Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-11-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. november 1985síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 41 — 5. november 1985 Framhald av síðu 10 árum síðani var eitt slíkt felag undir ÍSF, men tað sovnaði. Síðani eru fleiriferðir borið uppá mál at endurstovna felagið, men enn er so onki hent. Í 1982 tók so FSF stig til at fáa loyst fótbóltsdóm- araspurningin. Ein nevnd yarð. sett at skipa hetta arbeiðið, og hevur hon verið virkintil august mánað í ár. Av hesi nevnd hava dómararnir valt tveir Fótbóltssam- bandið ein. Fótbóltssam- bandið hevur als onki ímóti at dómararnir taka seg saman í felagsskap. Men fyri at ongin mis- skiljing skal vera, so eru tað felegini, saman við FSF, sum hava ábyrgdina av kappingini. Um eitt møguligt dómarafelag limir. og ynskir at koma uppí arbeiðið. mugu heilt greiðar reglur gerast hesum viðvíkjandi. At enda vil eg gera heilt greitt, at Fótbóltssam- band Freoya er ein sam- gonga av øllum fótbólts- feløgum í Føroyum — ikki bert nekrum fáum, og koma tey umboð, sum aðalfundurin velur sær til at stjórna felagsskapinum at virka sum soleiðis. Tað vil við ødrum orðum siga, at feløgini hava ábyrgdina av, at stjórnarlimir fáa umsteður til eftir bestu sannfering at virka eftir teimum reglum og lógum, sum aðalfundirnir áseta. Upp- og niðurflytingar- reglurnar nærum broyttar Á nærum hverjum aðal- fundi hjá Fótbóltssam- bandinum hevur verið tjakast um upp- og niður- flytingina millum deildir- nar og um talið av liðum í einstøkum deildum. Í ár varð ikki nomið við talið av liðum í deildunum — menn tykjast at verða komnir ásamt um at átta er hóskandi tal — men tvey uppskot vóru um at broyta galdandi upp- og niðurflytingarreglur. TB skeyt upp, at nið- asta liðið í 1. deild skuldi spæla móti nr. 1 í 2. deild aftaná lokið kappingarár og at vinnarin av dyst- inum, ið skuldi spælast á uttan-veltaðum velli, ogn- aði sær leikrættin í 1. deild. Sama skuldi verða gald- andi í hinum deildunum í vaksnamannadeildini. AB skeyt upp, at nr. 8 framvegis skuldi flyta niður, meðan nr. 1 í lægri deildini skuldi flyta upp — eins og núverandi ÍSF í brævi til løgtingið: reglur siga — men at nr. 7 í ovaru deildini og nr. 2 í niðaru deildini har aftur at skuldu spæla ein heima- og ein útidyst um hver teirra skuldi hava leikrætt í ovaru deildini. Hetta uppskotið hevði sostatt viðsær, at tað meguliga vórðu tvey lið at flyta upp/ niður millum deildir- nar. Meðan áhugin fyri upp- skotinum hjá TB var lítil —bert tvær atkveður vóru fyri — so vóru fleiri, ið tóku undir við uppskot- inum hjá AB og restaðu bert tvær atkveður í at upp- og niðurflytingar- reglurnar vórðu broyttar. Ellivu av teimum 24, ið hevdu atkveðurætt, vóru fyri, meðan eingin var í móti, men til tilika avgerð krevst, at minst helvtin av fundarluttakarunum er fyri einum uppskoti, um tað skal verða góðkent — stendur býtið á jevnum, verður atkveða forman- sins avgerðandi. — Gev okkum Happadráttin ! ÍSF hevur bíðið landsstýrið og logtingið um at skipa soleiðis fyri, at ágóðin av Happadrátti- num fer til ítróttin Ítróttasamband Feroya hevur skrivað legting- inum bræv við áheitan um at fáa ágóðan av Happa- dráttinum. Legtingið viðger í let- uni uppskot frá landsstýr- inum um at Fróðskapar- setrið fær ágóðan av Happadráttinum. Undir viðgerðini av hesum máli í tinginum varð nevnt, at bert Fróðskaparsetrið hevur sekt um at fáa ágóðan. Hetta passar ikki, sigur Ítróttasambandið. Í brævinum til tingið sigur ÍSF, at teir í 1983 vendu sær til grannskoð- aranevndina hjá legting- inum um hesa ætlan. Eisini høvdu teir fund við umsitingarstjóran Estu í Funningsstovu um hetta sama, og gav hon sítt besta viðmæli tá upp- lýst bleiv, hvat pen- ingurin skuldi nýtast til, sigur ÍSF m.a. í bræv- inum til løgtingid. Síðani umsóknin varð latin inn í 1983 hevur Ítróttasambandið bíðað eftir næsta útspælinum frá landsstýrinum og log- tinginum, men nú frætta teir, at málið verður við- gjørt, uttan at Ítrótta- Ítrótt undir frítíðarlógina — Sum stødan er í dag, missa vit fleiri góðar leiðarar, tí teir heldur velja lønt arbeiði undir kvøldskulaskipanini enn ólont ítróttaarbeiði í feløgunum, sigur ÍSF m. a. í skrivi til lands- Or stýrið Herfyri sendi Ítróttasam- band Feroya landsstýr- inum bræv um at ítróttur kemur undir fritidarlog- ina. Í brævinum heitir ÍSF á landsstýrið um at tað virkar fyri, at ítróttur kemur undir frítíðar- lógina. Hugsað verður serliga um útbúgving innan ítróttaleiðarar, ið kunnu taka sær av okkara ítróttaungdómi. ÍSF sigur í brævinum, samband Feroya er komið inn í myndina. Víðari í brævinum til legtingið sigur Ítrótta- sambandið, at vónandi vita landsstýris- og leg- tingsmenn hvat frítíðar- arbeiði verður gjert innan ÍSF við sínum 95 lima- feløgum og 10.841 virk- andi limum. Alt hetta ungdómsarbeiði = verður gjørt ókeypis, og má nú Foroya Legting skilja, hvussu átroðkandi tað er, at ÍSF kundi fingið henda stuðul viðvíkjandi Happa- dráttinum, sigur Ítrótta- samband Feroya at enda í brævinum til løgtingid. at sum stødan er i dag, skilir SF ikki, hví ítrótta- arbeiðið, sum er tað størsta ungdómsarbeiðið í landinum, ikki kann fáa somu semdir eins og aðrir felagsskapir undir fritið- arlógini. Í okkara grannalond- um, har frítíðarlógir virka, eru tær til stórt gagn hjá ungdóminum og samfelagnum. Síðst í brævinum sigur ÍSF, at í dag er tað so- leiðis vorðið, at góðir leið- arar, sum vit hava í ítróttaarbeiðinum, heldur taka av teimum góðu til- boðunum, sum leiðarar undir frítíðarlógini og kveldskúlaskipanini hava. Fótbóltslógir- nar broytast? Á aðalfundinum varð eitt uppskot frá sjey feløgum í Eysturoy og KÍ um endurskoðan av fótbólts- lógunum. Uppskotið var soljóð- andi: >Skotið verður upp at seta eina nevnd at endur- skoða fótbóltslógirnar, so- leiðis at fastari reglur fáast at ganga eftir. Í hesum samb. eigur at verða kannað hvussu fót- bóltslógirnar virka í lond- unum kring okkum.« Uppskotið varð sam- tykt við 24 atkvødum fyri, t.v.s. einmælt. Men hetta kann gerast trupult, tí í uppskotinum stendur klárt og greitt, at tað snýr seg um at endur- skoða fótbóltslógirnar og ikki bert kappingarreglur- nar fyri fótbólt — sjálvt um tað var hetta fundar- luttakararnir hugsaðu um. Í kappingarreglunum fyri fótbólt stendur í grein 1, at: »Leikad verður um føroyameistaraskapir eftir teimum til eina og hvørja tíð galdandi alheimsregl- um fyri fótbólt<, og hetta hevur við sær, at FSF, ið jú sekir um limaskap í FIFA og UEFA. ikki kann fara at pilka við sjálva fótbóltslógina. Áhugafelagið hjá B36: Stóra nevndin enn stórri — Tveir nevndarlimir fleiri í nevndini hjá Áhugafelagnum Eftir fleiri útsetingar byrjaði so aðalfundurin hjá Áhugafelagnum hjá B36 sunnudagin. Men fundurin er liðugur enn. Teir hevdu óivað ikki roknað við, at so nógv var at tosa um, so teir høvdu lagt fundin beint áðrenn aðalfundin hjá B36. Teir vóru ikki lidnir við fundin hjá Áhugafelagnum, tá hin fundurin skuldi byrja, so fundurin var niðurlagd- ur. Eftir hvat skilst, so var tað drúgva tjakevni, sum longdi fundin, hvert enda- málsgreinin hjá Áhuga- felagnum skal broytast ella ikki. Endamálið hjá Ahuga- felagnum er í letuni at styðja tær yngru deildir- nar hjá B36 fíggjarliga. Nú eru reddir frammi um, at hesin fíggjarligi stuðul frá Ahugafelagnum eisini skal umfata tær eldru deildirnar. Tjakið um hesa broyting er ikki liðugt enn, og verður tikið upp ikki aftur skjótt, so aðal- fundurin kann enda. Nevndin hjá Åhuga- felagnum hjá B36 hevur verið rættiliga væl mannað, og hon er tað ikki minni nú. Talið á nevndar- limum er nevniliga vaksið úr 7 upp í 9. Núverandi nevndin sær soleiðis út: Ólavur Olsen, Kai Kallsberg, Andreas Joensen, Ruben Andre- sen, Jan Hardlei, Anfinn Danielsen, Heðin Samuel- sen, Dánial Pauli Daniel- sen og Gulberg Gullfoss. Teir báðir síðst nevndu eru nývaldir, meðan hinir allir eru afturvaldir. Sum nevnt er endamálið hjá Áhugafelagnum at styðja tær yngru deildir- nar hjá B36 fíggjarliga, og í síðsta roknskaparári hevur Ahugafelagið latið B36 einar 79.000 kr. Annars frættist, at teir nú arbeiða við at byggja ein nýggjan bát til luta- seðlaseluna, sum verður komandi ár. [Af [ff [ff ff ff ff Hetta er spell at siggja, at ein partur skal fåa løn fyri sitt ungdómsarbeiði, og aðrir, sum gera sama arbeiði, verða skúgvaðir til viks, og her tað, at vit faraat heita á tykkum, at broyting má koma í, soleiðis at vit eisini kunnu fáa stuðul gjegnum fri- tíðarlógina ella kveld- skúlaskipanina, sigur Ítróttasambandið í bræv- inum. Teir heita á landsstýrið um at reisa hetta mál í tinginum, soleiðis at lóg- arbroyting verður framd.