Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-11-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. november 1985síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 OL |, AT 17 u Niggn 4 ar U gam , po % , a ST 7 pre, Fær onga undirvising vegna þrek Siúrð ár y - + x go genta 1 ro Ho n gongur ikki i skula dugir ikki at tosa ella ganga Hon situr i koyristól- inum heima í stovuni hjá teimum Hon situr bert har... Nú er tað ikki soleiðis, at foreldrini hjá Sjúrðu einki hava gjert fyri at geva dóttrini góðar um- steður. Tey hava í veru- leikanum roynt alt, til tess at fáa myndugleikarnar í talu, sum eru til fyri at stuðla foreldur, sum eiga so brekað børn, sum Sjúrða er Bert hava foreldrini og myndugleikarnir ongantíð verið samd um, hvat er best fyri barnið ella — í ávísum føri, hava myndugleikarnir ikki kent tað sum sina ábyrgd, at stuðla foreldrunum í tí, sum eftir lógini er krav, t.d. undirvísing, so Sjúrða kann stimbrast og mennast á tí steði, sum hon nú einaferð er. — Hetta er ikki nekur gjørd sega. Sosialuri hevur vitjað í Oyndarfirði og tosað við Sólgerð Gaard, sum er mamma Sjúrðu. Sólgerð Gaard greiðir frá, at trupulleikarnir komu, tá dóttirin sjey ára gomul, skuldi hava undir- vísing og stimbran, sum talan kann verða um, tá barnið er so brekað. Hon setti seg í samband við skúlamyndugleik- arnar, sum bjóðaðu ein vikar, tveir tímar um dagin, at undirvísa Sjúrðu. Undirvísingin kundi fara fram í skúl- anum í Oyndarfirði ella í heiminum, so sum tað best kundi gerast. Sólgerð Gaard: — Nú er tað ikki sum at siga tað, at koyra eitt barn sum Sjúrðu í skúla. Hon dugir ikki at siga frá, hvat hon skilir og tí er torfert hjá fremmandum at koma í samband við hana. Vikarurin hjá Sjúrðu var nýklæktur lærari og hevði als einki undirvis- undirvísing. Tað er als ikki meint sum niður- setandi ella atfinning at læraranum, at tað ikki eydnaðist at fáa nakað burturúr. 28 bern ganga í skúl- anum í Oyndarfirði, har tvær stovur eru. 1-3 flokkar í eini stovu og 4.-6. flokkur í hinari. Undirvísingartímarnir hjá Sjúrðu vóru tí í heim- inum. Eg hevði væntað, at ein sosialpedagogur ella lærari við serútbúgving var tekur, tá dóttirin kom í skúlaaldur, tí sjálvsagt kann ein vanligur lærari ikki seta seg inn í huga- heimin hjá brekaðum barni, eins lítið og onnur fólk kunnu, og tí er megu- leikin at stimbra slíkt barn, ikki til staðar. — Eg hevði eisini vænt- að, at undirvísingin skuldi fara fram í samstarv við lærara, heimið og Skúla- fyrisitingina. Eisini hevði eg gjert mær eina hugmynd um serligt und- irvísingartilfar og leið- beining um, hvussu fram skuldi farast, sum náttúr- ligur líður í stimbranin ella menningini av barni mínum. Lærarin hevði bert eina uppgávu og tað var at av- lasta meg, teir tveir tímarnar um dagin, sum vóru avsettir til Sjúrðu. — Eg havi ikki biðið um umlætting. Mín ætlan var at barnið á tí steði, sum tað nú einaferð er, kundi fáa okkurt munagott burt- urúr, tó at tað ongantíð var so lítið. So hjálpti tað altíð, í hennara steðu, men so var ikki. — Nú er samfelagið so- leiðis bygt, at stovnar eru at venda sær til, tá okkurt er áfatt og tær nýtist hjálp ella vegleiðing. Er ein sjúkur, so fer ein til lækna. Um hann ikki fær hjálpt einum, so verður tú send á Sjúkrahúsið og um neyðugt til Danmarkar. — Eg hugsaði so, at Landsskúlafyrisitingin var tann sLovnur sum kundi hjálpa okkum hesin eftir lógini skal veita ellum børnum undir- vising. Tá eitt år var farið og eg dugdi at síggja, at einki hendi í royndini at stimbra Sjúrðu, vendi eg mær til Skúlafyrisitingina at samráðast um, hvat nú var at gera, fyri at finna eina gongda leið. Urslitið av hesum bleiv, at skúla- fyrisitingin bert hevði hetta tilboðið, og at har einki annað var at seta ístaðin. Trupulleikin í hesum er, at ein kennir seg sum ein sera ólagaligan persón, tá ein ikki góðtekur tað, sum Landsskúlafyrisitingin bjóðar. Eg kenni meg rættiliga einsamallan i hesum, tí stovnurin ikki hevði stórvegis eftirlit, tá lærarin var her. Eingin vitjaði fyri at vita, hvussu gekst og tí var heildur eingin meguleiki at fáa nakað annað sett ístaðin beinanvegin, tá fyrsta loysnin ikki gav nakað úr- slit. Í ár var meguleiki hjá mær at vera í Havn í tríggjar mánaðar og tí kom Sjúrða á Skúlan á Treðni hetta tíðarskeiðið. Á fyrsta sinni kom eg har í samband við serlærarar, sosialiráðgevara, lækna og fysioterapeut. Vit sam- ráddust í felag um, hvat var best fyri Sjúrðu. Tað var hugaligt at enda at tosa við fólk, sum høvdu skil fyri mínum trupulleik- um. Sjúrða fysiurgiska fekk eisini viðgerð á fyrsa sinni í Feroyum, sum er so átrokandi neyðug fyri brek hennara. — Vit samdust um at Sjúrða skuldi á henda skúlan aftaná summarfri- tíðina, tí hetta var ein góð loysn. Skúlin vildi eisini taka ímóti henni, men tíverri var ikki rúm fyri henni á Skúlaheiminum, tí hon er so rektarkrevjandi, at nóg nógv starvsfólk ikki eru tek á heiminum, til barn ember 1985 Níggju ára gamla Sjúrða fær onga undirvísing ella stimbran, hóast øll børn i Føroyum hava rætt til at fáa undirvísing, eftir førimuni. Tað, at Skúlafyri- sitingin fyri fólkaskúlan og Skúlin á Trødni (Spesialskúlin) ikki hava somu fyrisiting, ber í sær, at eingin rættiliga hevur ábyrgdina, at veita stuðul. sum Sjúrðu. — Nú standa vit í tí steðu, at einki verður gjørt. Sjúrða er nå niggju ára gomul og hon situr heima í koyristóli sínum og hevur bert foreldur og systkin um seg. Mamman er sjálv- sagt tann, sum er mest um barnið um dagarnar, men Sólgerð Gaard heldur ikki, at tað er nóg mikið fyri barnið. Tað hevur krav á at verða stimbrað meira enn bert av mammuni. A skeiðnum, sum MBF skipaði fyri í september mánaða, var undirvísing- artilfar lagt fram, sum kann stimbra brekað bern, sum eru eins brekað sum Sjúrða. Hetta tilfarið er sent Skúlafyrisitingini, men foreldur at brekaðum bernum og heldur ikki for- eldrini hjá Sjúrðu, hava ikki fingið hetta tilfarið sendandi. Sólgerð Gaard: Eg hoyrdi um undirvísingar- tilfarið, sum er teldu- skipan við ymsum skráum, ið kunnu stimbra børn á sama steði sum Sjúrða. Í grannalondum okkara eru tey longu farin undir undirvísing av slík- um slag, men í Feroyum er ikki tikið stig til hetta. At enda sigur Sólgerð Gaard: — Kenslan av hjálparloysi er stór, tá ein merkir, at eingin skilir ein. Tað er so leiðiligt at fólk, sum ein heldur skal stuðla Orð: Dagny Myndir: Kalmar og vegleiða, kennir, at ein persónliga ikki er negdur við umsteðurnar. Tað eru ikki foreldrini hugsast skal um, men brekaða barnið, sum hevur krav eins og onnur. Bert duga tey ikki at siga, hvat teim- um tørvar. Eisini eiga for- eldur at hugsa um, hvat hendir barninum, tá tey ikki eru meira. Tað er hug- stoytandi. — Eg krevji ikki, at barn mítt skal gerast sum bern flest, tí tað verður ongantíð, men kortini skuldi verið rúmd fyri barni sum Sjúrðu í undir- vísingarskipan av ein- hverjum slag, sigur Sól- gerð Gaard at enda. rt