leygardagur 2. november 1985síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
- .
tíðindablaðið sgsialurin
Útróðrarstættin
ongan góðan att
Trolaraflotin harafturímóti borin í gullstóli, sigur ein av
stigtakarunum til útróðrarstevnuna i Klaksvík, Asmund
Guðjónsson í samreðu við Sosialin
Ein av fyrireikarunum av
útróðrarstevnuni í Klaks-
vík í dag og í morgin er
Ásmundur Guðjónsson,
sum dagliga starvast á
Heilsufreðiligu Starvs-
stovuni. Hann er fiski-
freðingur.
Ásmundur sigur, at
ætlanin við hesi stevnuni
er ikki at kappast við
Fiskivinnutingið, sum jú
er vorðin ein fastur táttur.
— Vit hava valt at
viðgera ein ávísan part av
okkara fiskivinnu — út-
róðurin — og halda, at slík
stevna kann vera ein
góður stuðul til orða-
skiftið á fiskivinnuting-
unum, sum koma.
Ásmundur dylur ikki
fyri, at teir eru sera
spentir um úrslitið av
stevnuni og vóna teir, at
okkurt gott og nýtiligt fer
at spyrjast burtur úr
Hann heldur eisini, at teir
hava valt eitt sera álvars-
ligt og fyri samfelagið
týdningarmikið evni, tí út-
róðurin stendur í dag fyri
at detta burtur, verða ikki
avgerðir tiknar, sum
kunnu menna henda part
av okkara fiskiflota
Ongan góðan
— Eg haldi ikki, eg taki
munnin ov fullan, tá eg
sigi, at útróðrarstættin
ongan góðan hevur átt
millum okkara fólkavaldu
politikarar í nógv nógv ár.
Sjálvsagt er onkur, men
teir eru fáir.
Harafturímóti, heldur
Ásmundur, at trolara-
flotin er mest sum borin í
gullstóli ell hesi seinastu
árini. — Leita vit bert
aftur til 1970-árini, so var
eingin trolari tá. Í dag er
talið omanfyri 70. Rætta
talið átti at verið nógv
minni, skulu vit hugsa
um, hvat hevði verið til
mesta gagn fyri føroyska
samfelagið í síni heild,
leggur Ásmundur aftrat.
Trolaraflotin !
Og hann sigur víðari:
— Hetta skal ikki skiljast
sum eitt einoygt og ein-
víst álop á trolaraflotan, tí
vit vita, at trolaraflotin
tekur eisini tann fisk, sum
okkara útróðrarfloti ann-
ars ikki kann veiða.
- Men eg beri ótta fyri,
at vit hava vaðað longri út
enn vit grinna — við út-
byggingini av trolaraflot-
anum. Um somu tíð er út
róðrarflotin heilt forfjón-
aður.
Ásmundur sigur, at øll
tey seinastu landsstýrini
eru sek í hesi gongd, men
nú má okkurt gerast fyri
at venda henni, áðrenn tað
verður ov seint. Vit
við at vera ov seinir á
sjóvarfallinum.
Ásmundur vísir á, at
fleiri áhugaverd tel verða
almannakunngjerd á
stevnuni í Klaksvík. Eitt
teirra snýr seg um, hvat
eru
Ráfiskagrunnurin hevur
goldið út í tíðarskeiðnum
1976-86 til upsan og fingið
inn av peningi fyri toskin
og hýsuna.
Tað vísir seg, at meðan
upsin hetta tíðarskeiðið
hevur fingið útgoldið úr
Ráfiskagrunninum 410
mill. kr., so hava toskur og
hýsa goldið inn í grunnin
93 mill. kr.
T
Politikarar
og åbyrgd
Hetta mugu so okkara
politikarar taka åbyrgdina
av, sigur Ásmundur og
vísir til, at teir hava ynskt
at stýra veiðuna frá toski
og hýsu yvir á upsan. Ur-
slitið síggja vit so nú.
Við eðrum orðum er tað
útróðrarflotiu, sum hevur
goldið stóran part av ups-
anum, sum trolararnir
hava fiskað. Og tað er
hetta, sum menn ikki
halda vera rætt. Uppskot
er eisini lagt fyri tingið
um, at útróðrarflotin skal
ikki gjalda inn í grunnin
longur. Hetta heldur
Ásmundur vera seitt stig
á rettu leið.
Ein orsekintil skeivu
gongdina er tann, at
meðan tað privat-økonom-
iskt vísir seg at lena seg
best við trolveiðu, so vísa
telini, at tað í longdini fyri
samfelagsbúskapin er út-
róðurin tann nógv betri.
Og tað er her okkara
politikarar eiga at rakna
við og leggja eitt sam-
felagsbuskaparligt per-
spektiv inn í fiskivinnuút-
byggingina.
Nr. 125 — 2. november 1985
Ásmund Guðjónsson, fiskifreðingur er ein teirra, sum
hevur tikið stig til stevnuna um útróður, ið verður í
Klaksvík í dag og í morgin
Útróðrarvinarligan
politikk
— Landsstýrið eigur tí nú
atw fara at reka ein meira
útróðrarligavinarligan
politikk, tí hesi seinastu
10 árini hevur tað rikið ein
virknan trolarapolitikk,
heldur Ásmundur Guð-
jónsson fyri.
Og hvat er so ein meiri
útróðrarvinarligur polit-
ikkur?
Til tað sigur hann, at
steðan hjá útróðrarflot-
anum í dag er hon, at
hesin flotin hevur staðið í
stað seinastu 50 árini og
er vorðin alt ov
oration
ellur
Landsstýrið eigur at
leggja til rættis eina
teknologiska nútímans
gerð av útróðrarflotanum
Vit eiga t fáa
nýggjari skip, har mann
ingin hevur tær bestu ar
beiðsumsteðurnar. Vit
eiga at fáa til vega tann
besta fiskireiðskapin og
vit eiga at leggja okkum
eftir at hagreiða fiskin um-
borð og á landi soleiðis, at
vit kunnu fáa eina fyrsta
floks veru ið kann seljast
til bestan prís.
Hetta heldur AÅsmundur
fer at bera til, um bert vilji
er til staðar. Men so má
farast í gongd beinanveg-
in.
betri og
Bestur við
stovnarnar
Við at betra um meguleik-
arnar hjá útróðrarflot-
anum „fáa vit so eisini ta
skilabestu stovnsrektina,
ið hugsast kann, tí hesin
veiðihátturin, vita vit, er
tann, ið fer best við fiska-
stovnunum.
Samanumtikið fer ein
neyðug útbygging av okk-
ara útróðrarflota at vera
ellum samfelagnum til
stórt gagn, heldur Ás-
mundur Guðjónsson.
Hvat viðvíkur royndum
landsstýrisins at minka
um stuðulin til fiski-
vinnuna, so heldur hann
tað vera eitt stig tann
rætta vegin, men tað
nyttar ikki einans at
skarva av játtanini til
fiskivinnuna, um vit ikki
neyvt tilrættaleggja hesa
niðurgongd, soleiðis at
hon ikki heilt tekur grund-
arlagið undan verandi
flota. Farast má fram við
skili, og við tí fyri eyga: at
menna fiskivinnuna, so-
leiðis at hon tænir sam-
felagnum og búskapi tess
frægast, endar Ásmundur
Guðjónsson.
jan