leygardagur 23. november 1985síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Læknar á Landssjúkrahúsinum:
Ásbjern Joensen
jonglerar við
tølum um KS og L
Undir orðaskiftinum her-
fyri um setan av ortopæd-
iskum lækna á Lands-
sjúkrahúsinum eftirlýsti
Asbjern Joensen,
maður, kunnleika um árs-
frágreiðingina 1984 frá
landslæknanum fyri
Sjúkrahúsverk Feroya
Sosialurin hevur sett
seg í samband við nakrar
ting-
av læknunum á Lands-
sjúkrahúsinum og biðið
teir greiða eitt sindur
nærri frá telunum í árs-
frágreiðingini.
Umboð fyri læknarnar
sigur:
Ein hevur varhugan
av, at sami AJ miðvíst
yvirfyri Feroya fólki og
legtingslimum misnýtir Ó-
kunnleikan til ársfrágreið-
ingina fyri at fremja
egnum endamáli, til stór-
an vansa fyri eini skila-
góðari framtíðarloysn við-
víkjandi Sjúkrahúsverki
Føroya. Víðari verður
sagt:
— Fyri at fáa eina
hylling á, hvat tað eru fyri
tel ÁJ jonglerar við, tá ið
tjak er um sjúkrahús-
bygging, er rætt at nema
við nekur viðurskifti við-
víkjandi tí taltilfari, sum
ársfrágreiðingin vísir.
Skurðvið- Skurðvið-
gerðir á inni- gerðir á inni-
Innlagdir liggjandi liggjandi
sjúklingar sjúklingum sjúklingum
(%)
LS (kir.) 3735 2705 72,4%
KS (kir. + med.) 1343 1674 124,6%
SS (kir. + med.) 694 409 58,9%
LS (Landssjúkrahúsið) KS (Klaksvíkar Sjúkrahús) SS (Suður-
oyar Sjúkrahús)
Sum sæst á omanfyri-
standandi talvu eru á KS
gjørdar fleiri skurðvið-
gerðir á ir.niliggjandi sjúk-
lingum enn talið er á inni-
liggjandi sjúklingum,
t.v.s. fleiri sjúklingar fáa
gjert meira enn eina
skurðviðgerð, og tá skal
viðmerkjast, at hetta er
ein blandað medisinsk-kir-
urgisk deild; samanborið
við LS, sum er skurðdeild
burturav.
35% av ellum skurðvið-
gerðum á inniliggjandi
sjúklingum á KS umfata
húð- og undirhúð. Saman-
borið við LS 3% og SS
4,6%; hetta eru skurðvið-
gerðir, sum vanliga kunnu
gerast, uttan at sjúkling-
urin nýtist at vera inni-
liggjandi á sjúkrahúsi.
Umframt omanfyri-
standandi tel fyrikoma í
ársfrágreiðingini frá KS
vakurleikablettir, sum eru
áfallandi, men ikki skal
verða komið nærri inn á
hesar her.
Á KS vórðu 364 orto-
pædiskir skurðir gjørdir í
1984, samanborið við 302
á LS. Uttan at hava nå-
greiniligt tilfar til taks,
eru vit sannførdir um, at
størsti parturin av hesum
skurðviðgerðum á KS eru
ætlaðir (elektivir) orto-
pædiskir skurðir, meðan
stersti parturin á LS eru
akuttir skaðar, sum eru
vidgjørdir.
Læknarnir á Lands-
sjúkrahúsinum spyrja síð-
ani, um ÁJ við omanfyri-
standandi í huga kann
rættvísgera, at sjúklingar
við ortopædiskum skað-
um (og ofta illa fyri við-
viðvíkjandi eðrum skað-
um), skulu sendast til
Klaksvíkar til viðgerðar,
ístaðin fyri at sjúklingar
við ortopædiskum langtíð-
artrupulleikum møguliga
heldur skuldu verið vistir
til LS til viðgerðar av ein-
um ortopædi har?
Hetta undir teimum
fyritreytum, sum AJ ofta
ber fram, at tað bert skal
finnast ein ortopædisk
serdeild i Føroyum.
Hetta orðaskifti verður
havt frammi við at nýta
eitt taltilfar, ið, sum víst
omanfyri, ikki vísir nakr-
an sannleika sum grundar-
lag fyri tjaki um Sjúkra-
húsverk Feroya, men sum
av ÁJ verður nýtt á ein
slíkan hátt, ið ikki semir
seg fyri nakran við á-
byrgdarkenslu, siga lækn-
ar á Landssjúkrahúsinum
í samreðu við Sosialin.
jan
Poul Johs. Johansen:
tíðindablaðið B | Si lurin Nr. 134 — 23. november 1985
Hópur av fólki
s |stynjar undir
— sum í síni fávitsku, maktgirnd ella evund fara soleiðis við
starvsfólki, at tey mugu rýma úr arbeiðinum
„Ég havi við áhuga fylgt
við í gongdini í tí álvars-
máli, ið nú hvert mans-
barn í Feroyum veit um at
siga, ið snýr seg um trætu-
málið á Telefonverk
ionum. Eg bíði spentur
eftir, hvussu leikur fer í
dystinum millum Ernst
Hansen og Sólbjern
Jacobsen, tí tað fær avger
andi tydning fyri øll
arbeiðandi fólk, hvat starv
tey enn útinna.
Havi kveitt niður í
tíðindableðini hesar dag-
arnar, málið hevur verið
havt á lofti, og fari at
tríva í okkurt, ið fram er
komið, ið bendir á, at
okkurt er spinnandi galið í
viðurskiftunum millum
tað arbeiðandi fólkið, fak-
| feløg og arbeiðsleiðsluna,
ið eisini kann vera arbeiðs-
gevarin.
Endurgevi nekur brot,
ið mong fólk annaðhvert
sjálvi hava skrivað ella
; sagt tíðindafólki.
Eg havi verið for
fylgdeur, tí eg havi verið
fakfelagsmaður, sigur
Ernst Hansen.
Grundgevingin fyri at
vit fingu sparkið, var, at
einki arbeiði var til okk-
ara, tí at telefonnetið var
»lidugt« útbygd, sigur ein,
ið nevnir seg Håvardur.
Hann heldur fram, at
Føroya Arbeidarafelag
kann ikki skulka sær
undan, at formadurin i
einum arbeidsmannafelag,
ið er undir F.A., tók
arbeiðið upp eftir ein av
okkum, ið fingu sparkið.
Næstformaðurin i
Starvsmannafelagnum,
Åge Davidsen, sigur
millum annað, at haraftur-
at kemur oftani, at starus-
fólk eru so niðurkoyrd
sálarliga, at tey eru rýmd
uttan at siga nakað.
Høgni Højgaard tekur
soleiðis til einastaðni í síni
grein: Hvar vóru teir
(Starvsmannafelagið) i
vår, tå eitt av valevnunum
á > javnadarlistanum i
Suðurstreymoy heilt
ómenniskjaliga varð
jagstraður = úr arbeiði,
hesin heuði røkt í mong
ar f
Hetta er greid tala frå
álitismonnum í okkara
samfelag. Onki mesn og
uttanumtos
Er so nakað hepi í hesi
talu.
Sjálvur ivist eg ikki í, at
hvert orð er satt og at ein
hópur av fólki stynjar
undeir ódugnaligum
leiðarum, sum í síni fá-
vitsku maktgirnd ella
evund fara fram á slíkan
hátt, at fagnaðarfólk, ið
onki hava gjert til sakar,
men lýtaleyst hava rekt
sítt embæti, eru noydd at
sleppa sær burtur, um tey
ikki skulu fara fyri onki
Og ikki at forgloyma
tey, ið beinleiðis verða
jagstrað, sum tey sjálvi
taka til.
Tað er at fegnast um, at
Starvsmannafelagið tók í
herðaskekan á sær
sjálvum í evstu letu, og
fór til verka í hesum ávísa
málinum, men nógv stóð
á, áðrenn tað rassaðist,
sjálvur formaðurin stóð
og rillaði á og var um at
falla fyri bakka.
Ella er hann fallin ?
Tað eru helst fleiri, sum
hava trongt til at fingið
eina hjálpandi hond, men
fingu hana íkki t.d
sum rýmdu, tí tey
sálarliga niðurkoyrd
Vónandi fær Starvs-
mannafelagið og onnur
fakfelog við, sterri dirvi
og áræði til at loysa
meginuppgávu sína, ið
júst er at verja sínar limir.
Men uppgávan er torfer at
loysa, tí vit føroyingar eru
so ómetaliga felsk og vit
hava ógvuliga ilt við at
sýna samhuga í verki. Í
krókum og óhóskandi
steðum liggur betur fyri.
Solidaritetur er jú bert ein
avsagdur felagsskapur í
Pollandi.
Poul Johs. Johansen
tey,
vóru
SMYRIL LINE
skrivstovu i Danmark
Mikudagin 27. november
letur Smyril Line upp
nyggja skrivstovu i Keyp-
mannahavn. Samstundis
yvirtekur felagið hevuðs-
avgreiðsluna í Danmark,
sum O. P. Rejsebureau
higartil hevur rekt.
Frá 27. november
| verður hevuðsavgreiðslan
| í Danmark:
Smyril Line Danmark
Kronprinsesse Sofies Vej 23
2000 Kebenhavn F
Tlf. 01þ873000
Smyril Line læt i fjør upp
skrivstovu í Noregi, og úr-
slitini hava verið so góð,
at felagið hevur avgjert at
útbyggja við eini skriv-
stovu í Danmark. Við
hesum tiltaki kann felagið
veita viðskiftafólkunum
eina munandi betri tæn-
astu. Her verður m.a.
hugsað um feroyingar í
Danmark.
Áhugin millum ferða-
fólk og ferðamannastovur
fyri Feroyum og hinum
londunum, sum Norrena
siglir til, er stødugt vaks-
andi, og eitt endamál við
nýggju skrivstovuni er
at økja seluarbeiðið í Dan-
mark. Felagið vónar sam-
stundir, at hetta tiltak fer
at gagna feroyskum
hotellum og gistingarhús-
um og ellum teimum, sum
starvast í fe3rðamanna-
vinnuni í Feroyum.
Dagligur leiðari á skriv-
stovuni í Keypmannahavn
verður Carsten Knudsen,
sum hevur starvast í
ferðamannavinnuni í nógv
ár. Jagoba Sørensen, sum
higartil hevur starvast á
skrivstoyuni í Havn, fer
eisini at Marvast á nýggju
skrivstovuni i Keyp-
mannahavn.
|
|
|
|