Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-11-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. november 1985síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 22 Eitt ljós á gøtu mint v/ Johs. A. Næs „Hvat halda tit ?« (Matt. 18, 12). Ikki rúgvar tað mikið, líknilsið um hin burt- urvilsta seyðin. Kortini er ein slíkur vakur- leiki í ti seguni, sum ikki finnist í nøkrum eðrum bókmentum. Hon er so livandi frá- segd, at tú kennir teg sjálvan at vera við, tá ið tú lesur hana (Matt. 18, 12-13): >Hvat halda tit? Tá ið ein maður eigur hundrað seyðir og ein av teimum er vilstur burtur, man hann so ikki lata teir níggju og níti ganga og fara til fjals at leita eftir hinum burturvilsta? Og gongst tað soleiðis, at hann finnur hann, sanniliga sigi eg tykkum, at hann gleðir seg meira uppi yvir honum enn uppi yvir teimum níggju og níti, sum ikki viltust burtur«. Soleidis er Jesus. Kærleiki hansara hevur ikki mark. Men markleysi kærleiki hansara kann tó fáa eitt einasta mark: tað mark, sum ein óvilligur vilji setir. Soleiðis, sum ein mamma altíð í sinni sínum og í ben síni hugs- ar um sín burturvilsta son, hugsar Jesus altíð um at finna og vinna hin farna aftur. Honum forðar hverki skalvur ella skorð. Hin burturfarni er honum dýrmettur, og hann setir alt til, eisini lív sítt. Tað, sum segan um Golgata sigur okkum, sigur eisini hetta líkn- ilsið okkum: hann leitar eftir hinum burtur- farna. Hetta er sega mín, og hetta er sega tín. Vit fóru øll vill. Hin burturvilsti seydurin hvarv ikki alt í einum. Hann var drigin av nekrum stráum her og eðrum har — og kom soleiðis burtur úr fylginum, so at hann at endanum stóð í óferi í bakkanum Vit villast eisini so við og við, til vit at endanum eru í dýrastu neyð. Um Jesus var ikki har tá, hvat so? Men hann er har, Gud havi lov, og tað, at hann er har, merkir bjarg- ing. Sig frelsara tínum takk fyri, at hann fann teg og bar teg aftur úr óferi og heim. Læknavaktirnar Tórshavn: Selvi W. Olsen, tlf. 16611, leygardag og Krist- ianna Nordendal, tlf. 12979, sunnudag Eysturoy: Sverri Lamhauge, tlf. 18016, leygardag og Andreas Petersen, tlf. 41086, sunnudag Norduroyggjar: Olav- ur Gaard, tlf. 56900 Vågar: Tlf. 32413 Suduroy (nordur): Tlf. 71560 Suduroy (sudur): Tlf. 73030 Tannlæknavakt Tórshavn Bráfeingishjálp fæst í dag og í morgin kl. 13.00-14.00. Tlf 14544. Gudstænastur 23. sunnudag eftir trinitatis Havnar kirkja: Lestur Vesturkirkjan: Høgni Poulsen Kvívík: Jákup Magnussen kl. 12.00 Kaldbak: Hans J. Joensen kl. 12.00, altargongd Vestmanna: Martin R. Jacobsen kl. 11.00 Gjógv: Emil Olsen kl. 12.00, altargongd Selatrað: Petur Petersen kl. 12.00 Hvannasund: Ejvind Vilhelm kl. 12.00, altargongd Viðareiði: Ejvind Vilhelm kl. 17.00 Húsar: Elsa Funding kl. 12.00, altargongd Bøur: David Johannesen kl. 12.00 Skálavík: Jákup R. Hansen kl. 12.00, altargongd Hvalba: Jonsvein Bech kl. 12.00 Hov: Bjarni Bæk kl. 12.00, altargongd. Talvan gongur til frama fyri orglid). Leiti: Bjarni Bæk kl. 17.00, altargongd Evangeliska Røddin Føroyska sendingin frå Trans World Radio, Monte Carlo hoyrist hvørt månakvøld kl. 21.45 GMT å millum- bylgju 205 m. (1466 kHz). Mánakveldið 11. november talar Poul Johan Djur- huus, Glyvrar Evni: >At verða loystur« Sangur: Sunnvá Håberg og Ingålvur av Reyni Nýggj bók um heilivág »Medisinhåndbog- en« er ein hent handbók um heili- vág fyri brúkaran, skrivað á máli, ið er lætt at skilja. Bókin viðger ell medisin- sløg, sum eru góðkend á marknaðinum í dag, og fevnir um flest ell viður- skifti heilivági viðvíkj- andi: Hverjum hann verð- ur brúktur móti, árin, hjá- árin 0.a Fremsti partur í bókini viðger í stuttum krops- bygnaðarfreði (anatomi) og lívvirkisfreði |(fysio- logi). Harumframt verða ymsir tættir umreddir, ið hava samband við heili- vág og heilivágnýtslu, t.d. hvussu heilivágur — eigur at verða tikiin, — verður upptikin í kroppin, — virkar í kroppinum, — fer yvir í fostur og móðurmjólk »Bestseller« i Svøriki Tilikar bekur finnast longu í Sveríki, Noregi og Finnlandi, og eru tær longu fleiri ferðir upp- afturprentaðar. Nevnast kann, at tann svenska Patient-FASS í 1983 varð seld i 365.000 eintøkum Hon varð nógv mest selda bókin í Sveríki tað árið. Vart verður gjert við, at prísir, sjúkrakassa- stuðul og útflýggingar- reglur í bókini ikki sam- svara við feroysk viður- skifti. Bókin fæst á apotek- unum og kostar 88 krónur. Tit ringja Vit skriva Vælkomið lítla barn 28. oktober fingu Kristin og Erland Fuglø, Klaksvík, ein son. 31. oktober fingu Marianna og Tróndur Sivertsen, Saltangar- á, eina dóttur. 1. november fingu Etly og Símun Berth- elsen, Tórshavn, ein son. 1. november fingu Tórhalla Andreasen og Jónfinn Simonsen, Tórshavn, ein son. Í. november fingu Ebba og Jens Andr- eassen, Klaksvík, eina dóttur. 1. november fingu Conny Østerø og Leif W. Hejgaard, Tórs- havn, ein son. VERK- Nr. 128 — 9. november 1985 2. november fingu Sunrið og Páll Mort- ensen, Tórshavn, ein son. 2. november fingu Paula og Heri Han- sen, Glyvrar, ein son. 2. november fingu Sanna H. Olsen, Haldórsvík og Grímur Hansen, Eiði, eina dóttur. 2. november fingu Martha Restorff og Poul Hansen, Tórs- havn, ein son. 3. november fingu Jo- hanna og Johan El- kjær Hansen, Nesi, eina dóttur. 4. november fingu Gertrud og Kalli Hansen, Klaksvík, ein son. 4. november fingu Ir- ena Borðoy og Tummas Jacobsen, Hvalvík, ein son. 4. november fingu Jó- hanna Maria og Finn- leif Durhuus, Tórs- havn, eina dóttur. FRØDINGUR B/M (civil, akademi, teknikum) Sekt verður eftir einum verkfrødingi, ið er kreativur og hevur dirvi og hug at loysa spennandi fjølbroyttar upp- gávur innan projektering og eftirlit. Skrivlig umsókn Verður vidgjørd konfidensielt. " ARNFINNUR SETBERG RÁÐGEVANDI VERKFRØDINGAF #. FRI HORNAVEGUR 1 FR 3800 HOYVIK FØROYAR TLF 14654 Koyriskúlin hjá Óla Gundadalsvegur 55 Tlf. 1 3317 Nýtt skeið byrjar hós- dagin 14. november kl. 19.00. Oli Jacobsen 80 år I dag fyllir Mikkjal Sam- uelsen, Uppsalagøtu Klaksvik 80 år. Navna- broyting Karen og Rodmundur, Elsabeth, Gunnar og Bjarni, Erling og Eva Nielsen hava øll fingið navnabroyting. Eftirnavn teirra er nú i Liða. AA