Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-10-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. oktober 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Telefor 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76. 3800 Torshavn Útgávudagar: tysdag, hósdag og leygardag Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin Rúsdrekka- sela! | | TAÐ hevur bæði sínar fyrimunir og vansar at vera eitt lítið sam- felag. Ein av vansunum er tann, at vit eru so bangin fyri at siga okk ara hugsan um ávísar sonevndar eymar spurningar og ein teirra er rúsdrekkaspurningurin. Í VIKUNI hevði útvarpið bein- leiðis sending um part av rús- drekkaspurninginum og var hetta ein áhugaverd sending. Júst slík- ar sendingar, har lurtarin sleppur at siga sína hugsan, og annars har vit kunnu fáa eina dialog í gongd, hevur verið ein mangulvera í Út- varpi Føroya og er tað framvegis. Vit sakna dialogin — orðaskifti millum ymsar persónar um flest øll mál, eisini tey, sum vit plaga at kalla kontroversiell. Nú kundi so verið okkurt, sum bendi á, at hesin fjølmidilin er farin at broyta kós — okkara fólkastýri til gagn. SENDINGIN mikudagin snúði seg um antin Postverk Føroya skal sleppa at selja rúsdrekka, hava goymslu vid rúsdrekka í Føroyum og kunna útflýggja tað higani ella ikki. Fólk vóru so bæði fyri og ímóti. Fleiri hildu, at landið heldur átti at havt einkarsølu, sum ikki eitur Postverk Føroya, meðan so onnur mettu, at við at flyta rús- drekkagoymslurnar úr Keyp- mannahavn til Havnar, fara eitt nú tey ungu bert at hava lættari við at fáa hendur á rúsdrekka og tískil drekka meira. TAÐ vísir seg, at okkara politik- arar eru varnir, tá tosað verður um rúsdrekkaspurningin yvir- hevur. Politikarar úttala seg ikki sum umboð fyri flokkar, men fyri sína egnu rokning. Tað eru nógv- ar åskodanir um málið innan- flokka. Og so er helst yvir tað heila. TAÐ er helst rætt at geva Post tíðindablaðið Útgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Fyritaksstjori: Krisjan Dahl Blaðfólk: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Dagny Joensen Uppseting: Pi/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 liggja i Danmark, tå hann eins væl kann vera umsitin av okkum og harvið geva arbeiði til fólk i Før oyum og somuleiðis gera, at stórri partur av vinninginum kemur á føroyskar hendur, heldur enn til útlendskar millummenn. VIT kunnu uttan iva tjakast leingi um, antin ein slíkur stovnur sum Postverkið eigur at umsita hetta málið. Sumt talar fyri tí, sum ímóti. Men samanumtikið kann sigast, at tað er ikki burturvið, at ein stovnur, sum hevur megin- partin av rúsdrekkaflutninginum og avgreiðsluna um hendi, eisini víðkar um virki sítt, at hann nær sagt tekur sær av øllum. MEN hví skal tað vera neyðugt við hálvum loysnum, tá tað finn- ast heilar. Hví ikki taka fulla stigið og skipa fyri fríari rusdrekkasølu í landinum, vilja mong spyrja. Hvussu leingi skulu føroyingar noyðast at ganga undir forboð og skamtanarskipanir? TAÐ er neyvan nakað dulsmál, at føroyingar fáa hendur á tí brenni- víni teir ynskja undir verandi skip- an, sum tvørturimåti elvir til stórri nýtslu enn neyðugt var, tí hon skapar øktan og ónáttúrligan spenning. FØROYINGAR liberaliseradu rús- drekkalógina i 1973, tå bryggjari- ini fingu loyvi at bryggja sterkari øl. Er ikki tíðin komin til, at vit taka enn eitt stig á hesi leið! Er ikki meiriluti fyri fríari sølu, so er tað uttan iva eitt stig á leiðini at geva Postverkinum loyvi at hava goymslu og selja rúsdrekka her heima á klettunum. TAÐ verður eisini tosað um norskar og svenskar loysnir í rús- drekkaspurninginum. Kanska vit áttu at hugt nærri at teirra skipan- irY sun afternat +] $+0Å it i Sosialurin Aftursvar til ein „skúlanæming « Ein »skulanæmingur« hevur i »Sosialinum« nr. 120 at loysingarfólki, sum lata bøkur sinar prenta i Danmark — og nevnir i hesum føri mitt navn. Eg fari at seta hesum »skulanæmingi« henda spurning: Um tú fyri onga ómaks- løn hevði skrivað eina bók sum t.d. >Bókmentasegu IIl«, um tú fyri onga ómaks- løn greiddi hana til prent- ingar, rættlas og bar hana í bókabúðirnar, um lægsta tilboðið upp á prent og innbinding, tú fekst i Førovum, var upp á Nr. 122 — 26. oktober 1985 136.000,- kr. og lægsta til boðið í Danmark upp á 87.000,- kr. hvar hevði tú so prentað bók tina? Árni Dahl ———————————————." Framhald av síðu 3 Sverre Djurhuus helt, at tað átti at verið eitt náttúrligt krav til journalistar, at teir duga feroyskt væl og virði- liga. Hann helt, at tað hevdi ikki verið av leið, um tíðinda fólk fóru á skeið í feroyskum Kanska áttu tey, sun hava leiðsluna á fjølmidl unum, at hett á starvsfólkir og biðið tey farið á skeið nakrar tímar um vikuna. Tað hevði helst hjálpt, helt Sverr Djurhuus Heilavaskað av donskum vikubleðum Erling Simonsen helt ikki, at ein kann skilja málið og tosa um skúla og fjølmidlar. — Vit mugu síggja hetta sum eina heild, og tað er klárt, at bæði fjelmiðlar og skúlin hava stóra ábyrgd av málinum. Tíðir broytast, og vit kunnu tí ikki bert brúka tað mál, sum var vanligt fyri 50 árum síðani, men sannroynd er tað, at danskt floymir inn yvir okkum. Vit verða heilavaskað av donsk- um málbrúki gjegnum tey mongu donsku vikubleðini Erling Simonsen helt, at danir, sum undirvísa í fer oyskum skúlum áttu at fingið frálæru í foroyskum, ikki bert í einar 14 dagar, men í eitt hálvt ella heilt ár. Eisini helt hann, at tað átti at verið eitt krav, sum varð sett til tíð- indafólk, at tey dugdu før- oyskt. Gott og ringt? mari Ann Jacobsen spurdi, hvat er gott feroyskt mál- brúk, og hver tað er, sum spillir málið. Henni dámdi ikki orðið málspilla og spurdi hver skal avgera, hvat er málspilla ella ikki. — Vit gera málið fremmant við í heilum at koma við rætt- ingum. Ein kann eisini taka málið frá fólki helt hon og spurdi hver hevði rætt til tað Hon helt, at bleðini fíggjar- liga vóru sera illa fyri og spurdi, hvussu tey skuldu hava ráð at seta fólk burtur- av til at rættlesa tilfarið, tá tey nóg illa høvdu ráð til at seta fólk at skriva tilfarið Hon skjeyt upp, at eitt nú Fróðskaparsetrið ella annar stovnur útvegaði fólk til fjøl miðlarnar, kundu geva vegleiðing í málbrúki sum so varpsstjóri, tosar við hvert hóskveld, brúka. Hon helt, at tíðindamálið í útvarpinum er rættiliga stirvið og er við at líkjast málinum, sum verður brúkt í løgtinginum Har er málið vorðið eitt floskul mál, segði hon Hon undraðist tó á, at fólk um somu tíð, sum tey sótu og tosaðu førovsk so kortin vaðus u í vvirhøvur 1 ør t i K 5 á frisk »ygda á X Gjogv! Bårdur Jåkupsson helt tad vera spell, at folk royna at skapa eina gjógv millum teir sonevndu puristarnar og so tey, sum siga seg ganga inn fyri einum livandi máli Hevdi ikki eitt puristiskt arbeiði verðið gjørt gjøgnum meira enn 100 ár, so høvdu vit ikni tosað so reinsað mál, sum vit gera í dag Tad er spell, at vit altíð seta sonevndu puristarnar í ein bólk fyri seg og so hini, sum siga seg vilja hava eitt livandi mál í ein annan bólk Eg haldi, at henda gjógvin ger stóran skaða Bárður Jákupsson vísti til menn sum Dr. Jakobsen og aðrar, su hann metti allir hevdu verið puristar. Eg fari tí at ávara ímóti at seta sonevndu pur- istarnar upp í móti hinum. Hammershaimb, Orðsmíð ! Einar Joensen helt ikki, at vit áttu at smíðað orð eins og ís- lendingar. — Vit mugu taka fleiri av teimum teknisku orðunum inn í mál okkara eins og aðrar jú gera. Eg haldi, at danskt mál hevur hjálpt okkum at skilja ell hini norðurlendsku málini, so danskt er ikki at forakta — vit skulu ikki fara so illa við donskum, helt hann, og segði seg ikki vera fegnan um at vit, sum hann málbar seg, eftirapaðu íslend- skum og brúktu teirra orð so sum telda og tyrla. Hann helt eisini, at orðið fjølmidil átti ikki at verið í feroyskum máli Ikki kúging Jóhan Hendrik W. Poulsen tók eisini orðið. Hann vísti á, at tað var tann tíð, tá fer oyingar segdu, at tað var ikki neyðugt at brúka feroysk mál í kirkjuni, tí vit dugdu danskt. Hann helt, at vit áttu at havt lært av hesum Annars helt hann ikk tað var nakað skeivt brúktu smíðað orð líkt eimum íslendsk førovskt og islendsk nær skild Hann segåi annars ykist sum at tað er so læ skapa gjåir millumfóli Sagt verður m.a., at Í skulu ikki lurta eftir teimun sum hava lært mál og arbeiða við málinum dagliga, tí tað er at lata seg kúga. Hetta haldi eg vera skeivt Málnevndin Síðani nevndi hann mál nevndina og segði, at slíkar nevndir eru í nógvum londum og er uppgáva teirra at koma við málsligari ráðgeving Hóast vit vilja hava eitt liv andi mál, so má tað eins og annar vekstur rektast Aðrastaðni hava mál nevndir vald, vit ynsktu tverturímóti, athenda nevnd bert skuldi vera ráðgevandi og hetta haldi eg er rætt Hann vísti eisini á, at út- varpini í ellum hinum norðan- londunum hava málráðgev- ing, bert ikki tað feroyska. — Eg haldi tað er stórliga neyðugt, at okkara útvarp eisini hevur slíka málvegleið- ing. Jóhan H. W. Poulsen segði seg ikki skilja for- mannin í Blaðmannafelagnum, tá hann tosaði um málið og helt, at málið átti at verið eitt tað týdningarmesta fyri tíðinda- fólk, tí tað er jú hevuðs- amboðið hjá ellum journal- istum. Hann fegnaðist annars um tað samstarv, sum var komið í lag millum Blaðmanna- felagið og málstovnin og vón- aði at slíkt samarbeiði kundi útbyggjast enn meira. jan