Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-11-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. november 1985síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 133 — 21. november 1985 — viðmerking frá Jákup Lindenskov Beinlækni á Landssjúkra- húsinum ! Í seinasta Leygardags- sosiali skrivar Arni Joen- sen um tað sum eg hevði á lofti undir fíggjarlógar- viðgerðini á tingi, sum svar, tå Asbjørn Joensen, legtingsmaður, førdi fram at Landssjúkrahúsið fremur vånaliga sjúkra- viðgerð, og at fólk ganga við varandi meini vegna vánaliga læknaviðgerð. Eg loyvi mær at endur- geva orðarætt orða- skiftið okkara millum. Árni Joensen skilir ikki, at eg loyvdi mær at átala áburðin hjá Ásbjern Joen- sen. Eg fari at heita á Arna Joensen um skrivliga at senda klagu til landslækn an, um tú hevur ta meting, at skeiv framferð er gjørd á Landssjúkrahúsinum Um tú ikki gert tað, so má eg konstatera, at tú sjálvur ert við til at skrógva burtur“ sjúkl- ingar og tú ert tá sjálvur við til at >fremja vánaliga læknaviðgerð=“. Men hóast, so krógvast tað ikki burtur, at nógv flestu av teimum stóru og álvarsomu kompliser- Tingviðgerðin Undir viðgerðini av fíggjarlógini herfyri var eisini nomið við spurningin um ortopædlækna. Vit prenta her orðaskifti millum Jákup Lindenskov og Asbjern Joensen. — Asbjern Joensen: — Nú undrar tað ikki meg, at háttvirdi tingmaður Essa Arge, tá ið hann nú er komir innumaftur ting- gátt, at hann reisir ein ávísan spurning her frá rødarapallinum um orto- pæd á Landssjúkrahús- inum. Nú meti eg hetta málið at hava fingið sína loysn í ti áliti, ið fyriliggur frá landsstýrinum, men eg vil spakuliga einaferð enn, vit hava so ofta verið í horna- tøkum um henda spurn- ingin, eg vil enn einaferð avvísa henda pástandin um, at okkum terva henda ortopædkirurg aftrat í Feroyum, um so var, so átti man ikki at goymt sjúklingarnar á Lands- sjúkrahúsinum, tá ortp- pædkirurgur var har á staðnum, men ikki skuldi tað undrað meg, um ikki onkur gekk við varandi meini orsakað av slíkum vánaligum arbeiðsviður- skiftum. Hinvegin fari eg at biðja tingmenn, um teir hava áhuga fyri hesum spurn- inginum um at kanna álitið frá landslæknanum viðvíkjandi tí, sum verður avrikað á teimum ymisku sjúkrahúsunum, og eg trúgvi, tá man hugsar um sparing og annað í sam- band við eina fíggjarlóg, so er tað sikkurt nógv meira relevant at komið við einum uppskoti um at »fråseta« nakrar yvirlækn- ar á Landssjúkrahúsinum. Jákup Lindenskov: — Tað var til Ásbjern Joensen, tá hann talar um Lands- sjúkrahúsið. Eg má átala, eg kann hverki vátta ella avsanna, men eg má á tala, tá hann á opnum tingfundi setur so grovar skuldsetingar móti Lands- sjúkrahúsinum, sum hann gjørdi her, um at teir krógva sjúklingarnar, soleiðis at teir ikki fáa ta rettu viðgerðina, tí tað var tað hann segði. Eg skal ikki her taka steðu til ortopædiska læknaviðgerð á Lands- sjúkrahúsinum ella ikki. Men eg veit, at tað er stórur tervur, nettup her á Landssjúkrahúsinum av tílíkari viðgerð. Åsbjørn Joensen: — Hatta har hava vit dyst- ast um áður, eisini Jákup Lindenskov og eg, og eg fari at biðja hann einaferð enn um at hyggja í frá- greiðingina frá lands- læknanum hasum spurn- ingum viðvíkjandi. Havi eg sagt ósatt, skal eg hig- ani frá biðja um eina um- bering, tá eg fái virkuliga váttan fyri, at tað var skeivt, sum eg segði. Viðvíkjandi tí neyðuga í at gera hasa har, sum tosað hevur verið um, kne o.a. innan fyri ortopædi, so kann eg pástanda, at tað líkasovæl kann gerast í Suðri, Klaksvík og her, tað er bara ein spurningur um, hvar vit ynskja tað skal vera gjørt. Jákup Lindenskov: — Ég haldi ikki, at Asbjørn Joensen kann siga hasi tingini, soleiðis sum hann gjørdi tað, tí tað er munur á útgerðini á sjúkrahús- unum. At skula fara at útgera ell sjúkhúsini til eitt Landssjúkrahús? Ja, eg veit ikki !! Tað hevur so ikki nakað sum helst við sparing at gera. Men at vit útbyggja ell sjúkhúsini, tað er greitt, men at vit ikki skulu hava expertisuna, sum er neyðug á tí sentrala ekinum i Føroyum, har, sum teir nógvu stóru skaðarnir koma inn, tíverri, tað dugi eg ikki at fata. Ásbjern Joensen: — Ja, eg má tíverri bara vátta, at Jákup Lindenskov stadig- vekk berjist fyri at niður- leggja tey smáu sjúkra- húsini, men tað eydnast ikki so leingi, sum eg siti í eini samgongu, tað kann eg siga honum. Ílegan kostar ikki meir í Suðri, Klaksvík enn í Havn. að anlukkunun koma inn á Landssjúkra húsið Og tá er tað umráðandi at eisini útgerðin við orto pediskum lækna eisini er tilstaðar, tí ofta er hin skaddi bæði beinbrotin og hevur aðrar likamsløstir, og tá er umráðandi at hava expertisuna mest samlaða. Um tað er sum so. at Arni Joensen hevur verið fyri tí, at læknar á Landssjúkrahúsinum hava »krogvad sjukling« burtur, so harmar tad meg almikið. Men harfyri eiga vit ikki at leggja fót fyri, at teir stóru álvarsligu lestirnir ikki verða viðgjerdir so fullfiggjad sum gjerligt, tí eingin beinkenur lækni er á Landssjúkrahúsinum Hann mugu vit hava hann skulu vit hava. J. Lindenskov Úr Feroyum til Moskva til fånytis Hetta lesarabræv, sum snýr seg um landsdystin millum Sovjet og Dan- mark varð sent okkum beint eftir dystin. Av mis- gávum er tað lagt til síðis og er ikki komið undan kavi fyrr enn nú. Vit biðja brævskrivaran orsaka. Stíva russiska systemið atvoldin til at áskoðarar ikki sluppu at síggja landsdystin. Tað var ikki bara eitt sindur av snópni og skuff- ilsi yvir danska tapið, ið skein út av einum av teimum føroyingunum, sum fóru hiðani fyri at síggja landsdystin Sovjet- Danmark. Í ein nógv størri mun gevur okkara landsmaður, sum fór til Moskva at hyggja at dystinum, til kennar eina harmiliga dirran yvir fyri russiska stivrenda systeminum, ið kemur til kennar å tann hátt, at eingin av teimum, tú kemur á tal við, tá okkurt er áfatt, torir at taka nakra avgerð ella at gera nakað fyri at ein av- gerð skal vera tikin. Tú verður bert skumpaður til síðis, og tínar royndir at koma víðari, so ein ella annar meiri framstand- andi kann taka eina av- gerð fyri tann stakkals vaktarmannin, lvan, á gøtuni, hon er uppá for- hond kolldemd at mis- eydnast. — Eingin á getuni kennir til at taka nakað initiativ. Alt hetta royndi lands- maður okkara í Moskva, og hetta hevði við sær, at hann saman við ferðalagn- um, hann var saman við (23 í tali) yvirhøvur ikki komu inn å olympiska Lenin stadion i Moskva, og hetta sjålvt um tey høvdu goldið atgongu- gjald fyri fleiri, fleiri vikum síðani. Í staðin vóru tey noydd at standa uttanfyri og gapa, meðan tey hoyrdu brølini hjá teimum 103.000 áskoðar- unum innanfyri allar byrg- ingarnar, bæði tær kjet- ligu (ein rond av hermonn- um) og tær stoyptu. Úti fyri óhappi Atvoldin til hetta var, at eitt óhapp hendi í ferða- lagnum, tá tey koyrdu í kring fyri at síggja býin, áðrenn tey skuldu út at hyggja eftir dystinum: Ein í ferðalagnum var fyri einum hjartatilburði og bussurin varð noyddur at koyra til eitt sjúkrahús. Tá tey ein tíma og tíggju minuttir fyri at dysturin skuldi byrja komu út til stadion, var russiska kvinnan, ið skuldi eitast at virka sum ferðaleiðari hjá teimum, horvin. Hon var saman við hinari helvtini av ferðalagnum komin út hagar áðrenn og fór inn til dystin við ellum atgonguseðlunum í lumm- anum. Og tað hjálpti einki hvat danska ferðalagið segði og gjørdi fyri at fáa fatur á atgonguseðlunum. Alt var ógjerligt — tað bar ikki til at eftirlýsa kvinnuna yvir hátalararnar, sjálvt um tað lítið annað var at hoyra allan seinna hálv- leik enn at reddir, bæði danskar og russiskar, heittu á áskoðararnar um at fara stillisliga og fólka- liga av stadion, tá dystur- in var liðugur. Tá tú hoyrir slíka segu sum hesa, tá undrar tað ikki, at rithevundurin Dan Turell, ið arbeiðir á Politiken og var í Moskva, í blaðnum dagin eftir at dysturin var leiktur, segði, at okkurt positivt kann tú læra av moskvitt- unum, tolni til demis! Og hann leggur afturat, at hann ógvuliga fegin fer ein túr aftur til Moskva, men hetta er tó treytað av, at læknin gevur honum trygd fyri at hann kemur at liva minst eini 200 ár. Uttan iva kann lands- maður okkara skriva undir uppá hetta — hann sum á sínum egna kroppi kom at kenna russiska stívrendni og hjálparloysi fyri at loysa ein trupul- leika, sum uttan at nakar vardi av kom upp. jh BERGMENN spæla allan tónleik til dans fyri rimiligan penga. Tlf. 16134