týsdagur 5. november 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefor 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Utgåvudagar: tysdag, hósdag og leygardag
Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin
Uttanbíggja-
jørðin
SENDINGARNAR í útvarpinum
um bygdaviðurskifti eru góður
journalistikkur — sendingin um
Mikines var framúrskarandi. Her
fingu øll nakað at hugsa um og
vónandi fer henda sending at
kveikja liv í orðaskiftið um livi-
korini á okkara útoyggjum.
NIDURSTØDAN AV SENDING-
INI var greið: nakrir heilt grund-
leggjandi skeivleikar forða fyri
trivnaði og virksemi á útoyggj-
unum. Hesir skeivleikar og hesir
| ójavnar mugu rættast, um hesum
| småsamfeløgum skal vera lív
lagað
HOVUÐSSKEIVLEIKARNIR eru
tveir: flutningsvidurskiftini og
uttanbiggjajørdin. Flutningstrup-
ulleikarnir snugva seg ikki bert
um at koma til og frå í hesum føri
Mikinesi, men so sanniliga eisini
um vegatrot i sjålvari oynni. Ein
treyt fyri at tey, sum búgva í eini
oyggj sum Mikinesi, kunnu virka,
er, at tey sleppa til bø og haga, so
at eisini teir mest fjarskotnu part-
arnir av oynni kunnu verða røktir.
Ein onnur treytin er sjálvsagt hon,
at lendingin og strandfaraskipið
verða gjørd tíðarhóskandi, sam-
stundis sum tyrlutænastan
verður økt og útbygd.
ANNAR HØVUDSSKEIVLEIKIN
er tann nógva uttanbiggjajørdin.
Eitt er, at jørð verður arvad av
bygdini — annað er, at peninga-
sterkir havnarmenn, sum einki
samband hava við oynna, leggja
jørð í Mikinesi undir seg. Hetta er
ikki bert synd og skomm, men
eisini djúpt ómoralskt. Staðan úti
í Skúvoy er lítið mætari. Har býr
størsti ognarmaðurin á Skansa-
vegnum í Havn og stødan man
vera nakað tann sama í hinum út-
oyggjunum.
Útgevari:
P/f Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Múller
Fyritaksstjóri.
Krisjan Dahl
Blaðfólk:
Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
.T1 + 5
Uppseting:
P/f Sosialurin
Prent:
P/f Pressan 1981
HER MÅ VEND koma i. Uttan út-
oyggjarnar verða Føroyar få-
tækar, og samfelagið má nú
viðurkenna sínar skyldur móti
teimum, sum enn búleikast á
hesum útoyggjum. Hetta gerst
við at endurskoða jarðarlóg-
gávuna bæði fyri kongsjørd og
ognarjørð. Vit mugu koma uttan-
biggjajørdini til livs og hetta gerst
bert við at steðga tí ótálmaðu
spekulatión, sum nú er í ognar-
jørdini, samstundis sum sett
verður í gildi bæði bústaðar- og
brúksskvlda
HETTA VERÐUR eingin løtt upp-
gáva. Hugurin at nema við jørðina
er lítil í øllum flokkum, men tað
verður harvið. Hetta kann ikki
bíða longur, um ikki Mikines og
aðrar bygdir skulu liggja sum
oyðibygdir, áðrenn vit vita av.
Jarðarlógin hevur einaferð her-
fyri verið á tingi, men fekk onga
góða lagnu. Tann lógin snúði seg
bert um kongsjørdina og tað var
eitt brek. Jarðarspurningurin er
ein heild og kann ikki loysast í
brotum. Tað er tí at vóna, at jarð-
arlóggávan skjótt kemur aftur á
tingborð, og at hon tá fevnir um
øll vandamál hjá útoyggjunum
eins og hjá landbúnaðinum sum
heild.
jd
„Ætlar Fólkaflokkurin
okkum diktatur?«
Eg takki fyri
harra Jógvan Sundstein,
formaður Fólkafloksins.
Greinin í Sosialinum 19.
oktober var sera, sera
beinrakin. Hon var nú ætl-
að Óla B. men at sjálvur
formaður Fólkafloksins
leyp á bláman og ikki
kokm á land hinumegin
svarið,
Fólkaflokkur og
ánna, hevði eg ikki
vísir tað bert ta
greinin hevði
Eg skal ikki gera nógv
av á hesum sinni. Bert
taka ta síðsta av greinini
við hjá Jogvan S.
Diktatoriskt hetta
skrivar tú! Hver hevur
fingið meira diktatoriska
hetz oysta yvir hevdið á
sær enn júst við í Javn-
diktatur!
adarflokkinum og
sum komu um
ånna og festi sær røtur i
Javnadarflokkinum!
Tak nu i nakkan å tær
sjålvum, Jogvan og sópa
innan egnan flór, lat
okkum so síggja. Nóg
mikið er til í Ólasa grýtu.
onnur
tíbetur
Sosialistur í Vági
Suðuroyggin
fær betri
ferðasamband
Í tí nýggju vetrarferða-
ætlanini, sum kemur út
fyrsta dagin er tann
størsta broytingin í sigl-
ingini til Suduroyar.
Hetta er samstundis ein
váttan fyri suðuroyingum
um, at ein
farin fram á legtingi og í
landsstýri. Vit hava sæð,
hvussu gongdin hevur
verið síðan 1981, meðan
broyting er
Sambandsflokkurin og
Fólkaflokkurin hava sitið
við ábyrgdini av m.e.
ferðasambandinum. Skor-
ið varð niður á siglingina í
Suðuroynna, meðan túra-
talið til aðrar ovyggjar
bleiv økt.
Tekk til samgongulimir
nir og til landsstýrið fyri
at semja fekst um, at
hetta ikki kundi halda
fram. Ur Suðuroynni er
eingin annar meguleiki at
koma til og frá uttan við
Smyrli.
Ein kann fegnast um, at
Sambandsflokkurin og
Fólkaflokkurin í nekur ár
fram yvir ikki hava ávirk
an á suðuroyarsiglingina
Pad boðar í ollum førun
frá ljósari tíðum
Henrik Old
Fiskimenn fáa
ikki pengarnar
Vit fara vit hesum at heita
á landsstýri og legting um
við lóg at tryggja fiski-
monnum, at teir undir
øllum umsteðum fáa sín
part av veiðini útgoldnan,
tá selupeningurin verður
avroknaður.
Tað kemur javnan fyri,
at fiskimenn ikki kunnu
fáa sín pening, sjálvt tá
reiðarin hevur fingið allan
sølupeningin útgoldnan.
Tískil er parturin hjá fiski-
monnum farin til at fíggja
aðrar útreiðslur hjá skip-
inum. Fiskimenn kunnu
so sleppa at bíða, inntil
reidåarin hevur fingið
endurfíggjað tær utreidsl-
ur, sum fiskimenn í veru-
leikanum hava fíggjað. Og
tað kann taka langa tíð.
Felagsstjórnin í fiski-
mannafelagnum hevur
samtykt at boða lóggávu-
valdinum frá, at vit als
ikki kunnu góðkenna eina
slíka skipan. Og vit meta,
at hetta bert kann greið-
ast við, at gjørd verður
lóggáva, sum áleggur
bankunum at seta partin
hjá fiskimonnum inn á
eina serliga konto, hagani
peningurin bert kann
gjaldast teimum fiski-
monnum, sum eiga pen-
ingi.
Vit kunnu nevna, at tað
finst longu ein lóggáva,
sum lutvíst er bygd á hesi
sjónarmið. Hetta er í lóg
um avrokning og lenjavn-
ingargrunn fiskimanna,
har ásett verður, at >til
víðari trygging av...
kontantu avrokning hevur
viðkomandi banki skyldu
til at seta 1/3 av lánum,
MAZDA 323
til sølu fyri 7.000,-
ringja
Kettlingur
Fittur svartur kettlingur fæst vid at
sum veitt verður í fiski á
goymslu, inn á serkonto.«
Vit meta hetta mál at
hava skund, tá fleiri
manningar skjótt kunnu
koma soleiðis fyri, at hetta
longu er ein ótolandi steða
sum er.
Við vón um eina skjóta
og góða viðgerð.
Við heilsan
FØROYA FISKI-
MANNAFELAG
Telf. 1 39 87
Telf. 13987