hósdagur 14. november 1985síða 24
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — tvamál?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og
einstaklingum i lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Gólvteppi og
málningar
rigga væl saman
I Norðurlandahúsinum
hava Tita Vinther og
Svend Áge Madsen í
hesum degnu framsýning.
Hon sýnir fram vovin
teppi. veggjateppi og
gólvteppi, hann oljumáln-
ingar, oljukrittekningar
og træskurðir.
Tað er ein stór framsýn-
ing. Alt grundtilfarið í
teppunum hjá Titu er fer-
oyskt. Hetta er eisini
fyrsta ferðin, at framsýn-
ing er við feroyskum tepp-
um.
— Vit eru nú komin so
langt í arbeiðinum við at
virka burtur úr feroyskari
ull, at vit eisini kunnu
loyva okkum at leggja
teppini á gólvið, sigur
Tita.
Svend Áge Madsen er
dani. Hann vitjar í Fer-
oyum á hverjum ári og ger
skitsur, sum hann arbeiðir
víðari við heima í Dan-
mark. Hann og Tita hava
eina ferð áður havt fram-
sýning saman. Tað var
fyri trimum árum síðani í
Smiðjuni í Lítluvík.
— Vit arbeiða væl sam-
an, eisini við litum, og
gólvteppi og málningar
rigga væl saman, sigur
Tita Vinther.
randi
William aftur
heiðraður
William Heinesen verður nú aftur heiðraður. Seinast í
hesum mánaðinum fáa hann og svenski rithevundurin
Astrid Lindgran handað tað nýggja Karen Blixen heið-
ursteknið. Det Danska Akademi letur heiðursteknið í
sambandi við 100 ára feðingardagin hjá Karen Blixen.
= sæ ÞESS ÞRág BABE 388 838
+ =: gryn ERE GESF åTER SEPT
) gggg BEER HR?3 EYRI Þá?
Jákup Joensen, stjóri á
Polarfrost og á Hotel
Borg, hevur okkurt í
hyggju. Sumt upplýsir
hann, annað er ikki búgvið
at koma út til almenningin
enn, sigur hann.
1. februar fær Polarfrost
nýggjan virkisleiðara. Tað
er Eyðun Leo, sum hevur
fiskivinnuútbúgving úr
Noregi, og sum seinastu
árini hevur starvast sum '
góðskueftirlitsmaður hjá
Hiskasøluni.
Eyðun Leo avloysir Val-
berg Thorsteinsson sum
virkisleiðari. Valberg
Thorsteinsson skal nú
taka5ær av skipunum hjá
Jákúpi Joensen burtur av.
Tað er neyðugt, at ein
maður fær hetta arbeiði
burtur av, sigur Jákup Jo-
ensen, tí skipini mugu
fiska meira, fyri at Polar-
frost tervar meira fisk.
Síðan 1983 hevur Polar-
frost fingið minni og
minni fisk. Í 1984 fekk
virkið 1000 tons minni enn
árið fyri, og líkt er til, at
niðurgongdin í ár verður
upp ímóti 2000 tonsum í
mun til í fjør.
Tað hevur ljóðað, at
Jákup Joensen nú skuldi
fara frá sum stjóri á Pol-
arfrost og sonurin skuldi
taka við. Tað verður í
hvussu er ikki enn, men
tað verður óivað leiðin,
sigur Jákup Joensen.
Samstundis mugu onnur
hava hevi til at seta seg
inn í arbeiðið.
— Vit hava ymisk jern í
eldinum og ætla ikki at
sita hendur í favn, sigur
hann. Hverjar ætlanirnar
eru, vil hann ikki siga enn,
tí tíðin er ikki búgvin til
tað.
Annars hevur hann úr
at gera á Hotel Borg nú,
har hann arbeiðir helvtina
av vikuni. Nýggjur stjóri
skal setast á hotellinum,
og tað vil Jákup Joensen
fegin hava avgreitt áðrenn
árið er úti.
randi