týsdagur 22. oktober 1985síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 39 — 22. oktober 1985
Síða 9
ITROTTAVEDDING
Í FÓTBÓLTI $3
43. Leikvika
Vikuskiftið 26.-27. okt. 1985
Deild
AGF -
Lyngby
1. deild
B 1903 -
Esbjerg
Frem -
OB
Herfølge -
Brønshøj
Kastrup -
Ikast FS
Næstved -
B 93
Vejle -
Hvidovre
Birkerød -
Randers Freja FC
Heming -
Svendborg
Kolding -
AaB
Silkeborg -
AB
12 Viborg -
KB
Ovara liðið er heimaliðið
Flogbóltssamband Føroya:
Óheppi vi
meistara
deildini
Í ár roynir FBF seg fyri fyrstu ferð við serstøkum
meistaradeildum fyri kvinnur og menn, men
longu nú eru ávísir trupulleikar komnir í hjá
Soleiðis vedda vit...
1. AGF Lyngby 1X2:
Nógv bendir á, at hetta er dysturin um hver gerst
nr. 2 í donsku 1. deild í ár, tí 1. plássi rekka tey
neyvan. Og tað er ógvuliga opið, hvert teirra
vinnur, hóast AGF hevur betra møguleikan á
heimavelli. Men liðini liggja rættiliga jevn í
toppinum, so vit velja at heilbøta dystin.
2. B 1903 — Esbjerg I:
Bæði liðini liggja nokk so jøvn i miðjuni, so vit
rokna neyvan við útisigri til Esbjerg. B 1903
stendur til at vinna á heimavelli, men tað kann
helst ikki síggjast burtur frá meguleikanum, at
hesin dysturin endar við einum stigi til hvert
liðið. Men vit leggja út við heimasigri.
3. Frem — OB 1X2:
Frem liggur i niðara enda, meðan OB liggur í
miðuni av 1. deild, so vit byrja við einum krossi.
Men tað kann vera sera klókt at taka allar tríggj-
ar meguleikarnar við, ella um vit hálvbeta, so
hevdu vit valt javnleik ella útisigur. Vit velja tó
her at heilbeta dystin.
4. Herfølge — Brønshøj 1:
Bæði liðini eru niðan fyri miðuna í 1. deild, og eru
bæði uttan fyri vanda at flyta niður. Herfolge
liggur betri fyri enn Brønshøj, so vit meta, at
hesin dysturin endar við heimasigri.
,
5. Kastrup — Ikast K':
Tað er ikki fyri styrkina hjá Ikast, at vit meta teir
at hava so góðan meguleika. Teir liggja í løtuni í
vanda fyri at flyta niður, so teir mega gera nakað
heilt stfot, um teir skulu halda fram í 1. deild.
Kastrup liggur harafturímóti í ovaru helvt, men
hava kanska onki at berjast fyri, og kanska
kemur hetta Ikast til góðar?
6. Næstved — B 93 I:
Næstved er liðið millum øll á hesum veddingar-
seðlinum, sum hevur besta møguleika at vinna.
Teir liggja í letuni væl fyri at koma millum liðini,
ið fáa heiðurstekin og sleppa at spæla í toto-
kappingini næsta ár. B 93 liggur harafturímóti í
botninum, uttan meguleika at sleppa undan at
flyta niður. So her meta vit okkum at vera
tryggar við einum I-tali.
eðrum harðari mótsteðu.
Liðini í meistaradeildini
koma at spæla fýra dystir
ímóti hverjum eðrum.
Tveir undan jólum og
tveir eftir jól.
Sjey í 1. deild
kvinnunum. Tvey lið hava tíkið seg úr kapping-
ini og hevur FBF tí gjørt av at flyta enn eitt
Fleyr-lið upp
Meistaradeildin í flogbólti
hevur fingið eina óhepna
byrjan hjá kvinnunum.
Fimm lið eru í meistara-
deildini, men longu tíðliga
í summar boðaði KÍF frá,
at tey tóku seg úr deildini.
Og so seint sum í farnu
viku hevur kvinnuliðið hjá
Fylkir eisini tikið seg úr
kappingini.
Hetta kom flogbólts-
sambandinum heldur dátt
við, tí landskappingin
byrjaði leygardagin.
Við trimum liðum kann
meistaradeildin ikki
spæla, og flogbóltssam-
bandið avgjerdi tí at flyta
eitt lið upp úr fyrstu deild.
Tað liðið sum stendur fyri
at flyta upp er Fleyr B.
Sostatt skal Fleyr B
setast í kappingarskránna
ístaðin fyri Fylkir, meðan
allir dystirnir har KIF er
annar > parturin, fella
burtur.
Flogbóltssambandið
hevur avgjert at seta eina
meistaradeild á stovn í ár,
við fimm teimum bestu
liðunum í, fyri at royna at
hækka steðið tann vegin,
tí roknast kann við, at hesi
lið fara at geva hverjum
Tað at Fleyr B flytir upp í
meistaradeildina, fer aftur
at fera broytingar við sær
í fyrstu deild.
Tað hevði borið illa til at
flytt eitt lið úr 2. deild upp
í 1. deild og eitt lið úr 3.
deild upp í 2. deild, tí so
hevði FBF verið noytt at
leggja alla kappingina um,
og tað eru ikki stundir til
nú.
FBF kann bert harmast
um, at fyrsta deildin
verður skerd frá byrjan av
og at meistaradeildin
skuldi vera fyri sovorðn-
um trupulleikum longu frá
faðingini av
7. Vejle —Hvidovre 1;
Vejle liggu rovarlaga í 1. deild, men teir hava ikki
fingið ov góð úrslit í seinastuni. Um vikuskiftið
taptu teir eisini móti oddaliðinum. Men hin vegin
so liggur Hvidovre í botninum, klárir at flyta
niður, so lítil ivi man ver aí at rákið helst fer at
venda fyri Vejle og teir vinna hendan dystin.
8. Birkered — Randers 2:
Vit eru nú komin til 2. deild. Har er steðan tann,
at Birkered er tryggur niðurflytari, meðan Rand-
ers liggur ovarlaga í 2. deild. So lítil ivi man vera í,
at tað verður útisigur í hesum dystinum.
9. Herning — Svendborg 1:
Vit eru nú komin til 2. deild. Har er steðan tann,
at Birkered er tryggur niðurflytari, meðan Rand-
ers liggur ovarlaga í 2. deild. So lítil ivi man vera í,
at tað verður útisigur í hesum dystinum.
9. Herning — Svendborg 1;
Herning er eitt sterkt lið á heimavelli, og teir
liggja eisini í tí betra endanum av 2. deild. Svend-
borg liggur niðan fyri miðjuna, og ter megna
neyvan at vinna hendan dystin úti.
10. Kolding — AaB 1;
Hesi bæði liðini liggja jevn í miðuni av 2. deild,
men AaB hevur verið eitt rættiliga hepisleyst lið
á útivelli. Koldin skuldi verið eitt hampiliga gott
boð upp á vinnaran í hesum dystinum.
11. Silkeborg — AB +
Hesi bæði liðini liggja bæði nidarlaga í 2. deild.
Silkeborg liggur betur fyri, meðan AB fer í 2
deild. AB megnar neyvan at taka Silkeborg á úti-
velli hendan dystin, so vit vedda heimasigur
12. Viborg — KB 2:
Seinasti dysturin á veddingarseðlinum hesa ferð
er millum oddaliðið KB og Viborg, sum eisini
liggur millum ovastu liðini. KB hevur havt góð
úrslit alt ár, so tað er næliggjandi at vedda teir
sum vinnarar. Men tá tað er gjert, er kanska vert
at ahva í huganum, at Viborg er liðið, sum hevur
klárað seg eina best í heyst, so kanska átti
javnleikur at verið tikin við inn í myndina eisini.
Men vit leggja út við útisigri.