týsdagur 15. oktober 1985síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16 tíðindablaðið $0Si urin Nr. 117 — 15. oktober 1985
Atli Dam, løgmadur:
SEV er væl
áleiðis við
at avlaga bú-
skaparumsteður
kommununnar
Atli Dam, legmaður > Hendir tað, at vit mugu skamta,
vildi eg mælt Klæmint Weihe til at pakka sekk sín, tí tá
er »spekulationin« í gislatøku miseydnað
VÓNANDI vakna ánarar SEV's —
kommunurnar — skjótt og átaka sær
ta ábyrgd, tær í letuni hava latið
nøkrum »ekspertum« í hendi sigur |
Atli Dam, legmaður í hesi samreð- |
uni, sum lutvíst er eitt aftursvar til |
Klæmint Weihe SEV-stjóra, sum
hevur úttalað seg til bæði Dimma-
lætting og Sosialin.
LØGMAÐUR vísir á, at landsstýrið
hevur roynt at fáa SEV at sam-
arbeiða um at gera kanningar av
einum skilabetri orkuprojekti longri
uppi í hæddini í Eysturoynni. Slíkt
samarbeiði hevur SEV ikki ynskt.
NÚ skipar landsstýrið so fyri hesum
alternativu kanningunum.
LØGMAÐUR vísir eisini á, at SEV
hevur ikki loyvi til Eiði 1 og 3 men til
eitt minni projekt, sum eitur Eiði C.
HANN vísir á, at SEV í veruleik- |
anum er farið undir alt Eiðisproj-
ektið t.v.s. 1,2,3 og 4 og tað hevur |
SEV onga heimild til. |
EISINI sigur legmaður, at lands-
stýrið fer ikki at geva loyvi til fíggj- |
an av Eiði 1 og 3, fyrr enn fleiri |
alternativar kanningar eru gjerdar.
OG skal SEV útvega sær fígging, so
má tað fáa peningin uttan um lands-
stýrið, sum heldur ikki fer at loyva
SEV at hækka prísirnar fyri at fíggja
eina útbygging.
Hesa seinastu tíðina hava
tíðindi frammi í
fjølmidlunum um, at SEV
hevur verið tarnað í vatn-
orkuútbyggingini í Eyst
uroynni, tí landsstýrið
gav landsverkfreðinginum
verið
boð um, at SEV íkki
skuldi sleppa at brúka
boriútgerðina hjá land-
inum
Stjórin í SEV, Klæmint
Weihe, hevur úttalað seg
til Dimmalætting og Sosi-
alin og sagt, at hann skilir
ikki, hvi teir ikki kundu
brúka útgerðina meira.
Vit hava vent okkum til
Atla Dam, legmann og
spurt hann, hví landsstýr-
ið tók hetta stigið.
Atli Dam sigur:
Samgongan gjørdi tid-
liga i år semju um eina
tunnilsbyggiætlan sum
segði, at i heyst boraði
minna boriútgerðin tunnil
til Sumbiar, og hin sterra,
sum nýtt varð í Leirvíkar-
bergholinum, skuldi móti
ársenda bora imillum
Signabe og Kaldbak
Sostatt skuldi ongin
boriútgerð verið tek, men
av eini ella aðrari orsek
kom nýliga frá umsiting-
ini ætlan, sum sýndi, at
tað bleiv ikki byrjað at
borað móti Sumba fyrr
enn í juni 1986, og at
Signabetunnlin var flutt-
ur fram í tíðina.
Um hetta er misskiljing
ella tað hevur samband
við terv SEV's dugi eg
ikki at siga, men lands-
stýrið segði sjálvandi
beinanvegin, at slíkt
kundi ikki góðtakast, og
at vendast skuldi í stund-
ini aftur til upprunaætlan-
ina.
Hartil kemur, at var
nøkur útgerð tek, vildi tað
verið hin størra, sum væl
ikki kann vera so hent til
at bora teir klenu tunnl-
ar, sum landsstýrið metir
tað lítla projektið í
Eysturoynni hevur brúk
fyri
Sum kunnugt hevur
landsstýrið bíðið SEV
umhugsa eitt annað pro
jekt í
hægri liggjandi goymslu
og hátrýstturbinum, tí
hetta kostar minni og
gevur 50-70% meira orku
Tað vildi tí verið sjálvs
mótsegn at lænt SEV út-
gerð til at fremja eina út-
bygging, sum landsstýrið
heldur er ein skeiv ílega.
Eysturoynni við
Skilaleyst
projekt
— SEV-stjórin sigur, at
landsstýrið ger fortreð.
Hverja viðmerking hevur
tú til tað?
— Tað er beint tvertur-
ímóti. Vit hava gjert okk-
um ómak at fáa SEV at
ganga inn fyri skilabetri
loysnum í orkuútbygging-
ini. Landsstýrið hevur
boðið SEV alt neyðugt
ess at
kilabetri pro
kanna eitt
ekt, ið krevur klænri
tunnlar og annars liggur
hægri!
Landsstýrið hevur eis
ini boðið sær til at hjálpa
til at útvega lagaligastu
figging, og um tað kostaði
meira at fáa fatur á teirri
meirorku, sum liggur
hægri uppi, so at veita
stuðul til hetta.
SEV hevur ikki ynskt
hetta samarbeidi, men
tvørturimoti troðkað,
trýst og trumfað eitt
skilaleyst projekt igjøgn-
um, sum kostar hundraðir
av milliónum og lítla og
onga orku gevir.
Yvirtulkan
av loyvi
— SEV-stjørin sigur, at
teir hava fingid loyvi frå
undanfarna landsstyri at
útbyggja vatnið. At hetta
landsstýrið ikki tekur
Landsstýrið hevur biðið SEV umhugsa eitt annað projekt í Eysturoynni. Tað vildi tí verið sjálvmótsegn at lænt
SEV útgerð til at fremja eina útbygging, sum landsstýrið heldur er ein skeiv ílega sigur Atli Dam, legmaður.