985síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 38 — 15. oktober 1985 Síða 11
Danskir fótbóltsáskoðarar:
Vanliga
»roligans«, men
tó onkur
»hooligan«
Í morgin hittast Noreg og Danmark i einum *
sera týðandi HM-dysti. Um 7.000 danir eru te
farnir til Noregs at síggja dystin. Sepp Piontek 4
er ónggdur við donsku tíðindatænastuna. '
Í Bretlandi hava teir fót-
bóltsáskoðarar, ið oyði-
leggja dystir og elva til
harðskap o.a.t. fingið
navnið »holligans« og
er hetta orð, ið nú verður
nýtt vanliga kring allan
vesturheimin. Tað er tí-
verri vorðið alt vanligari,
at fótbóltsáskoðarar fara
til hendurs og elva til
álvarsligan ófrið — tíverri
við deyðsúrslitinum í fleiri
forum — og var tað tí
gleðiligt, at danskir
áskoðarar til EM í Frak-
landi sýndu avbera góðan
atburð — hóast fleiri av
teimum drukku stórar
negdir av rúsandi legi.
Danir gjørdust kendir
sum glaði og vinsælir
áskoðarar og fingu teir
m.a. eina serstaka >Fair-
play< gávu frá UNESCO
fyri hetta
Flosku-tveitan
Fyri at vísa, at danska
sinnalagið ikki liggur til
harðskap, byrjaðu donsk
blaðfólk at nýta orðið
»roligan« um danskar fót-
bóltsáskoðarar, og hetta
orð hevur eisini verið sera
hóskandi líka til síðsta
mikukveld, tá danir
»bert« greiddu javnleik
móti Schweiss. Tá gjerd-
ist ein av áskoðarunum í
Idrætsparken so mikið
uppestur, at hann grýtti
eina flosku eftir linjuverj-
anum. Tíbetur rakti hann
ikki og áskoðarar, ið stóðu
rundan um hann »hand-
tóku< hann beinan vegin
og hildu honum til log-
reglan kom á staðið og fór
við manninum.
Uttan iva fær DBU eina
bót frá FIFA fyri hesa
floskugrýtan.
Dagin eftir kundi eitt av
stóru donsku blødunum tó
boða frá, at æran hjá
donsku »roligunum« var
bjargad. Ti visti seg, at
maðurin, ið hevði tveitt
fløskuna búði i Schweiss.
Hann var føddur i Dan-
mark og hevði eisini búð
har til hann var 10 ára
gamal, men var síðani
fluttur til Schweiss og
hevði nú búð har í fimtan
ár. Sjálvur segði hann, at
hann var vorðin uppestur
av eini avgerð hjá linju-
verjanum, ið gekk móti
scheisiska liðinum.
Noreg
Møguleikarnir hjá Dan-
mark fyri at sleppa vid til
Mexico eru framvegis
góðir, men um danir ikki
fáa stig móti Noreg í
annadkvøld, so kann tað
gerast torfert. Hetta vita
danir og hava ikki færri
enn 7.000 danir tryggjað
sær atgongumerki til
dystin í Noreg. Tá tað
bert eru pláss til 18.000
áskoðarar kring vellin,
verður kanska tann minni
munurin á åskodarastudl-
inum til liðini.
DBU hevur bert fingið
2.000 atgongumerki at
selja, men nógvir danir
hava sjálvir verið í
Noreg og ognað sær merk-
ini, umframt at eitt stórt
reidari, ið eigur ferjur, ið
sigla millum Noreg og
Danmark, hevði fingið
fatur á 2.000 atgongu-
merkjum. Reidariid hevur
síðani selt ferðaseðlar har
ein hevur havt megu-
leika fyri at ogna sær at-
gongumerki til dystin,og
vóru hesir ferðaseðlar
seldir beinanvegin.
Sepp Piontek
og blødini
Annars hevur danski
landsliðsvenjarin, ið jú
hevur ávísar trupulleikar
við liði sínum, ið íkki
hevur skotið nakað mál í
teimum trimum seinastu
landsdystunum, havt at
donsku ítróttarfjolmiðl-
unum.
Hann sigur, at donsku
blødini viðgeradystir og
leikarar á slíkan hátt, at
vanligi fótbóltsáskoðarin
fær ta áskoðan, at tað
als ikki ber til at Danmark
ikki sleppur við til
Mexico. Hann mælir til,
at fólk sissa seg og sigur,
at einki er avgjert fyrr enn
síðsti dysturin í innleið-
andi umfarinum er spæld-
ur
Og at Piontek hevur
grein í sínum máli er einki
at ivast í. Hetta kom í
hvussu er týðuliga til
sjóndar, tá Mexico varð
rakt av herviliga jarð-
skjálvtanum. Tá hevði
eitt av donsku bloðunum
ruddað forsíðuna fyri —
við reyðum, feitum 15 cm.
høgum stavum — at siga
lesarum sínum, at nú var
tað hent: »Katastrofe —
Sepp Piontek syg, ind-
lagt«, meðan herviligi
jarðskjálvtin bert varð
umreddur niðast í horn-
inum, í einum timm cm.
høgum tidindastubba, har
blaðið boðaði frá, at tað
hevði verið >Jordskælv í
LJ
sg"
Mexico, 10.000 mennesker
omkommet«.
Hetta er tad, id ein vid
at nyta fremmant mål
bert kann kalla »fotbolts-
hysteri og proportionsfor-
vrengning« (Orsakad
Årni).
Vónandi koma vit øll
viðhaldsfólk hjá danska
landsliðnum skjótt niður á
jørdina aftur og ásanna, at
fótbóltur »bert« er ein
itrottargrein og ikki nakar
halgidómur.
*
Nærum helvtin av HM-
tjodunum er greið
24 tjóðir at luttaka í endaligu HM-
dystunum í fótbólti, ið verða í Mexico
næsta ár, og er nú greitt, hvorjar ellivu av
hesum verða. ;
Hesar ellivu tjóðir eru Vesturtýskland,
Bulgaria, Spania, Póland, Ungarn, Bras-
ilia Argentina, Uruguay, Canada og
Mexico sum vertstjóð og Italia sum ver-
andi heimsmeistari.