Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-11-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. november 1985síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 tíðindablaðið |1$0Sialurin Nr. 135 — 25. november 1985 Samarbeidi millum fiskavirkini fram- um kapping um tons — soleidis at vit innan naturlig geografisk øki byttu fiskin sundur, so tad einstaka virkid gjørdi færri vørur, men afturfyri legði seg meira eftir at fáa betri úrslit, segði Svend Thulesen, stjóri m.a. í sínum fyrilestri á fiskivinnutinginum í Norður- landahúsinum í seinastu viku. Vit prenta her brot úr fyrilestrinum : Vit hava í Feroyum í ein hundrað ár útflutt fisk, men teimum fyrstu 80 árunum hevur so at siga bert verið hugsað um saltfisk og klipp- fisk, tey seinastu 20 árini um frystan fisk og bert tey sein- astu 5-10 árini hevur verið hugsað um at fáa enn meira burtur úr fiskinum I saltfiska- og klippfiska- tíðini stóð tað øllum greitt so væl umborð á skipum sum uppi á landi — at skuldi eitt gott úrslit koma burtur úr, so mátti farast sera væl um fiskin frá hann varð veiddur til hann var avskipaður. Hetta royndu øll at gera sítt til. Vit mugu nokk siga, at hesin innstillingurin til, hvussu fiskur skal umfarast á skipi og á landi ikki er nær so inngrógvin í dag sum fyri 25 árum síðani. Tíanverri, men vilja vit hava meira burtur úr, so má broyting koma í, so vit aftur fáa somu virðing fyri fiskinum, sum tey gomlu høvdu Saltfiskur og klippfiskur Sum nevnt so var fyrr bara hugsað um saltfisk, og tá tað kom til turking, so kundu vera ymisk turkistig fyri klippfiskin alt eftir hverjum landi klippfiskurin skuldi út- flytast til. Men annars var einki annað gjert og arbeiðið sera einfalt. Tá so flakavirkini komu, hendir millum annað tåa, at nógv fleiri fiskasleg verða aktuel at nýta. Slek, sum ein áður einki gjørdi við, og als ikki fiskaði. Í fyrstani varð framleiðslan eisini sera eink- ul. Ein gjerdi blokk og so nakrar eittpundspakkar ser- liga úr hýsu. Fiskimynstrið broytt Okkara fiskimynstur broytt- ist, so vit nú fiska nógv meira á egnum grunnum ístaðin fyri á fjarleiðum, og vit hava ídag nógv virkir uppi á landi móti fáum fyri 20 árum síð- ani. Vit hava nógv fólk í arbeiði um alt landið, og vit ynskja, t hetta skal kunna bera til alt árið eisini fram- yvir. Samstundis síggja vit, at negdirnar vit hava megu- leika fyri at fiska eru avmark- ar, og at vit neyvan fáa sterri negdir uppá land. um vit fáa fleiri skip. Vit mugu eisini gera okkum greitt, at negdir- nar lættliga kunnu minka munandi. Hesi seinastu árini hava eydnast væl, men vit mugu ansa eftir, hvussu nógv vit taka, so eisini nakað verður til um 10 ár Dýrari verur Tá nú negdin av ráveru er av- markað, so vit bert kunnu fiska so og so nógv tons, so mugu onnur tiltek til, um vit skulu fáa fleiri krónur í sam- felagnum. Vit mugu altso uppá ein ella annan m áta selja fiskin dyrrai. Vit vita eisini, at mark er fyri, hvussu nógv forbrúkarin vil gjalda fyri eina ávísa veru. Altso mugu vit gjøgnum veru- menning finna verur, sum kunnu seljast dýrari. Vit hava gjegnum árini roynt at hava verur, sum meira fæst fyri, t.d. 5 Ibs og blokkar av ymiskum slag, har vissar produktiónir hava havt góðan prís. Nýggj virki Tað fyrsta ein so hugsar um: kunnu vit ikki líka so gott gera tað sama sum aðir gera, t.d. burtur úr blokkum hjá okkum? Og tað fyrsta vit hoyra er jú sjálvandi, at vit skulu gera fishsticks og fish- portions. Tá ein so fer at kanna hetta, so finnur ein skjótt út av, at tað als ikki er nekur fín forrætning, tí vit liggja so- leiðis fyri, at vit ikki kunnu kappast við meginlandið í Europa. Hetta er sum oftast eitt produkt, sum er 50% fiskur og 50% annað. T.v.s. at vit mugu fyrst frakta 50% av verum til Feroya og somu 50% avstað aftur saman við fiskinum, tað vil siga vit fáa eina fraktútreiðslu sum er 3 ferðir sterri enn um vit bara senda blokkin. Vit fáa eisini eina eykaútreiðslu í tolli vegna sterri virði at tollast av. Skuldi ein hugsað um slíka protuktión krevur tað sterri iløgur, tí tað má verða minst líka nógv automatiserað sum hja konkurrentinum, og vilja slík virkir geva fá arbeiðs- pláss í mun til íleguna Nei, tann partin eiga vit helst at gloyma, tí deils tykist áhugin fyri slíkum pro- duktum heldur at minka enn at vaksa, og deils er slík vera sum oftast eitt vánaligt pro- dukt, gjert úr fiski á lágum góðskustigi. Skuldi slíkt virki verið sett á stovn, vildi eg hildið, at tað skuldi verið nýtt og sjálvsteðugt, so tað tók fisk frá fleiri flakavirkj- um. Betri prís fyri tað besta í fiskinum Nei vit mugu fara ein annan veg, tí vit hava meguleikar fyri at hava so góðan fisk, sum ikki skal krógvast burtur í eg veit næstan ikki hvat. Vit skulu velja alt tað besta burtur úr og gera tað til eina flotta attraktiva veru, sum er á so hegum stigi, at forbrúkarin eisini vil gjalda ein eyka pris. Vit skulu ikki bara hugsa um góðan fisk sum heild. Vit mugu eisini velja petti burtur úr hverjum flaki, sum er dýrari. Tá vit keypa kjøt, so gjalda vit jú ymiskan prís alt eftir hvað- ani av grísinum tað er. Vit kunna so víðari umhugsa, um vit skulu gera middagsrættir klárar til at koyra í mikroovn, men fyrst og fremst mugu vit leggja dent á at vísa brúkarunum, at her fæst veruliga nakað fyri pengarnar. Eg segði um fishsticksvirk- ið, at tað skuldi vera sjálv- steðugt, men aðrar fram- leiðslur mugu verða knýttar at einum verandi virki. Tað er heldur ikki so eink- ult at byrja hetta sum tað ljóðar, tí hver skal nú hava ágóðan av, at vit fáa meira fyri fiskin? Einki virki kann hava áhuga fyri slíkum til- taki, sum einki liggur eftir. Um eitt virki ikki vegna nýggj tiltek fær meira til av- lops, hví skal tað so ofra tíð og kreftir uppá tað. Okkara skipan í dag eggjar ongan til veruliga at gera nakað. Trupulleikar Lat meg nýta eitt demi, sum vit lættliga kunna síggja gevur trupulleikar. Vit hava roykivirki, sum skulu nýta hýsu. Tey fara so at spyrja, um eitt flakavirki ikki gott vil skera hýsuflekini. Jú tað vilja tey gjarna, men tað má natúrligt krevja ein prís, sum gevur sama skiftisavlop, sum um virkið hevði framleitt 5 lbs, ella kanska eitt sindur minni, tí virkið sleppur frá at goyma veruna. Nú er ráveran longu dýrari enn um royki- virkið hevði keypt beinleiðis frá einum báti. Ná, so velur roykivirkið at keypa frá bát- um, men so má tað eisini keypa og viðgera annan fisk, sum tað ikki er útgjert til at viðgera, og skuldi tað gjørt tað, tá verða so stórar iløgur, at tað ikki ber til longur. So vil ein siga, at so mugu ell virki bara hava eina roykideild, men so fáa vit nógvar smáar eindir, sum eingin økonomiur er í og úr- slitið verður, at betur prísur kann gjaldast fyri fiskin. Eg segði, at slík framleiðsla átti at verið knýtt at einum virki, men so vil eg leggja afturat, at vit mugu koma burtur frá, at ell virki gera tað sama, tí so verður tað oftani ov smátt til at loysa seg Samarbeiði Eg havi so oftani nevnt, at virkini eiga at finna eitt slag av samarbeiði heldur enn kapping um at fáa flest tons Ég ivist einki í, at vit longu við núverandi produktións- stødi høvdu fingið væl meira burtur úr, um vit innan fyri nátúrlig geografisk eki býttu fiskin sundur, so tað einkult virkið gjerdi færri produktir, men aftur fyri legði seg meira eftir at fáa betri úrslit. Hetta var kanska tað fyrsta stigið framá, og so út frá hesum finna fram til, hvussu enn meira kann fáast burtur úr tí, sum virkið nú hevur lagt seg eftir. Virkini selja sjálvi Um vit nú koma so langt, at virkini finna fram til nekur góð og dýrari produkt, so koma vit til ein annan spurn- ing, sum ikki er minni átrok- andi, nevniliga, hvussu skulu hesi produkt seljast. Skal hetta verða gjegnum eina felags seluorganisatión ella skal virkið sjálvt taka sær av seluni. Tað skal ikki vera nekur loyna, at tá tað kemur til ser- produkt, so eri eg av teirri áskoðan, at hetta er eitt mál, sum viðkomandi virki sjálvt skal taka sær av, og tað av fleiri grundum. Virkið má finna fram til ymiskar avsetningskanalir fyri sítt produkt, ja helst vera uppi í, og ofta vil slík sela verða treytað av einum álitisforholdi millum seljara og framleiðara, so hver partur er greiður yvir, hvat tosað verður um. Við eðrum orðum at hava so neyva kon- takt sum gjerligt. Ein stór seluorganisatión vil ofta koma í ta steðu, at har er so nógv annað at tak- ast við, at slíkar uppgávur ikki vera passaðar nóg væl,og detta niður ímillum. Eisini vita vit, at um ein skal selja serprodukt frá nógvum virkjum, so kann munur verða á, hvussu veran er. Endiliga haldi eg eisini, at tað fyri virkisleiðaran er meira áhugavert at gera eitt sjálvur, og ikki bara vera ein, ið skal ekspedera ordrar og Svend Thulesen, stjóri bert hava ábyrgd av, at veran er í lagi. Nú er farið nokk so víða, og skal niðurstaða gerat, so verður hon tann, at í heilt fá- um førum, kann talan verða um at byggja nýggj virki, men sum heild má roknast við, at nýggj tiltøk mugu fremjast í tilknýti til verandi virki Lat meg enda við ynski um, at vit framyvir gevast við bert at tosa um at gera nakað. Lat okkum finna saman um at broyta núver andi struktur til nakað betur og meira konstruktivt heldur enn núverandi kapping. sum einki hjálpir uppá at fáa meira burtur úr Skal samfelag okkara vera ríkari, mugu vit ell líka frá fiskimanninum til síðsta mann uppi á landi draga eina línu fyri at fáa betri produkt. sum kunnu seljast dýrari Service á Frælsinum, tlf. 1 2112 3800 Tórshavn Vrakieftirlits- maður Tænastumannastarv sum vrakieftir- litsmaður, fyribils við tænastugki í Tvøroyrar vrakaradømi, er leyst at søkja. Tann, ið settur verður, hevur skyldu at búgva í tænastugkinum og eisini um tað gerst neyðugt at virka í ødrum vrakaradømum. Lenin verður eftir 13.—18. lønarrammu í tænastu- mannalógini. Við núgaldandi viðbót- um er byrjanar- og endalgnin ávika- vist kr. 11.650,33 og kr. 13.368,42 um mánaðin. Umsóknir saman við møguligum prógvum og ummælum skulu vera landsstýrinum í hendi í seinasta lagi 2. desember 1985. FØROYA LANDSSTÝRI ss