hósdagur 7. november 1985síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
tíðindablaðið
David Johannesen, sóknarprestur:
Vit eiga at
arbeiða imóti
apartheid og
fyri friði
Heimurin verður í dag hóttur av atombardaga. Vit eiga av
ollum alvi at arbeiða fyri friði. Vit eiga sum kristin ikki at
rista á hevdinum at friðarrerslunum kring heimin, segði
David Johannesen, sóknarprestur m.a. í prædikuni.
— Sæl eru tey í Suður Afrika, sum arbeiða móti apartheid
og sæl eru tey, sum líða í Sovjet og í Iran, segði hann.
Alla Halganna Sunnudag
1. tekstarød, Matt. 5,1-12.
Jesus fer niðan á fjallið eins og
Móses fór niðan á Sinaj fjall. Og
tað merkir, at Jesus er ein
nýggjur Móses. Hesin Jesus talar
við myndugleika. Hann vrakar
ikki Gamla Testamenti, men
hann nýtolkar tað. Jesus ger
Gamla Testamenti nýtt, eksi-
stentielt og nærverandi. Jú, jesus
talar við myndugleika, hann
sigur í fjallataluni: Tað er sagt
við teir gomlu — í Gamla Testa-
menti, men eg sigi tykkum — í
Nyggja Testamenti.
Jesus prísir einstek menniskju
níggju ferðir sæl. Og sælur
merkir: Hjartans lukkuligur.
Hver er hjartans lukkuligur? Tað
er tann, sum er vælsignaður av
Gudi, tann, sum er tikin til náði
av Gudi. Níggju ferðir prísar
jesus menniskju sæl. Hjartans
lukkuligur er hann, sum hevur
mett gudi, sum »kennir« Gud, og
Seinasta sunnudag helt David
Johannesen, sóknarprestur præd-
iku í Servágs kirkju, ið blaðið er
biðið um at prenta.
sum bæði í andligum og verðs-
ligum lívi vil liva saman við
Gudi. Sælur er hann sum umsetir
trúnna til gerningar, til miskunn,
náði og kærleika.
Vit fara í dag at halda eina
homiletiska prædiku. Tað merkir,
vit fara í dag at hyggja nærri at
hverjum setningi í dagsins
teksti. Homiletisk prædika
gongur igjøgnum tekstin vers
fyri vers.
Sæl eru tey í andanum fátæku!
Tey í andanum fátæku eru tey
eyðmjúku. Tað eru tey, sum ong-
ar gerningar hava at vísa fram
fyri Gudi. Tey eru hjálparleys.
Tey eru kanska vrakað av
teimum sjálvsikru, vrakað av
teimum, sum hava sikrað seg
bæði andaliga og tímiliga. Tey
vóna bara, at Guds náði rekkur
tey. Tey í andanum fátæku eru
sum tollarin í líknilsinum, sum
Nr. 127 —
sigur Gud nådi meg syndara.
Ella Luthers orð á deydastrå: Vit
eru biddarar, tad er satt. Tey i
andanum fåtæku hava sett seg
sjålvi lágt, tí skulu tey verða sett
høgt. Tey hava einki jardiskt ríki-
demi, men tey eru rík í Gudi —
júst tí at tey eru fátæk andaliga
og tímiliga. Tey í andanum
fátæku eru tey sokallaðu: Am-ha-
Ares. Tey av teimum sjálvsikru
útstoyttu og vrakaðu. Hesi
menniskju hava kanska ikki tann
stóra kunnleikan um gudfreði,
men tey eru miskunnsom, tey
vísa náði og kærleika móti
eðrum. Tey dema ikki næstan,
eins og farisearin ger, men tey
bera yvir við honum, sýna náði.
Teirra fátæku hoyrir himmiríki
til, sigur jesus.
Sæl eru tey, ið syrgja, tí at tey
skulu fáa troyst. Tey, sum syrgja
í hesum samanhangi, eru tey, ið
ikki sláa til. Tey syrgja yvir seg
sjálvi. Tey syrgja yvir tað tey
hava gjert móti Gudi, móti sær
sjálvum og móti næstanum. Tey,
ið syrgja eru erlig nokk til at
síggja sítt egna hjálparloysi, at
tey ikki sláa til yvirfyri Gudi í tí
andaliga, og ikki sláa til yvirfyri
næstanum í tí tímiliga. Ein reiði-
ligur syndari er altíð fátækur í
andanum. Hann er eyðmjúkur og
hann er mildur og fyrigevandi
yvirfyri ødrum.
Sæl eru tey spaklyntu. Tey
spaklyntu eru tey, sum finna seg
í at líða órætt. Spaklyndi er tað
mótsetta av hugmóð. Spaklyndi
er at finna seg í at verða traðk-
aður undir feturnar á eðrum.
Spaklyndi er hetta ikki altíð at
krevja sín rætt, men at líða órætt
— til bilsni fyri heiminum.
Sæl eru tey, ið hungra og tysta
eftir rættvísi. Gud krevur rætt-
vísar gerningar av okkum. At vit
eru rættvís tá vit handla, at vit
eru rættvís í okkara arbeiði. At
vit ikki gera nfannamun. At vit
ikki taka ímóti mutri, at vit bæði
í orði og gerningi handla rætt-
víst. Tað nýggja lívið krevur eina
nýggja atferð av okkum kristnu,
soleiðis at vit eru erlig og at vit
líða fyri okkara erligheit. Kristin-
dómur er ikki bara at siga: Harri,
harri, men tað er at gera vilja
faðirsins. Gud er eisini gerning-
anna Gud.
Sæl eru tey miskunnsomu.
Veruliga miskunnsamur er bert
tann, sum hevur lært, at vit øll
eru syndarar, ikki bara summi,
men øll. Farisearin er dømisjuk-
ur. Hann er hugm6digur, just ti
hann heldur, at hann hevur frelst
seg sjålvan vid gerningum. Hann
er stoltur yvir seg sjålvan. Men
tað er hin kristni ikki. Hin kristni
veit at hann livir uppá náði, og at
hann hevur alla grund til at vísa
miskunnsemi móti eðrum. Hin
kristni kann ikki nokta næst-
anum ta miskunn, sum hann
sjálvur hevur móttikið frá Gudi.
Øll menniskju hava ein kjans hjá
Gudi, tí hjá Gudi ræður miskunn
og náði. So megu vit menniskju
eisini vísa miskunn móti næsta
okkara. Hann sum hevur mót-
tikið miskunn, kann ikki lata
vera við at geva eðrum miskunn.
Sæl eru tey hjartareinu. Tey
hjartareinu eru teir »reidiligu
syndararnir«, teir sum vilja vera
við, at teir eru syndarar, teir, sum
duga at síggja sína synd. Og sum
harvið gerast eyðmjúk, og ikki
dømisjuk. Tað »reina« merkir, at
tey hava longsul til Gud og hava
trongd til Guds náði. Takka fyri
Guds náði og eru glað í Guds
náði. Tey hjartareinu eru ikki
dupult-menniskju. Tey eru í
staðin einfeld, válka sær ikki í
gerningsrættvísi, men tey hvíla
trygt í trúnni á Guds náði.
Sæl eru tey, ið skapa frið. Í okk-
ara føroysku umseting stendur:
Sæl eru tey friðsomu, men hetta
er ein fullkomuliga skeiv umset-
ing. Sum kristin eiga vit at
arbeiða fyri friði, fyrst við hús-
fólkið, við grannan og síðan við
ellum heimsins londum. Men tí-
verri eru tað ikki heimsins ráð-
harrar og forsetar, sum arbeiða
fyri friði, tí gongur tað so striltið
framá á friðarleið. Vit eiga at ar-
beiða fyri tí góða — fyri friði bæði
andaliga, tímiliga og politiskt.
Vit eiga at arbeiða ímóti apart-
heit bæði í okkara landi og í eðr-
um londum. Heimurin verður í
dag hóttur av atombardaga. Vit
eiga av ellum
alvi at arbeiða fyri friði — tað
hastar — tað verður skjótt ov
seint. Vit eiga sum kristin ikki at
rista á hevdinum at friðarrersl-
unum kring heimin. Tað nyttar
einki at arbeiða fyri friði, sigur
tú? Men tað er at avnokta Guds
megi og kraft. Tá Gud er við, tá
nyttar. Sæl eru tey, sum skapa
frið: Gud hjálpi okkum at verða
tey!
Sæl eru tey, ið verða forfylgd
fyri rættvísis sakir. Ja, sæl eru
tey í Suður-afrika sum arbeiða
móti apartheid,g$ey líða fyri rætt-
vísis skuld. Og sæl eru tey sum
líða í Sovjet og í Iran. Eisini vit
eru sæl tá vit arbeiða fyri rætt-
vísi og tá vit mega líða fyri rætt-
vísis og kærleikans skuld. Eitt
eyðkenni fyri kristnan kærleika
er, at hann má líða. Kristni kær-
leiki leið krossdeyðan, eisini tú
ert sælur, tå tín kærleiki má líða !
Sæl eru tit, tá ið tey spottreka
tykkum og forfylgja tykkum og
við lygnarorðum tala alt ilt um
tykkum fyri mínar sakir. Hver er
tað, sum leið fyri rættvísisskuld ?
Jú, tað var Kaj Munk, Popielu-
sko, Johan Huss, Martin Luther
King, ja, fram um allar kristus
sum er við okkum í kampi okkara
fyri einum betri heimi at liva í.
Sælur ert tú, Gud er við tær.
Hann fer at hjálpa tær at liva og
at doyggja í stríðnum fyri rætt-
vísi, sannleika og kærleika. Tá
Gud er við okkum, hver er tá
ímóti okkum? Amen.
Prædika hildin í Sorvágs kirkju
3. nov. 1985
David Johannesen
7. november 1985