týsdagur 29. oktober 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Telefor 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Útgávudagar: tysdag, hósdag og leygardag
Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin
Mál-
spurningar
FØROYSKU fjølmiðlarnir vanda
sær ikki nóg væl um málið. Ti
eiga tíðindafólk, áðrenn tey verða
sett í starv, at fáa skeið í før-
oyskum. M.a. hetta kom fram á
einum pallborðsfundi í Norður-
landahúsinum í seinastu viku.
Tað var Norrøna felagið, sum
skipaði fyri fundinum, ið bar
heitið »Målrøkt og fjølmidlar«.
Nógv fólk var á fundinum, so
áhugin fyri hesum spurninginum
er helst stórur.
FORMAÐUR Blaðmannafelag-
sins vísti á, at Blaðmannafelagið
og málstovnurin á Debesartrød i
eina tíð hava skipað fyri einum
málkveldi eina ferð um mánaðin
og hevur hetta verið eitt sera væl-
eydnað tiltak, sum tíðindafólk eru
fegin um. Hann helt tó, at fremsta
uppgávan hjá tíðindafólki er at
savna og viðgera tíðindi og annað
tilfar, og so má málið koma í aðru
rød. Hann vísti eisini á, hvussu
ringar umsteður tíðindafólk —
her hugsaði hann helst serliga um
bigðini — hava at arbeiða undir.
Eitt nú skula tey brúka ein tíma til
at gera eitt arbeiði, sum annars
eigur at taka fýra tímar.
VIT eiga heldur at venda eyguni
móti fólkaskúlanum og frålæruni
í føroyskum yvirhøvur, segði for-
maður Blaðmannafelagsins, tí tað
er her tað veruliga bílar. Hann
vísti á, at tá blødini fáa tilfar frá
eitt nú lærarum og fólki, sum
ganga á læraraskúla, so stendur
oftani syndarliga til við målrøkt-
ini. Hann helt tað vera í fólkaskúl-
anum at fólk eiga at læra føroyskt
og ikki tá tey hava fingið sær út-
búgving sum journalistar.
TAÐ er greitt, at málspurningurin
er ein eymur og viðbrekin spurn-
ingur, sum flest øll av okkum
hava eina ella aðra meining um.
Okkurt av bløðunum hevur so
sagt sína hugsan um júst hesi
orðini um fólkaskúlan. Blaðið
heldur tað ikki vera rætt at leggja
skyldina á fólkaskúlan fyri stød-
una hjá føroyska málinum.
TAÐ er neyvan rætt at general-
| isera í hesum føri og geva ollum
| okkara lærarum skyldina fyri, at
—-
——-
Klæmint Weihe &
fólkavaldu okkara
Utgevari:
P/f Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Miller
Fyritaksstjóri:
Krisjan Dahl
Blaðfólk:
Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Dagny Joensen
Uppseting:
P/f Sosialurin
Prent:
P/f Pressan 1981
målid er i so vånaligum standi.
Men harfyri eiga vit ikki at
krógva, hvar tað veruliga bagir.
Og har finna vit helst ein part av
svarinum innan skúlagátt.
VIT eiga ikki at undirmeta týdn-
ingin av slíkum pallborðsfundum,
har so nógvar ymiskar meiningar
koma fram. Hóast okkurt kundi
verið, sum varð ødrvisi, so hava
slíkir fundir altíð okkurt at geva
okkum. Og tað hevði hesin fund-
urin so sanniliga eisini. Tað varð
nevnt á fundinum, at nú fólka-
skúlin er ein náttúrligur partur tá
tosað verður um málið, so átti
eisini at verið umboð fyri hann
við pallborðið. Hetta taka vit
undir vid og kanska var ikki
burturvið at fylgt hesum fundi-
num upp við enn einum orðaskifti
um málspurningar og har eisini
onnur vóru við í pallborðinum.
Hóast vit hava tosað og skrivað
um málspurningin nú í 100 ár, so
er hetta kortini ein so áhuga-
verdur og týdningarmikil spurn-
ingur, at vit eiga ikki at sleppa
tjakinum, nú tað kanska kann
hava stóra nyttu.
VIÐ teirri teknologisku menning-
ini og annars ávirkanini uttanífrá
kemur mál okkara oftani at
standa verjuleyst. Kortini kunnu
vit, um vilji, áræði og samarbeiðs-
hugur er til tess, verja málið so
frægt, at tað ikki heilt verður latið
í útlendskan búnað. Tíanverri tyk-
ist, at gjáirnar millum stovnar,
nevndir o.1., ið dagliga arbeiða við
málspurningum, eru bæði nógvar
og djúpar. Vónandi fer at bera til
at byggja brýr yvir hesar gjáir
soleiðis at vi: all: skúli, fjølmiðlar,
málstovnar 0.0. kunnu draga eina
línu málinum til frama.
TAÐ er einki at ivast í, at orðini
hjá formanninum í Blaðmanna-
felagnum eru væl meint. Tað er
bert spell, at okkurt av bløðunum
skal hava misskilt tað hann segði
um hetta, at málið kemur í aðru
rød. Eitt blað skrivaði frá fund-
inum, at formaðurin í Blaðmanna-
felagnum helt tað ikki vera um-
ráðandi, um blaðfólk duga
føroyskt. Hetta vóru ikki orð
hansara. Løgid er tað eisini at
leggja honum hesi orð í munnin,
tá vit vita, at fáur sum júst hann
vandar sær um málið.
jamú
—i;
Hvussu leingi skulu borg-
ararnir i føroyska sam-
felagnum siggja demo-
kratiska styrislagid verða
traðkað niður av SEV-
stjóranum.
Tað fyrilá seinasta
heyst ein greið logtingstil-
ráðing til SEV um at
steðga vatnorkuútbygg-
ingini og ístaðin fyribils at
seta ein motor aftrat upp
inni á Sundi.
Harnæst skipaði lands-
stýrið fyri atkveðu-
greiðslu millum allar
bygdarráðslimirnar, har
stórur meiriluti atkveddi
fyriat bíða við útbygging-
ini av vatnorkuni
Í triðja lagi hevur log-
maður fleiri ferðir (og
hann er hægsti fólkavaldi
okkara) biðið SEV steðga
fyri at fáa aðrar kanningar
settar í verk
Hvussu leingi skal
Klæmint Weihe sleppa
saman við Ivani Johanne-
sen og Asbirni Joensen at
traðka alt fólkastýrið og
sostatt tað feroyska fólk-
ið.
Seta garpar sum Jógv-
an Sundstein rættar-
trygdina hjá SEV hægri
enn stýrisskipanina og
teir fólkavaldu?!
Nr. 123 — 29. oktober 1985
Og hvussu bleiv stýris-
skipanin hjá SEV innan-
borðs misnytt, tá Ivan
Johansen bleiv vrakaður
av øllum bygdarráðs-
limunum i Vågum, men
fekk argjamenn og aðrar
at velja seg inn í umboðs-
ráðið hjá SEV sum umboð
fyri Vágar.
Eru hesir menninir
samfelagsfiggindar ella
halda teir alt Feroya fólk
fyri gjøldur?
Borgari úr Servági
Hans Holm, kappingarstjóri:
»Komiskt«
— I sjålvum sær tykist
hetta mål so »komiskt«,
at ein ikki veit um ein skal
gera viðmerkingar til tað,
sigur Hans Holm, kapp-
ingarstjóri hjá Hondbólts-
sambandi Feroya í sam-
band við málið um at
skatta dómarasamsýning-
arnar.
— Teir, sum hava funn-
ið uppá hetta, mugu vera
menn, ið als einki kenna
til ítróttaarbeiði. Teir
tykjast í hvussu er ikki at
Seyðasýning
Seyðasýningar verða í Koltri, Nólsoy
og oyggjunum sunnanfyri.
Tær bygdir í hesum oyggjum, sum
vilja hava sýningar, biðjast siga frá
áðrenn 1. november á telefon 21025 í
Kollafirði.
Syningarnevndin
Genta søkist
Tysdag til friggjadag at ansa tveim-
um gentum 1/2 og 8 år.
Má kunna búgva heima.
Ása og Sigmund Poulsen
tlf. 1 3959
|
Fr
LYDEX.
Få
vita, at fólk, ið virka sum
ítróttaleiðarar, í veruleik-
anum ikki vinna nakað
figgjarligt uppá sterv síni
heldur er tað hin vegin,
at tey missa pening uppá
tað. Tað er eingin ivi um,
at tað kann virka drep-
andi, at dómararnir verða
skattaðir og kann hetta
koma at raka hondbóltin
sum ítróttagrein hart,
sigur Hans Holm.
— Sum sagt veit eg
ikki, um ein skal taka
hetta mál í álvara, so
»komiskt« fyrikemur tað
mær, ja nærmast »låg-
komisktÉ
S BÓKHALDSVIRKI
Grannskoðan . Edv-virki
Tit. 61376
Hjålpir tykkum vid bók-
haldinum og ødrum
pappirsarbeldi
LYDEX
ss
UTSTOYT
til flestu bilar
å goymslu
Minst lika gott
sum originalt
Andreas M. Andreasen
Bøgøta 16, tif. 13816