Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-11-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26. 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Térshavn Umhvørvi og dålking — aling og góðska NÓGV hevur verið tosað og skriv- að um spurningarnar umhvervi og dálking og aling og góðsku hesa seinastu tíðina. Nidurstødur- nar á Útróðrarstevnuni í Klaksvík, á Fiskivinnutinginum í Havn og nú eisini á skeiði um aling, sum varð fyriskipað í Útvarpshús- inum, bera allar á sama borð: vit eiga at foredla fisk okkara sum mest, soleiðis, at vit kunnu fáa besta prísin fyri hann. Men fyri at kunna tosa um hægri prís, so er altavgerandi, at góðskan er í lagi. TAÐ skuldi tí verið náttúrligt her at staðfest, at ein fyritreytin fyri røttu góðskuni, tá talan er um fiskivinnu og fiskaaling, er, at um- hvørvid er reint. Hetta hevur ikki verið nakar stórvegis trupulleiki higartil, men nú m.a. alingin er vorðin týðandi táttur í vinnulív- inum og verður útbygt munandi sum frálíður, so er umráðandi, at myndugleikar okkara gera sær greitt, at hvønn hátt vit best fyri- byrgja dålking. TÅ danska kongaliga umhvørvis- skipanin í vár varð samtykt av løgtinginum var hetta treytað av, at uppskot um føroyska um- hvørvid skuldi vera tinginum i hendi í seinasta lagi áðrenn ólav- søkutingsetan var av. VIT bíða nú í spenningi, hvat verður av hesi lóggávu. Men um somu tíð skulu vit gera vart tið, hvussu stóran týdning tað hevur, at henda lóggáva onkursvegna verður tengd saman við ta lóg- gávu, sum Aliráðið hevur fingið til uppgávu at gera uppskot um við- víkjandi alingini í Føroyum. SJÁLVANDI fevnir ein generell umhvørvisléggåva um nógv annað enn fiskaalingina. Men kanska júst á hesum øki er av- gerandi neyðugt við eini lóggávu, sum tryggjar vinnuni móti dálk- ing og sum somuleiðis tryggjar Øðrum virksemi móti dålking frá alivinnuni. Tað hevði tí verið tiðindahla fif HÓINndaðdlaðið áhugavert, um vit sóu umrøddu lógarverk sum partar av somu sek m.a. vid tí fyri eygað at tryggja útflutningi okkara eina reina og ódálkaða råvøru, sum kann fáa tann besta prís. Í SEINASTA nummarinum av Búnaðarblaðnum verður nomið - við hesar álvarsspurningar. Her verður víst á, at tað hevur skund, at vit fáa eina umhvørvisléggåvu, tí dálkingin vindur upp á seg og um somu tíð økjast krøvini til góðsku á okkara fiski. Í odda- greinini í blaðnum verður m.a. víst á tey krøv, sum nútíðin setur til góðsku, heilsufrødi og heilsu- lag, soleiðis at uttan eina tíðar- hóskandi føroyska umhvørvislég hava vit ongar møguleikar at virka í einum so framkomnum samfelag, sum vit nú einaferð búgva í. VIT kunnu fult og heilt taka undir við nevndu oddagrein í Búnaðar- blaðnum og vóna somuleiðis, at lóggávan, sum verjir umhvervið og tryggjar eitt nú alivinnuni livi- ligar umstødur, sær dagsins ljós innan ikki ov langa tíð. ALT tos um hægri prísir og betri góðsku er burturvið, hava vit ikki tryggjad umhvørvi okkara við eini lóggávu, sum skal forða fyri dálk- ing. Tað verður tí áhugavert at síggja, hvat Aliráðið fer at koma fram til, nú tað skal undir at fyri- reika uppskot til alilóggávu og harvið eisini spurningar, sum við- víkja dálking. TAÐ er at fegnast um, at okkara myndugleikar nú hava sæð týdningin av arbeiðinum hjá eitt nú Heilsufrødiligu Starvsstovuni, tí m.a. júst hesin stovnur skal tryggja, at komandi lóggáva um dålking og umhvørvi verður fylgd. jamú Nr. 136 — 28. november 1985 Ítróttur er ikki bert fotboltur Áðrenn verandi býráðs- meiriluti kom framat, fyrilógu fullfiggjaðar ætlanir um at gera tennis- vellin í Gundadali lidnan. Vellurin er planeraður, fundament gjørt og hegn varð sett upp kring vøllin. Men síðani tá hevur einki verið gjørt. Vit eru nógv í Havn sum kundu hugsað okkum at spælt tennis, men her er eingin meguleiki. Tað er harmiligt, at vellurin kom so langt, og tó so stutt. Eftir okkara tykki vantar bert at koyra asfalt á, men sum tað skilst — hetta hevur borg- arstjórin Poul Michelsen, sum er altvaldandi í býnum, ongan áhuga fyri. Fyri hann er ítróttur bert fótbóltur. Tennisáhugaður Munur á religión og sekt Hóast vanliga samanveyj- ing, er munurin á hugtek- unum >religión< og >sekt< stórur. Religión er skipan við andligum og samfelagslig- um lærisetningum og meginreglum, grundað av Profeti, sum sigur seg vera sendiboð Guds. Sekt er fylking, samd um ávísar tulkingar av læru Profetsins, sostatt innan einhverja religión. Religión er fyri neyðini, skulu vit hava vón um andliga menning. Tað er greitt, um vit bara fata eitt lítið sindur av orðum Buddha, Jesusar, o.s. fr., at tey so avgjørt eru til okkara besta, samsvar- andi sonnu. tilbiðjandi náttúru okkara. Tað er Ogjørligt at ímynda sær, hvussu skilið hevði verið millum manna, um eingin Profetur var. Vit høvdu verið at rokna langt niðan fyri djórini. Profetarnir, ið frá fyrnd- ini eru komnir fram við skiftandi tíðarmillum- bilum, eru á nógv hægri steði enn vanligar menn- iskjur. Umboðandi vilja Skaparans kenna Teir full- vegis til tann menniskju- liga veruleikan og viður- skiftini knýtt at honum. Sambært tí, ið samtíðini og næstu eftirtíð tervast, stovnsetir Manifestaiónin nýggja“ relgión, t.d. endurskoðar nakrar lógir hjá tí frammanundan. Á henda hátt heldur reðin endaleyst fram, og tann seinasti í henni er nú Bahá'í Trúnni, miðskeiðis síðstu eld í Iran. Læran um kærleika til Gud og medmenniskjur er felagshornasteinur hjá øll- um hesum Lærarum. Hverja ferð, Ein er komin, hevur Hann birt nýggjar vónir og sýnt hinar himm- alsku eginleikar, ið kunnu alast í menniskjuni. Men sum eldirnar renna, kámast glæman frá tí broyting og upplyfting hjarta og sálanna, opin- beringin hevði við sær í fyrstani. Klandur og stríð verður burturúr, og spjað- ing kemur í, ikki minst teimum tulkingum, fólk ger av orðinum, fyri at takka. Eisini er valds- hugur uppií viðhvert. Sekterisma er sum kent úrslit av hesum alstórur trupulleiki, spillandi m.a. samanhald og semju. Hyggjast kann runt og spyrjast og kannast, hvat starvsemi hon fremur sál- arliga eins væl og sam- felagsliga. Eitt eyðkenni sektanna er persónsdýrk- an, meira ella minni til- vitað ella ótilvitað. Tær eru sera ymiskar: onkur er t.d merkt av steindeyðari bókstavatrúgv og kulda, onkur evugt av kenslu- bornum ervitistosi og esing, onkur av at kalla heilt eiðaserum stirvni og óttafullum mentunnar- fíggindskapi, onkur onnur heldur av syndatyngdari og noktandi fundamenta- lismu. Og fanatiskur fá- kunnleiki er mangan týði- ligur... Sektir grava burtur- undan ellum religiónunum — uttan Bahá'í, sum um- framt sektloysi eitt nú hevur til endamáls at sam- eina hinar við at vísa á, at tær í roynd og veru eru ein æviga framhaldandi Trúgv, ið vit hava til tessa at beta um lívið og fyri- reika okkum til tað tíðar- og staðleysa ríki andans handan grenu torvu. Búi Tyril Máloyðilegging Sum øll skilafólk vita, skulu øll bygdanevn skrivast í hverjumfalli, tá skrivað verður uttan á brøv o.t., rætt sum sagt hevur verið frá áraldstíð. T.d. eitur ein av bygdum okkara Sandur, ein eitur Dalur, Skarvanes, Hov, Fuglafjerður o.s.fr. Hetta er sum vit vita í hverfalli = Men tá skrivast skal adressa, so má og skal skrivast, sum sagt hevur verið, at maður ella kvinna býr á Sandi, í Dali, á Skarvanesi, í Hovi, í Fuglafirði o.s.fr., tá brúka vit hverjumfallið. Hetta vita øll, men tað, at eg haldi meg verða noyddan at taka til pennin, kemur av ti, at ein skilamaður segði mær rætt nu, at hann, ið situr á almennum stovni, hevur fingið boð um, frá hægsta stað, at hann skal einans nýta hverfall, tá hann skrivar adressur, t.v.s. at teir stóru norðuri í Havn sita og geva boð um, at málið skal oyðileggjast. Tí tað er rætt, sum Hegni Djurhuus segði her- fyri, at um eitt -3- var gloymt ella kanska var í meira lagi, bilar ikki, men tá bendingin er avlegd, so er einki feroyskt mál eftir, einans ein ússalig keipu- mynd av tí vakra máli, vit hava arvað frá forfedr- unum, teim, ið ongantíð høvdu lært at skriva, men kortini dugdu tað til fuln- ar. Her er nakað at fáa rættað hjá okkara mál- monnum, og tað í bræði. Viggo Dalsgaard Vit fara at biðja Viggo Dalsgaard um umbering fyri ósketni okkara við- víkjandi lesarabrævi hans- ara. Vit endurprenta brævið her. Blaðstj. =D