Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-11-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. november 1985síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AS LOSS, RS dj HAN OOA NEN ANN Bl bed Sen SS fn SSSEESSSS Síða 10 Stórverk lagt úr hondum: Bibliuordabokin Í seinastu viku kom Bíbliuorðabókin eftir Sigurd Berghamar, sum hin Feroyski Bíbliugrunnurin hevur givið út. Seguligt ítriv Mangur hevur fegnast hesi seinastu árini um hvussu hin føroyski bóka- heimurin er vorðin ríkari og ríkari Vit hætta okkum ikki at samanbera okkum við grannatjóðir okkara, hvat bókmentum viðvíkur. Um vit tó skuldu gjert eina samanbering við granna- tjóðir okkara vestanfyri, sum hóast tær eru bæði sterri og fólkaríkari, eru tær sum líkjast okkum mest, so síggja vit, at grenlendingar fingu tey fýra evangeliini í 1744, týdd av syni Hans Egede, Póli. Islendingar fingu Nýggja Testamenti í týð- ing Odds Gottskálksonar í 1540. Í 1584 eiga íslend- ingar allar hinar heilegu skriftirnar, tá Guðbrands- bíblian kom út. Samstundis sum herr- nhut-trúboðarin Johan Conrad Kleinschmidt í bygdini Lichtenau, beint innanfyri Sydprøven i Sudur-grønlandi, i 1817 byrjar at umseta Nyggja Testamenti til grønlendsk og kundi i 1821, sum hann tekur til i dagbók síni „senda eitt vakurt, rein- skrivað eintak til prent- ingar i Englandi«, so situr Johan Schreter, prestur í Suðuroy, og týðir Matt- heusar Evangelium til fer- oyskt í árunum frá 1816 til 1822, og kemur tað út 1823 Sonur Johan Conrad Kleinschmidt, Samuel, sum verður mettur at vera eitt flogvit í málfreði, ikki einans umsetti, men prentadi i Godthåb størar partar av Gamla Testa- menti, so hvert hann týddi. Tá hann doyði í -1886, læt hann eftir seg eina nýggja týðing av all- ari bíbliuni til gren- lendskt. Feroyska Nýggja Testa- menti kom tó fyrst í 1936 í tveimum týðingum. Bíbli- an í týðing Victor Dan- ielsens kom í 1949 og týð- ing J. Dahls o.a. i 1961. Hóast vit feroyingar vóru nakað aftarlaga í kappleikinum at fáa bíbl- iuna á móðurmálinum, so er tó tað gleðiliga hent, at vit í dagf hava fleiri týð- ingar og útgávur enn grannar okkara, og so eis- ini bekur, ið kunnu vera ein hjálp í bíbliulestri. Hjálpiamboð til bíbliulestur I 1973 kom út Bíbliuorða- bók, eftir Jógvan Skýlin- dal, við týdninginum av 2750 staðar- og persón- nevnum í bíbliuni. Hon telur 71 blaðsíður. Seks ár seinni kom Bíbliuhond- bókin eftir sama hevund. Hetta var ein ekt útgáva, sum taldi 472 blaðsíður og greiddi frá úr hverjum máli orðið var komið og víst var til fleiri steð í bíbliuni, har navnið var umrøtt. Í mongum førum var so eisini ein styttri ella longri frågreiding. Slikar bøkur finnast als ikki á grenlendskum, meðan íslendingar bert hava ein lítlan >Orðalykil< til Nýggja Testamenti. Tó hava teir eisini ein bíbliu- orðabók, sum er týdd til íslendskt. Uppaftur seks ár aftaná Bíbliuhondbók Jógvan Skýlindals, kemur Bíbliu- orðabókin hjá Sigurd „Berghamar. Bíbliuorðabókin Í fororðinum sigur hev- undin: »Mær gjerdist greitt, at vit áttu at fáa eina bíbliuorðabók, og vón mín var, at onkur fór undir hetta verk. Áðrenn fer- oyska bíblian kom, lá væl fyri at brúka norska orða- bók, og hon verður vanliga brúkt enn. Men sum árini gingu, og eitt ættarlið vaks upp við feroyskari bíbliu, gjerdist tervurin størri at fáa føroyska bíbliuorðabók. Endin var, at eg fór at royna sjálvur at fáa hana skrivaða, og úrslitið er so her.“ Sigurd byrjaði verk sítt fríggjadagin 13. nov. 1981, og fýra ár seinni, 1. nov. 1985 helt hann tí fyrsta innbundna eintak- inum í hondini. Hvussu bókin er gjørd og hvussu hon skal nýtast Bókin er eitt savn av brot- um úr bíbliuni, skipað í alfabetiska bøkstavarød. Arbeiðshátturin hjá Sig- urd hjálpir okkum at skilja, hvussu vit eiga at gera nýtslu av bókini ídag. Hann hevur fyrst lisið eitt skriftstað, t.d. >Harrin er góður, vernd neyðardagin; Hann kennir tey, sum líta á Hann.« Sigurd hevur so mett um hverji hevuðs- orðini eru og hevur tikið trý: »Vernd«, »neydar- dagin« og »kenna«. Hetta skriftstadid er sostatt at finna undir hesum trimum flokkum av orðum. Skuldi ein t.d. komið so- leiðis fyri, at hann minnist alt versið, men veit ikki hvar tað stendur, ella minnist bert ein part, so kann verða sligið upp undir »vernd«, »neydar- dagur< —ella— »kenna«. Svarið verður í øllum trim- um førum Nahum 1,7. Tad er ikki at undrast yvir, at tad kann standa å at minnast hvar i bibliuni eitt åvist orå, setningur ella vers stendur. Biblian er jú samansett av 66 bók um, 1189 kapitlum og 31.173 versum! So ber eisini til við at kanna eitt orð, t.d. dýra- bart og finna eitt evni: Lógboð Harrans eru dýraber, Sálm. 19,11 Vísdómur er dýrabarur, Orðt. 3,15 Trúgvandi eru dýraber fyri Gudi, Es. 43,5 Kristi blóð er dýrt, 1. Pæt. 1,19 Kristus er dyrabarur fyri teimum, sum trúgva, 1. Pæt. 2,7 Roynd trúgv er dýraber, 1. Pæt. 1,7 og 2. Pæt. 1,1. Gagnlig fyri øll Hóast Bíbliuorðabókin er gjørd eftir týðing Victor Danielsens, so ber til at nýta hana í samband við hina føroysku týðingina, hóast tær eru ólíkar í mál- burði og orðavali. Eg havi gjørt nakrar tilvildarligar royndir i Gamla Dog Nyggja Testamenti, og munnu i medal 2 av trim- um hevuðsorðum í hvørj- um versi vera tey somu. Bókiner týðiliga ætlað leikmanninum — sum tey flestu av okkum eru. Full- komnari orðabekur finn- ast á eðrum málum, men eru aloftast so stórar, tungar — og dýrar. Og so eru tær ikki á feroyskum! Til tess at ein bók ikki skal gerast ov stór í vavi, er ofta neyðugt at nýta smærri stavir og meguliga stúva tekstin saman. Hetta verður ein bági hjá teimum, sum síggja illa. Henda bókin, sum telur slakar 500 síður, hevur týðiligar stavir og er lett at leita í. Stórverk Hóast, sum hevundurin sigur í fororðinum: >Bókin er ikki ein fullfíggjaður orðalisti yvir ell orð í bíbl- iuni, heldur ikki, at tey orð, ið nevnd eru, ikki koma fyri aðrastaðni og ikki gevur málfreðiliga orðalýsingar“, so er tað einki til hindurs fyri, at bókin er at rokna sum eitt stórverk. Í bókini eru um 3000 orð í bókstavareð við saman- lagt útvið 40.000 åvis- ingum til bíbliuna. Tað tók > høvundanum 10 månadir at gera Nyggja Testamenti og 16 mánaðir at gera Gamla Testa- menti. Hann setti sær fyri at skriva 10 síður um vik- una. Frá 13. nov. 1981 til 3. februar 1984 hevur hann í meðal arbeitt einar 4-5 tímar hvenn dag, seks dagar um vikuna, við nær- lagni og áhaldni, sum til tíðir man hava nærkast markinum til treiskni! Helst eru bert teir, sum fáast við slíkt arbeið, forir fyri at meta um tað. Afturat hesum arbeiði hevur Sigurd sum ungur verið við til at hjálpa Vic- tor við rættlestri o.e., tå Nýggja Testamenti kom í 1936. Í 1949 var hann saman við eðrum við til at rættlesa bíbliuna, og var eisini við til arbeiðið at endurskoða (revidera) bíb- linútgávuna, sum kom út í 1975. Í fororðinum takkar Sig- urd teimum, sum hava eggjað honum til verkið og veitt honum dugnað. Tey eru uttan iva fleiri, men vil eg her bert nevna tey, abbason hansara, Sigurd, sum hevur hjálpt Nr. 134 — 23. november 1985 honum viðat gjøgnum- gingið handritini, og syst- ir hansara, Jónu Joensen, sum hevur maskinskrivað yvir 900 A4 erk frá teim- um 30.000 hondskrivaðu kartotekskortunum. Bókin er sett hjá Effzett og prentað í 1.500 ein- tøkum hjá Estra. Helgi Justinussen hevur bundið inn. Hon kostar kr. 180,- og er at fáa í bøkhandl- unum. Bókin er eitt hent am- boð hjá ellum, sum lesa og grunda á tað, sum stendur í bíbliuni. Páll Poulsen Tuborg fingi nýggjan upplýsingarstjóra Hann eitur Poul-Ove Kúhnel og kemur frá >Radioavisen< Tann 1. oktober fekk >De forenede Bryggerier« — Tuborg-upplýsingarleið- ara. Navn hansara er Poul- Ove Kúhnel, sum kom úr embætinum sum stjóri á »Radioavisen« Blaðið »Tuborg Posten« skrivaði nú um dagarnar nekur orð um broytingina í leiðsluni. Blaðið skrivar: Under Poul-Ove Kúhn- els ledelse skal inform- ationsafdelingen fortsat være en servicefunktion for bryggeriernes danske og internationale divis- ioner. Afdelingen er ansvarlig for bryggeriernes interne og eksterne information, herunder udgivelsen af en række periodiske publ- ikationer med et ársoplag pá knap 600.000 eksemp- larer. Til disse publik- ationer hører Tuborg Posten, hvis ansvarshav- ende redaktør Poul-Ove Í Rætting til ortopædi Av eini ella aðrari or- sek komu vit at skriva orðið Havnin, har orðið Klaksvík skuldi standa í samreðuni við Johan Djurhuus, yvirlækna í Sosialinum seinasta hósdag. Reglubrotið skal vera soljóðandi: — Nú verður so aftur tosað um ein ortopæd í Havn umframt tann í Seinasta týsdag hevdu vit tíðindastubba um skeið, sum Aliráðið skipar fyri nú sunnu- dagin. Vit skulu gera Bladstj. | IS nm ss 00 OA 0 OOS Kúhnel er fra dette numm- er. Til informationsafdelin- gen hører endvidere bryg- geriernes besøgsafdelin- ger, der hvert år modtager mange tusinde gæster. En stærkt voksende del heraf er unge under uddannelse, som på bryggerierne «ri- enteres om emner som in- dustrihistorie, erhvervs- liv, miljøforhold m.v., alt- sammen som et led i bryggeriernes øgede sam- fundskontakt. Klaksvík. Hvi eru reddir í Klaksvík, sum eru ímóti, at ortopædur verður settur í Havn eisini? — Hetta er helst tí, at teir bera ótta fyri, at tá verður ov lítið at gera hjá ortop=dinum i KLAKSVÍK. Blaðstj. Aliskeið vart við, at hetta skeið- ið er ikki alment men bert fyri innbodnum.