Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-11-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. november 1985síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Størri og betri út- róðrarbátar — og vit fáa ta bestu ráveruna Útróðrarflotin er vorð- in ov gamal og eigur at endurnýggjast Vit eiga at byggja sterri og betri bátar og soleiðis tryggja virkjum á landi javnari ráveru- tilgongd og eina fyrsta floks ráveru. Hetta segði Julius Johannesen, stjóri i Klaksvíkar Roynivirki í síni framlegu á pall- borðsfundinum. Julius Johannesen vísti á, at tað eru bæði fyrimunir og vansar við at hava eitt virki, har ell ráveran kemur frá útróðrarbátum. Tað er ein fyrimunur, at fiskurin verður av- reiddur, tá hann bert er 8 tímar gamal. Hann er feskur og góður og kann tí nýtast til alla framleiðslu, um hann hevur rettu steddina og er væl hagreiddur Klaksvíkar Royki virki roykir hýsuna til bretska marknaðin og eru keypararnir sera væl negdir við góðsk- una Julius nevndi so eis- ini vansarnar við út- róðrarfiski. Fiskurin kemur oftani ov seint í ís og tilgongdin er so ójevn. Bett kann verða um hetta við at byggja størri skip, har ta verð- ur liviligari umborð. Kann fiskurin so kølast niður umborð, kunnu vit fáa eina betri rá- veru. Julius Johannesen spurdi at enda lands- styrismannin i fiski- vinnumålum, um landsstýrið hevur nakr- ar ætlanir um at endur- nýggja útróðrarflotan. Osmund Justinussen, formaður í Reiðarafelagnum: Ov lítið er dirigerað — Tað er greitt, at stýr- ingin hevur verið ov ring. Men vit skulu ikki stýra ov nógv, men heldur dirigera meira. Tað er ov lítið dirigerað segði Os- mundur Justinussen, sum var åhoyrari å pallborðsfundinum. Hann vísti á, at tá sjómarkið fór út, fingu vit allan okkara fiski- flota inn á egnu grunn- ar. — Vit áttu ikki at havt bygt so nógv uppá tað djúpa vatnið men heldur selt djúp- vatnsfisk til aðrar, so at vit eitt nú kundu fiskað í Norðsjónum í- staðin. Eg gevi politik- arunum hevuðsábyrgd- ina av hesi óhepnu gongd, segði Osmund Justinussen. — Teir hava ikki dug- að at sagt nei seinastu árini og tað er her tað veruliga bilar. Sosialurin á útróðrarstevnu Seinasta vikuskifti var stevna um útróður hildin á Osåskulanum í Klaksvík. Hóast veðrið ikki var tað besta, so høvdu fleiri hundrað fólk leitað sær til Klaksvíkar at lurta og seta spurningar Sosialurin var eisini við á stevnuni og fara vit í dag og hósdagin at greiða frá nekrum av tí, sum kom fram. tíðindablaðið Fleiri hundrað fólk leitaðu sær niðan í Ósáskúlan at lurta. Stevnan var væl fyriskipað og uppgávuna sum orðstýrari megnaði Christian Olsen sera væl Karl Andreassen, hagfrødingur: Utr6durin gevur mest og fær minst Útróðrarflotin er tann, sum leggur mest eftir til samfelagið og sum fær minst stuðul. Hetta var ein av nidurstødunum hjå Karl Andreassen, sum helt fyrilestur um evnið >Útróður og samfelag«. Karl Andreassen, sum dagliga starvast á Hagdeildini og annars er formaður í Fiskivinnuráðnum greiddi rættiliga nágreiniliga frá hagtelum, sum hava sam- band við fiskivinnuna. Samanumtikið kom hann til hesa niðursteðu : trolarar stállinuskip — útróðrarbátar Av teimum 3500 ársverk- unum ella arbeiðspláss- unum sum vóru í fesfiska- veiðini í 1984 stava tey 1150 — ella ein tridingur — frá útróðrarflotanum. Útróðrarflotin kemur við umleið 31.000 tonsum av samlaðu veiðini uppá 125.000 tons í 1984 (sum er er roknað við), ella við umleið 1/4 av negdini. Framleiðsluvirðið ella útflutningsvirðið er lut- falsliga sterst í útróðrar- flotanum og somuleiðis bruttotjóðarúrtekan, t.v.s. tað sum verður eftir til samfelagið. Rakstarliga kostar út- róðrarflotin minst í útreiðslum Útróðrarflotin fær lut- falsliga minst stuðul, nevniliga 66 mió. kr. av samlaða studninginum uppá 306 mió. kr. ella um- leið 1/5. + rol % | 1168 (na "2 ' 563 (se (na Nr. 126 — 5. november 1985 Útróðrarmaður „— Vit gjalda teir dýru trol- ararnar Tað eru vit útróðr- armenn, sum gjalda teir dýru trolararnar Samstundis mugu vit fiska við einum útróðr arflota, sum varð bygdur eftir kriggið Nakað soleiðis segði Alfons Sigurðsson, út róðrarmaður í Klaks vík, tá áhoyrararnir hevdu meguleikan at seta pallborðinum spurningar Alfons Sigurðsson helt, at útróðrarmenn eru skúgvaðir til viks til frama fyri trolara- stættini. Hann helt tað vera legið at vita sær, at tað eru útróðrar- menn sum hava skapt eðrum meguleikar at byggja dýrar trolarar, teimum somu, sum hava skúgvað útróðr- armenninar til viks. Hann helt fyri, at tað kostar kanska einar tvær mill. kr. at um- byggja verandi útróðr- arbátar. Og so byggja menn trolarar fyri meira enn 50 mill. kr. John Richard Klakkstein, byrådslimur: Útróðurin helvt av inn- tøkunum Útróðurin leggur nógv eftir seg í Klaksvík. Í framlegu síni á pall- borðsfundinum um út- róður vísti John Ric- hard Klakkstein, virk- andi býráðsformaður á, hvussu stóran týdning útróðurin hevur fyri Klaksvíkina. Hann upplýsti, at umleið 40% ella til- samans 160 mill. kr. av teimum samlaðu inn- tøkunum uppá umleið 400 mill. kr. stava frá útróðrinum. Hetta er so eisini ein av orsek- unum til, at býráðið í Klaksvík prioriterar útróðurin sum nr. 1, tá talan er um keiviður- skifti og umsteður á landi. Hann upplýsti ann- ars, at av teimum 13.000 tonsunum av fiski, sum komu uppá land í Klaksvík í fjør, vóru tey 5600 tonsini útróðrarfiskur. Í ár eru tey 4288 tonsini av til- samans 12.500 tonsum útróðrarfiskur. |