hósdagur 31. oktober 1985síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 124 — 31. oktober 1985
Nú skal markið setast
Nú fara fridingarnevndin í
Vága sýslu og hagaeig-
ararnir við Fjallavatn
saman við einum markja-
setara at seta út í kortið,
hvussu nógv skal friðast
uttan um vatnið.
Friðingarnevndin sam-
tykti fyri viku síðan, at
lendið uttan um Fjalla-
vatn skal friðast, soleiðis
sum hagaeigararnir hava
biðið um Friðingar
nevndin var ikki samd um
hetta, men meirlutin var
fyri friðingini, sigur Marni
av Kák, formaður í Vága
sýslu. Friðingarnevndin
helt tað ikki vera rætt at
friða 20 metrar í beinari
linju rundan um vatnið,
sum hagaeigararnir hava
biðið um. Tað ber illa til, tí
vatnið sjálvt er íkki
beint, sigur Marni av Kåk.
Tað vóru eigarir i fýra
hegum, ið bóðu um frið-
ingina. Hagaeigarar í
Kvígandali, Heiman hús
og Uttan hús miðvágs-
megin og í Tormanshaga
bíggjarmegin
Avgerðin hja Vága
sýslu friðingarnevnd kann
kærast inn fyri yvirfrið-
ingarnevndina Kæru-
freistin er fýra viku. Uttan
mun til um nakar kærir,
verður tað Yvirfriðingar-
nevndin, sum antin vrakar
ella staðfestir avgerðina
um at friða lendið við
Fjallavatn.
randi
Øl áttu at
fingið líka lon
— sigur ein flakakvinna
Undir merkjastríðnum
varð nógv skrivað og sagt
um skráseting og bonus-
skipanir, va við sær
sterri trýst á arbeiðsfólkið
á flakavirkjunum Hví
sigur eingin nú, eftir at alt
er blivið nógv verri, spyr
ein flakakvinna, ið vil
hava orðaskiftið tikið upp
aftur um arbeiðsviður
skiftini á flakavirkjunum
Hon leggur ikki í at vera
nevnd ella at siga, hvar
hon arbeiðir
Vit hava tvey í at
velja, antin at tiga ella
finna okkum annað
arbeiði, sigur hon
Flakakvinnan hen
einki gott at bera teimum
bonusskipanum, id flaka-
virkini hava fingid. Allar
flakakvinnur åttu at sagt
korta nei til at arbeitt
undir bonusskipanunum,
ið einans hava til enda-
måls at fåa folk at kita seg
meira og meira. At úrslitið
verður betri vast hon
stórliga í
Hýrurin á arbeiðspláss
unum er fallin nógv, síðan
bonusskipanirnar komu
Ni tær eru so órættvisar
Hví skulu tær vera ymisk
ar frá bygd til bygd? Og
tá allar kvinnurnar á
flakavirkjunum ikki fáa
bonus, verður lenar
+
Í summar var friðingarnevndin saman við hagaeigarum og ødrum við Fjallavatn fyri at skoða vatnið og lendi
uttan um
munurin stórur. Fyri ein
dag kann hann vera 7-800
krónur
Men verri er tó arbeiðs-
trýstið. So ringt var tað
ikki, áðrenn bonusskipan-
irnar komu
Flakavirkini hava
torfert við at fáa fólk. Tað
er einki at siga til, tí tað er
einki at leingjast eftir at
arbeiða á einum flaka
virki. Um íkki okkurt
verður gjert, fara fleiri og
fleiri at finna sær annað
arbeiði, tí nógvar orka ikki
it arbeiða undir slíkum
randi
FNU
fegnast
— Tað er gleðiligt at
hoyra, at friðingarnevndin
hevur tikið undir við at
friða lendið uttan um
Fjallavatn, sigur Tummas
Lauritsen, formaður í Fer-
oya Náttúru og Umhverv-
isverndarfelag. — So er
bara at vóna, at teir ikki
verða ov pírnir, tá teir
áseta markið fyri, hvussu
nógv skal verða við í tí
friðaða ekinum. Og vón-
andi tekur yvirfriðingar-
nevndin somu steðu, sum
tá Toftavatn varð friðað,
sigur Tummas Lauritsen
randi
hátíðardegnum.
Friðarfólk mótmæla
kjarnorkuspreinging
Á friðarkveldsetuni í Norðurlandahúsinum ST-
dagin varð gjerd henda samtykt, sum er send
franska sendiharranum í Danmark:
„Til franska sendiharran í Danmark.
Vit, sum komin eru saman í kveld at hátíðar-
halda 40 ára stovningardag Sameindu Tjóða,
mótmæla kjarnorkuspreingingini, franska
stjórnin hevur framt við Moruroa á sjálvum ST-
Friðartiltakið 1985
í Norðurlandahúsinum í Føroyum«
HÚ
/
kg kvbbomir
tå plass !