Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-10-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefor 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Útgávudagar: tysdag, hósdag og leygardag Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin ST-dagur í New York og í Havn Í DAG eru liðin 40 ár, síðan felags- skapurin »Sameindu Tjóðira — ST — varð stovnaður. Dagurin verður há- tíðarhildin i New York, har ST-høv- uðsborgin er. Eisini í Føroyum verður hesin dagur hildin — við fridarkvøld- setu í Norðurlanda húsinum. NU so langt tíðarskeið er runnið, síðani sigursharrarnir frá seinna heimsbardaga tóku stig til at stovna ST, er helst rætt at líta aftur um bak og spyrja. hvat er komið burturúr ar beiðnum hjá hesum felagsskapinum Eisini er náttúrligt at hyggja fram og vita. hvat kann fáast av skafti VIÐ stovnana vóru 51 tjóðir limir í ST í dag er talið 159. Tað er greitt, at torførari er hjá sterri tali av fjøl broyttum tjóðum at samvirka í slík um felagsskapi. Tað hevur eisini víst seg. at tað hevur verið alt annað enn lætt at gea tey mongu orðini um til gerðir TAÐ er bæði lætt og eisini rætt at havast at ST — fyri á tann hátt at finna nýggjar og betri gongdar leiðir. Atfinningar eru avgjørt neyðugar fyri, at vit í framtíðini kunnu fáa henda fel- agsskap at virka enn betur. MONG eru tey, sum halda púrt einki virði er í ST, tá tað er als ikki ført fyri at forða fyri kriggi og órættvísi og 6- menniskjansligum virksemi av yms- um slag. Hetta er lutvíst rætt, tí øll hesi 40 árini hava vit sæð, hvussu tjóðir hava stríðst við hverja aðra og eisini hvussu íbúgvarnir í eini tjóð innanhýsis hava myrt og pint hvønn annan. TIL hetta er at siga, at ST er íkki ein heimsstjórn og haraftrat hevur ST ikki nakað veruligt vald. Kortini vita vit, at tey mongu smákríggini hava ikki spjatt seg til eitt heimsumfevn- andi kriggj — tað er gongdin seinastu 40 árini, síðani ST varð stovnað, prógv um. So kann ein halda, at ST hevur æruna av, at so er ella ikki. Tað er tó ein sannroynd, at hesin fel- agsskapurin, sum við einum av sínum uppruna endamálum nevniliga at tryggja og varðveita friðin á jarð, hevur megnað at steðga kreppum og Útgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Mútler Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Dagny Joensen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 beidi at skapa og varðveita trygd og frið í heiminum. Fyri tey mongu, sum virkin arbeiða fyri friðarinnar sek — og sum dagliga verða skuldsett at vera skutilssveinar hjá Sovjetsam- veldinum og stuðlum tess, er hetta ein álitisváttan og viðurkenning — og um somu tíð ein frammaná til tey, sum halda, at tað tænir ikki fridar- innar sek aktivt at arbeiða fyri friði og ímóti kríggi. ST VIRKAR á nógvum økjum og hevur veruliga megnað at avrikað eitt ómetaliga stórt arbeiði. Vit skulu bert nevna nøkur dómi. M.a. hevur ST við felagsskapi sínum WHO megnað at vunnið á sjúkum, sum hava gjørt av við túsundtals menniskju fyri ikki at siga milliónir. ST hevur eisini megnað at veitt hjálp til menningarlondini, soleiðis at hesi so spakuliga eru við at koma fyri seg. Kortini er enn langt á mál. Hvat mannarættindunum við víkur, so hevur ST eisini her gjørt eitt stórt arbeiði og hevur somuleiðis itøkilig úrslit at vísa á HVUSSU sær so framtíðin út hjá hesum felagsskapi. Tað er greitt, at uppgávurnar verða ikki júst tær somu, sum tá felagsskapurin varð stovnaður. Tá vóru tað sigursharrar nir frå heimsbardaganum, sum løgdu linjurnar út frá teirri metan, at sam- arbeiði millum hesar sameindu fór at halda fram eisini í friðartíð. Nógv er broytt og fer framvegis at broytast, ikki minst um menningarlondini verða før fyri at koma fyri seg og tey gerast ein týðandi maktfaktorur. VIT eiga ikki at himprast við at koma við atfinningum móti ST. Tað kann bert gagna. Eitt nú hevur hesin felagsskapur víst seg at vera alt ov búrokratiskur og hetta sanna eisini topparnir innan ST. Eisini síggja teir, at neyðugt er við meira av fyribyrgj- andi arbeiði, tá talan er um kreppur av ymsum slag. So nógv er at tríva í. Í KVØLD nýta so føroyingar høvi til at hátíðarhalda ST-dagin við eini friðar- kveldsetu í Norðurlandahúsinum. Her er mangt áhugavert á skránni og kanska serliga tær mongu tekningar, sum føroysk børn hava gjrøt viðvíkj- andi spurningum »Kriggj og Fridur« Antin fólki dámar at luttaka í slíkum friðartiltskum ella ikki, so er hesin eini tátturin við barnatekningunum so mikið áhugaverdur og somuleiðis álvarsligur, at hann átti at fingið flest øll foreldur at leita sær niðan í Norðurlandahúsið í kveld. Kanska Nr. 121 — 24. oktober 1985 — SOSIALIS(T)BETH Tað er ikki dagliga, at ein lesur Dimmu, tibetur, men nú um dagarnar datt ein slík mær upp í hendi, var einar 14 dagar gomul Hetta blað minti mest á ein Daells-prislista, har Lisbeth Petersen var ein- asta fotomodell. Annars tykist tað at vera sett Lis- beth Petersen og sam- bandsmonnum til hevdið, at hon sleppur at vera borgarstjóri í ein kráku- mánaða, meðan Borgar- poul sjálvur sigst vera í London og læra seg at halda reðu á enskum — (Se Me hop, Se Me run, it is it is fun fun fun). Síðan gremur hon seg um alt tað hon so fegin vil fremja á tí sosiala økinum, men at hon einki fær gjørt fyri sitandi landsstýri — Sic. Mundi tú Frú Lisbeth fingið meir av skafti um hegrasamgongan hjá systkinabarni tínum enn hevði sitið í nesinum? Fyri at venda til tað álvarsama: Tær stóð í boði, Lisbeth, at gerast borgarstjóri í eini sam- gongu, har tú hevði kunnað válkað tær í ellum ti sosialpolitikki tær lysti. Hetta mátti, sambart omanfyristandandi, verið ynskisteða tín, men eftir harraboðum frá Ellefsen valdi tú at heingja tegupp í tær mest hegravendu og (a)ntisosialu kreftir her á landi. Alt hetta ger, at vit ikki við okkara besta vilja kunnu taka sosialu tár tíni í álvara. Talan kann tí í besta føri vera um rossa- Takk Øllum tykkum. ið hjálptu, tá okkara sýndu samkenslu og góða kona, mamma, ommad, langomma cg vermamma ELISABETH ANDREASSEN fyrrt rd jarðað lærarinna Familjunnar vegna Petur Posthúsið á Sandi Søkt verður eftir fólki til útbering av posti á Sandi. Arbeiðstíðin er 71 tímar um mán- aðin. Løn sambært 1. lønarflokk í sátt- málanum millum Føroya Postfelag og Føroya Landsstýri. Umsóknir skulu sendast í seinasta lagi 7. november 1985 til POSTVERK FØROYA Bygdaavgreidsluna 3800 Térshavn Rætting tår, men væl skuldi ligið fyri at grátið slik, tá ein samstundis er sera virkin í djóraverndarfelagnum. Til seinast, Lisbeth, hvar bankaði títt sosiala hjarta, tá tú stóð guð- mamma til ruskovnin í Hoyvík — Verudeklara- tión: Móðirmjólk tilsett dioxin. Ikki er ókent millum politikarar, at teir royna at seta sær sjálvum minn- isvarða, og ver vís í, at dioxinskorsteinurin á Sandvíkshjalla, í mong ættarlið kemur at vera tín minnisvarði. MUSK OX TRYGDARBÚNIN — til teirra, ið leggja nógv fyri — eisini á sjónum. AGSBOTNUR iF 11390 óspiltu barnasálirnar hava okkurt gott og sigandi at bera tí eldra ættar- liðnum. eisini kriggjum til ikki at breiða seg. í tit 99) 9 Í greinini um norðmenn, sum dansa føroyskan dans i Sosialinum seinasta týsdag komu tvey nevn eitt sindur skeivt fyri. Tey bæði nevnini skulu vera Klara Semb og Hulda Garborg. Brotið við teimum báðum er soljóðandi : >Norðmenninir Klara Semb og Hulda Garborg hava savnað norskar vísur og sangir saman í bókling, og her finnast eisini føroysk kvæði í nýnorskari týð- ing.« ST hevur so eisini avgjørt at gera 1986 til altjóða fridarår og er hetta ber ein staðfesting av, hvussu stóran dent hesin felagsskapur leggur í ar-