hósdagur 24. oktober 1985síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 121 — 24. oktober 1985
Norðmenn
ynskja
loft á
foroyska
rækjuveiði
við Svalbard
Norska Reiðarafelagið hevur sent skriv til
myndugleikarnar, har teir ynskja sterri
eftirlit við eitt nú
foroysku og grøn-
lendsku rækjuveiðini við Svalbard.
Um ikki so langa tíð byrja
samráðingar um sínámill-
um fiskirættindi. Samráð-
ingarnar við norðmenn
fara uttan iva at vera
torferar — skulu vit ganga
eftir teirri umreðu, sum
eitt nú føroyski fiski-
skapurin við Svalbard fær
í norsku fjølmidlunum.
Nú um dagarnar hevði
norska fiskivinnublaðið
»Fiskaren« grein um fiski-
veiðina hjá útlendskum
skipum við Svalbard. Tað
er norska reiðarafelagið
„Fiskebátredernes For-
bund<, sum hevur vent
sær til bæði norska fiski-
vinnufelagið og »Norges
Fiskanlag« og til fiski-
málaráðið og uttanrikis-
málaráðið viðvíkjandi
spurninginum um út-
lendska veiðu við Sval-
bard, íroknað teirri
føroysku.
Reiðarafelagið ynskir,
at myndugleikarnir í
teimum komandi sam-
ráðingunum um síná-
millum fiskirættindi seta
sterri krev fram um eftir-
lit við fiskiveiðini í Sval-
bardsonuni.
Í einum skrivi frá Reið-
arafelagnum verður m.a.
sagt, at tann legfreðiligi
rætturin og skyldan, sum
norðmenn hava viðvíkj-
andi eftirliti við fiska-
stovnunum í Svalbardson-
uni hevur ikki givið norð-
monnum tað eftirlit, sum
annars er ynskiligt.
Fiskiveiðan
nógv ekt
Víst verður á, at fiski-
veiðan hjá eðrum tjóðum
við Svalbard er munandi
ekt hesi seinastu árini.
Serliga verður víst til
grønlendsku og føroysku
rækjuveiduna og sponsku
toskaveiðuna. Hvat við-
víkur norsku veiðuni í
hesum økinum, so er tað
ein heilt onnur steða, vil
Reiðarafelagið vera við.
Orsakað av at nógv eki í
Barentshavinum eru
stongd, tí ov nógv av
toska- og hýsuyngli hevur
verið uppi í veiðini, hava
norðmenn verið noyddir
til at fiska meira í Sval-
bardsonuni enn higartil.
Sum nakað nýtt nevnir '
stýrið í Reiðarafelagnum
tann vaksandi portugis-
iska fiskiskapin við Sval-
bard. Teir hava so kortini
gingið við til at gera av-
talu við norðmenn um at
fiska í mesta lagi 2500
tons av toski í Svalbard-
sonuni.
— Tann týdnigarmesti
spurningurin í framtíðini
verður, í hvussu stóran
mun Noreg megnar at
hava eftirlit við teirri út-
lendsku veiðini — í eini
steðu, har fleiri av fiska-
stovnunum verða sera
nógv troyttir. Roknast
kann við at tað i 1986/87
møguliga verða veidd
millum 50.000 og 100.000
tons av toski í økinum.
Reiðarafelagið vísir so á
fýra tjóðir ella bólkar av
tjóðum, sum hava rætti-
liga ymisk áhugamál við
Svalbard, og sum norð-
menn hava ymsar megu-
leikar at hava eftirlit við.
Grenland
Hvat viðvíkur
grenlendsku rækjuveiðini,
so hevur talan higartil
bert verið um eina »spor-
adiska« veiðu. Tað verður
nú upplýst, at ein gren-
lendskur verksmiðjutrol-
ari fiskar tosk í Svalbard-
sonuni. Grenland hevur
annars framt eina sera
stóra útbygging av fiski-
flotanum, ið fyri stóran
part er farin fram í Noregi
við sera lagaligum fígg-
Norska Reiðarafelagið vísir á, at bæði feroyingar og grenlendingar hava og eru í ferð við at útbyggja fiskiflotar
sínar, sum serstakliga skulu fáa urtøkuna við Svalbard. Normenn óttast, at feroyingar og grenlendingar eisini fara
at fiska tosk í Svalbardssonuni
ingartreytum.
Orsakað av tí vánaliga
útlitinum fyri toskaveiðu í
Grenlandi er grund til at
óttast, at grenlendingar
fara at ekja munandi um
bæði rækju- og toska-
veiðuna í Svalbardsonuni,
sigur Reiðarafelagið.
Feroyar
Hvat viðvíkur Feroyum,
so sigur felagið, at teir
stóru feroysku rækju- og
toskatrolararnir kunnu
ikki vera veiðina við Sval-
bard og í Barentshavinum
fyriuttan.
Feroyingar hava fingið
toska- og lodnukvotu frá
norðmonnum og russum í
Barentshavinum, tilsam-
ans 30.000 tons av lodnu
og 7000-8000 tons av
toski/hýsu. Við Svalbard
fiska feroyingar rækjur.
Feroyingar eru so gott
sum útihýstir í Grenlandi.
Annars hava feroyingar
bygt fleiri nýggj verk-
smiðjuskip í Noregi við
sera lagaligum fíggingar-
treytum. Í letuni verður
ein ætlan gjørd um at
byggja 16 nýggj fiskiskip.
8-10 av teimum verða
helst bygd í Noregi. Øll
hesi skipini skulu klåra
seg vid at fiska vid Sval-
bard og i Barentshav-
inum. Tað eru tí av álvara
orsekir til at bera ótta fyri
ektari toskaveiði við Sval-
bard, sigur Reiðarafelagið.
Spania/Portugal
(EF)
Víðari verður sagt, at
Spania hevur verið stersta
hóttanin við teirri stóru
toskaveiðini. Hetta kemst
so av tí, at landið er úti-
hýst í Kanada. Spania
hevur annars ein fiski-
flota, sum eftir stuttari tíð
kann økja sína veiðu heilt
nógv, um hetta verður
neyðugt.
Portugal hevur í sínum
kvotasamráðingum við
norðmenn avmarkað sína
veiðu til 2500 tons av
toski. Norðmenn meta
ikki, at nakar vandi er við
hesi veiðuni.
EF hevur í veruleik-
anum góðtikið at >skikka
sær væl< í Svalbardeki, tá
talan er um tosk, tí kvotan
í norskum eki norðan fyri
627N eisini fevnir um
fiskiveiðu við Svalbard.
Tað sama er galdandi fyri
lodnu. Tá talan er um
rækjur, hava tað verið
„sporadiske tillep< til
franska, bretska, italska
og danska veiðu. Negdir-
nar hava kortini verið
smáar.
Reiðarafelagið vísir ann-
ars á, at tá Portugal og
Spania koma upp í EF 1.
januar 1986 verða helst
betri meguleikar at fáa
eftirlit við fiskiveiðini við
Svalbard.
Eystanlond
Um eystureuropeisk lond
verður sagt, at eitt nú Bul-
garia og Eysturtýskland
hava eina avmarkaða
veiðu í Svalbardsonuni.
Neyvan er orsøk til at
halda, at hesi londini sam-
an við Pólandi fara at
skapa serstakar trupul-
leikar í framtíðini.
— tí, sigur Reiðarafelag-
ið, at tað verður neyðugt
at virka fyri, at sterri
eftirlit fæst við fiski-
veiðini hjá Grenlandi,
Feroyum og EF í Sval-
bardsonuni.
— Hóast bæði Fiski- og
Uttanríkismálaráðini
leggja stóran dent á hesar
spurningar, so er helst
neyðugt, at vinnan sjálv
eisini framhaldandi leggur
trýst á myndugleikarnar.
Hetta er serliga aktuelt,
nú veiðan hevur verið so
góð. Hvat viðvíkur bæði
Grenlandi og Feroyum, so
kunnu norðurlendskar
metingar koma við inn í
myndina, metingar, sum
kunnu fáa politiskan týdn-
ing og verða við til at
leggja eitt trýst, sum
verður til skaða fyri norsk
fiskiveiðiáhugamál.
Niðursteða
Stýrið í norska reiðara-
felagnum kemur til hesa
niðursteðu :
1. Økta utlendska
veiðan í Svalbardsonuni
kann hava álvarsligar
fylgjur. Telini fyri veiðuna
higartil í ár vísa, at talan
er um munandi ekta veiðu.
Nýggja steðan hjá
fiskastovnunum ger, at
spurningurin og tervurin
á at seta loft á útlendsku
veiðuna gerst meira týdn-
ingarmikil enn nakrantíð.
2.Tað hevur stóran
týdning at leggja merki til
tað paradoksið, at bæði
Grenland og Freoyar við
hjálp av norskum útflutn-
ingskreditti nútímansgera
og byggja ein sera stóran
flota av verksmiðju-
skipum, sum fer at skapa
ekt trýst við fiskiveiðini
við Svalbard og meguliga
eisini í Barentshavinum.
Um somu tíð fær norski
flotin, sum fiskar í hesum
ekinum, ikki somu treytir
at virka undir eitt nú við-
víkjandi nútímansgerð
o.l.
3. Møguleikarnir at
meiri eftirlit vid utlendsku
veiðuna i Svalbardsonuni
eiga at verða kannaðir,
antin við sáttmálum við
tey aktuellu londini, ella
við at fremja enn sterri
norskt legfreðiligt vald í
Svalbardsonuni.
At enda sigur stýrið í
Reiðarafelagnum, at tað
hevur stóran týdning at
fáa
fáa eftirlit við sponsku
toskaveiðuna, nú landið
gerst limur í EF.
jan