Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-11-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. november 1985síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 tíðindablaðið F SÍ lurin Nr. 131 — 16. noyember 1985 John Redgaard skrivar: 8-landakappingin, Í Sum lesararnir óivað vita, hevur 8-landakapping verið í Finnlandi, í Kisakeskus, umleið 100 km vestan fyri Helsingfors. Kappingin fór fram í einum ítróttardepli í einum skógi 15 km frá nærmastu bygd. Her var fótbólts- og tennisvellur, ítróttarhell og sauna. Sera hóskandi. Tí oktober skuldi í Finn- landi vera mánaðin, tá fólk >skuldu royna at halda seg sunn og vera edru«. Margretha drotning var á vitjan um somu tíð, og tað bar ikki til at skeinkja vín til almennu degurðar- nar, fyrrenn málið hevði verið til fólkaatkveðu! Til hvert liðið var ein smátta og eitt rúm til kvinnuliga telvaran. Á hverjum liði vóru jú 4 sen- iorar, 1 kvinna og 1 juniorur. »Føroyska« kvinnan eitur Pia Sørensen. Hon kemur frå Amager, men hevur føroyskan abba. Nær fara kvinnuligir telvarar at gera um seg i Føroyum? Tað ljóðaði i innbjóðingini, at vit skuldu búgva á hotelli, men valda loysnin var í okkara eygum heilt rímilig. Og vit hevdu mong hugnakveld, serliga tá Steintór førdi fram »Hundin brúna< o.a. fyri okkum og eðrum liðum við. Tað lýtti tó tiltakið, at fyrireikararnir vóru dekan og líkasælir við, hvussu telvararnir høvdu tað. Fyri at taka tvey demi: Kuffertini hjá Jens Christiani komu ongantíð vegin fram. Tí ætlaði han ein túr til handils, men hverja ferð, hann spurdi seg fyri, var svarið: >Í morgin«. Vit náddu als ikki til handils meðan opið var! Og tá vit høvdu telvað tveir dagar var tað greitt, at vit kundu flúgva til Keypmanna havnar ein dag fyrr enn ætlað. Tá vit tí bóðu um at broyta fráfaringardagin, varð bert svarað, at tað fór at vera dýrt. Vit spurdu, hvussu nógv dýrari tað var men tað var ikki gjørligt at finna fram til uppá 5 dagar! Tað vóru, sum sagt, lýti. Og varð ikki sýnt okkum so stórt beinasemi frá nekrum av finsku telv- arunum, var lítið gott at siga um tiltakið. Og so sjálv telvingin. Urslitð varð hetta: 1. Sveríki XXX 3 3,5 4 4,5 3,5 5,5 5,5 30 2. Danmark 3 xxx 4 4,5 4 4 5 28 3. Polen 25 2 xxx 4,5 3,5 4 4,5 4,5 25,5 4. V-Tyskland 1,5 25 1,5 xxx 3,5 5,5 45 6 25 5. Finnland I 15 1,5 25 25 xxx 3,5 5,5 4,5 21,5 6. Noreg 2,5 2 2 05 2,5 xxx 2,5 45 16,5 7. Finland II 0,5 2 15 1505 35 xxx 8 125 8. Førovar 0,5 1 15 0 15 15.3 xxx 9 Vit vóru aftast. Og tað var ikki ødrvisi, enn vit høvdu roknað við frammanundan. Í hesum sambandi verður ofta spurt, um vit eiga at vera við. Til tað kann eg bara svara: Sjálvandi skulu vit telva við! Einasti vegurin at beta um telvingina, er at vera við í kappingum móti telvarum, ið eru stinnari enn vit. Hevdu vit spælt upp til okkara besta — eftir ratingskipanini kundu vit vænta okkum 12 stig vóru vit kanska ikki á aftasta plássi. Ið hvussu so er fingu vit javnt í einum av dystunum. Av tí at tað er so sjáldan, at vit eru við í altjóða kappingum, skal verða hugt eitt sindur nærri at hesi. 1. umfar, Polen—Føroyar, 4l/>—11/9 Sznapik, IM— John Redgaard: Sygulski, IM — Jens Chr.: ljo—1/9 Nowak, FM — John J.: eo Przewoznik — Steintór: 1—0 Wiese, IM — Pia: 1—0 Kuczynski — Bogi: 1—0 Eg telvadi eitt frábrigdi, ið eg kenni heilt væl. Jens Christian vardi eina vána støðu manniliga. John J og Bogi hevdu leingi gott tak á ringum steðum, men noyddust at enda at lúta. Steintór læt mann í ógreið- ari steðu, men tað eydnaðist polakkinum at reka álopið aftur. Hjá Piu var javnt, til hon tók ein »eitr- adan« bisp. Lat okkum síggja vinningin móti Polen. Einasti virkni hvíti mað- urin verður býttur av. H: Sznapik, IM S: John nødgaard l.e4 e6 2.d4 d 34. Bxb5 axb5 3. Rid2 Rif6 35.g6 Rf5 4.e5 Rifd7 36. g4 Rf4 5 & 37. Kg2 Kg7 6. Bd3 Ric6 38. Kg3 Kxg6 7. Rie2 cxd4 39. b3 bá 8. cxd4 f6 40. Kg2 Bd4 9. exf6 Rixf6 41. Kg3 Rf3* 10. Rif3 Bd6 42. Kg2 R8f7 11.0—0 Fc7 12. Ric3 a6 13. Bg5 0—0 14. Bh4 Rih5 15. Bg3 Rixg3 16. hxg3 g6 17. Rel Fg7 18.Bbl g5 b 19. Rel Á 5 20. Rie5 Rixe5 | ØE 21. dxe5 Bb8! 7 Ikki 21. Bxe5 22. Svartur Hvítur gevst. vinnur upp á allar mátar, eisini við avbýti av fólk- Rixd5, Bxb2 23. Rc7! og hvítur vinnur. Eg havi fyrr havt hesa steðu eftir 21. leik. Ta ferðina leik- inum á f2. aði hvítur 22. Rc2 men tapti at enda. Heimsmeistara- 22. Re2 Bd7 …… 23. Fb3 Bc6 kappingin 24. og síðsta talvið mill- um heimsmeistaran Karpov og avbjóðaran, Kasparov, endaði sein- asta leygardag við sigri til hin seinna. Úrslitð av kappingini varð 11 stig til Karpov og 13 til Kasparov, sum sostatt, 22 åra gamal, gjørdist nyggjur heims- meistari. Hann er higar- til yngsti heimsmeistari i talvsøguni. 24. Rcel Ba7 25. Ridl Rf7 16. Bd3 Veiki punturin hjå hvit- um er f2 (samanber vid endastøduna!), hvussu verður atsóknin skipað? Eftir 26. -, Raf8 leikar hvítur 27. Fc2, sum bæði hóttir 28. Bxa6 og hindrar 27. -, h 5, ið tá verður svarað við men 28. Bg6. ú FERÐSLUTRYGD Eingin verja er móti hesum leiki. 27.Fc2 h4! 28. gxh4 28. Bg6 verður svarað við 28. -, Rxf2! 28. - g3 29.Fd2 gxf2t 30. Rixf2 Raf8 31.Rf1 Fg3 32. Fg5t Fxg5 33. hxg5 Bb5! er at hava røtt | | og rein ljós | ff må Nyggj kvinnutidindi Kvinnurnar hava sjålvar åbyrgdina Kvinnutidindi eru komin út aftur. Blaðið hesu ferð er heldur eðrvísi enn í und- anfarnu bleðum. Ikki so nógv um, hvat fyriferst í Feroyum beinleiðis, men meira lýsingar av, hvussu tað er at vera kvinna, og hvat gerast kann fyri at gera viðurskiftini líka fyri menn og kvinnur. Tað er ein uppgáva, ið kvinnur- nar sjálvar mugu loysa, sigur blaðið. Ein grein er um mannfólkaarbeiði, ið kvinnur kunnu gera, um tær bara tora, ein um at kvinnurnar líka so væl sum menn kunnu arbeiða við nýggjari teknologi, ið er nýggj fyri øll og ein grein leggur upp til orða- skifti um at broyta málið, so tað verður minni kvinnukúgandi. Av eðrum tilfari kann nevnast tíðindi frá lima- feløgunum í KSF. Og har koma eisini fram nyggjar hugsanir. Til dømis hevur Kvinnutidindi sett ynski fram um, at ungar kvinnur sleppa til skips. Ein grein er um mis- nytarar, Birit Ås, norskur sosialpsykologur og fyrr- verandi stórtingskvinna skrivar um korini hjá kvinnum í heiminum, ið ikki batna. Anetta Wang skrivar um alternativu kvinnuráðstevnuna í Nai- robi, og Karin Kjelbro hevur gjert sína niður- steðu eftir kvinnuráð- stevnuna. Kvinnutíðindi bjóða eis- ini út stuttsegukapping. Tær vilja hava kvinnur at skriva út frá síni egnu verð. Tríggjar virðislenir á 1000 krónur verða latnar, og segurnar, ið koma inn verða prentaðar í Kvinnu- tíðindum. Segurnar skulu verða inni í seinasta lagi 1 februar næsta ár. Adr- essan er postboks 1111 í Havn. Kvinnutíðindi eru 40 síður og kosta 20 krónur. randi Lystiliga prentar í Gøtu, tlf. 41085 Vit gera hvat vit kunna og kunna tað vit gera KJARTAN DALSGAARD TRYGGINGAR UMBOÐS STOVA MOYDALSVEGUR 6 TLF 1 5222 HEIMA TLF 1 2940 BERGMENN spæla allan tónleik til dans fyri rímiligan penga. TIf. 16134