leygardagur 26. oktober 1985síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
Ein lítil kópur
Er tað nakar, sum ikki hevur sæð ein
kóp fyrr, so kunnu tey bara fara
norður til Streymin, (Oyrabakka) tí
at har er ein kópur, sum er úr Gren-
landi, meina teir sum eiga hann.
Hann má vera komin rekandi til
Feroya. Kópurin eitur Julius.
Eg havi tosað við Andrias Reinert
og spurt hann, hvar teir hava funnið
hann.
— Hann kom upp, har sum teir
hava ringarnar og vit tóku hann so
upp við einum glúpi, tá var hann
bara sum ein brosma til steddar, og
rak, og so koyrdu vit hann í eitt kar,
sum hann nú gongur í (ella svimur í).
Har hevur hann so verið síðani, og
etið seg feitan og rundan! Hetta er
eitt slag av kópi, sum eitur »ring
kopur«
Hvat etur hann?
— Hann hevur næstan bara fingið
seið frá okkum, men bara lítlan seið,
hann kann bara svelgja, og ikki
skræða fiskin sundur.
— Etur hann nógv?
— Ja, hann etur fleiri seiðir um
dagin!
— Skal hann verða verandi har?
— — Vit hava ongar ætlanir við
honum, um um vit sleppa honum út,
so doyr hann, tí hann kann ikki eta
ella fanga sjálvur. Og fyri tað næsta,
so trívist hann væl her, haldi eg. Vit
hava (ella hevdu) ætlað at gjørt ein
sterri hyl uttanfyri, men tað er ikki
blivið til nakað enn.
— Skal hann ikki í eitt akvarium?
— Ja, tað hevði kanska ikki verið
so býtt, men eg haldi, at tað høvdu
verðið ov nógv fólk, sum vildu sæð
hann, um vit gera tað.
— Hvussu nógv ár er hann?
— Eg haldi, at hann er 3 ár, men eg
veit ikki heilt sikkurt.
— Hvussu stórur kann hann blíva?
— Hann er av tí minsta kópa-
slagnum, ið er til! Nú er hann full-
vaksin, so hann blívur ikki sterri enn
hann er nú.
— Sjálvandi kann hon ikki tosa,
streymurin er jú ikki settur til!
Nr. 122 — 26. oktober 1985
Um tú hevur okkurt, sun
tú vilt hava í barnasíðuna
so skalt tú bara senda tað.
Tað hevði verið gott, um
tú hevði skrivað, teknað
ella okkurt sovorðið.
Sendið tað bara til:
Barnasíðuna, Sosialurin
Postsmoga 76, 380
Tórshavn.
P.S. men tekna bara við
— Kanst tú ikki fara onkra aðra- og
staðni at spæla, Tarzan! svertum tus)
A á
Teknikapping !
Vit fara at skipa fyri einari tekni-
kapping! ØIl, sum vilja luttaka,
kunnu senda eina tekning til:
Tíðindablaðið Sosialurin
Barnasíðan, Postsmoga 1670
Tórshavn.
Treytir:
1. sendið tekningina áðrenn 11/11 1985.
2. teknið við svertum, á pappíri
uttan reglur ella puntar.
3. skrivið navn og aldur á tekn-
ingina !
4. aldursmarkið er 2 til 14 ár.
5. tú mást tekna, hvat tú vilt, og so
nógvar tekningar, sum tú vilt.
Vinningarnir, sum verða 3 í tali,
eru teknigreiðir.
Síðsta leygardag skrivaðu vit um
eina teknikapping, men har var ein
feilur í, tí har stóð millum annað: 1.
sendið tekningina áðrenn. Men tað
skuldi standa: 1. sendið tekningina
áðrenn 11/11 1985.
Nú, men teknið nú!
y Hvussu gamal er
Bladlabyrinth
Fåid fatur å Sosialinum her!
Fr START
Tú skalt tekna eina striku frá 1 til 2
— heilt til 16.
o 8
% 4 = 3 ;
i$ y Fy 5 …
- -
|
|