leygardagur 30. november 1985síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 137
30. november 1985
Futin vil nú hava fra-
greiðingina skrivliga
— Ongin klaga komin um viðferðina, ein fangi fekk í
síðstu viku.
Skrivingin hjá Oyggjatíð-
indum um eina hending í
geglinum í Havn fríggja-
dagin í síðstu viku hevur
ikki elvt til tað nógva
hóvastákið hjá fútanum
og hansara monnum.
— Eg havi í dag biðið
fyristødumannin í varð-
haldinum um eina skriv-
liga frágreiðing og fari nú
at bíða eftir henni, segði
Mogens Nepper-Christen-
sen, fúti, fyrrapartin í
gjár.
Fútin segði, at hann
longu fríggjadagin í síðstu
viku fekk eina munnliga
frágreiðing frá fyristeðu-
manninum. Tann frágreið-
ingin elvdi ikki til nakað
stig í málinum. Tað vil
siga, at fútin helt ikki,
skeivt var atborið í varð-
haldinum. Fútin sigur, at
sjálvandi samsvarar frá-
greiðingin hjá fyristeðu-
manninum ikki við tíðind-
ini í Oyggjatíðindum.
Hann hevur annars ikki
nakrar viðmerkingar til
tíðindini. Tey hava tó
kortini fingið hann at
biðja fyristødumannin
skriva frågreiding sina.
Futin sigur, at ongin
klaga er komin um hend-
ingarnar i varðhaldinum
fríggjadagin, tå tað gjørd-
ist neyðugt at flyta ein
ungan mann á deild 8 á
Landssjúkrahúsinum.
Maðurin hevði skaða í
hevdinum.
Sendur til lækna
Í kjalarverrinum hjá
hendingini fríggjadagin er
aftur reistur spurning-
urin, um ikki ein lækni átti
at verið knýttur at varð-
haldinum.
Politiið hevur eina
reglugerð at halda seg til
viðvíkjandi fullum fólk-
um, sum verða tikin inn at
sova úr sær rúsin. Er
minsti ivi um, at tann
tikni er sjúkur ella skadd-
ur, skal hann ella hon
koyrast til lækna. Og
hetta verður eisini gjert
eins og lækni verður boð-
sendur, um onkur í det-
entiónini hevur lækna-
hjálp fyri neyðini, sigur
fútin.
Men ikki altíð meta pol-
itistarnir rætt. Fyri nekr-
um árum síðani doyði ein
maður í detentiónini í
Havn av skaða í hevd-
inum.
Og fyri stuttum varð ein
álvarsliga sjúkur ella
skaddur maður settur í
detentiónina. Ikki fyrr enn
fleiri tímar seinni vórðu
boð send eftir lækna. Mað-
urin varð alt fyri eitt lagd-
ur undir skurð á Lands-
sjúkrahúsinum. Hann lá
uttan vit í fimm vikur,
men er nú raknaður við
aftur.
hd
— Eg kann
onki siga
Vit hava spurt fyristeðu-
mannin í varðhaldinum,
Torstein Jørgensen, um
hendingarnar, Oyggjatíð-
indi skriva um.
Men haðani var onki at
frætta.
— Eg kann onki siga, tó
at eg kanska kundi havt
hug til tess. Ti eg havi
tagnarskyldu.
Tiðindafólk á skúlabonki
Hesa vikuna hava 12 fólk
frá Utvarpinum, Sjón-
varpinum og bleðum verið
á skeiði, sum Den Journ-
alistiske Efteruddannelse
í Danmark hevur lagt til
rættis fyri Feroya Blað-
mannafelag.
Skeiðið hevur verið í
Norðurlandahúsinum,
sum eisini hevur stuðlað
tiltakinum fíggjarliga og á
annan hátt. Eisini hevur
Landsstýrið játtað pengar
til skeiðið, sum er tað
fyrsta, men vónandi ikki
síðsta, av sínum slag í
Feroyum.
Lærarar á skeiðinum
vóru Jo Bech-Karlsen,
lektor á Norsk Journalist-
hegskola í Oslo, og Gert
Smistrup, lektor á Dan-
marks Journalisthejskole
í Árhus. Teir hava undir-
víst í journalistikki og
journalistiskum málbrúki.
Tey, sum vóru á skeið-
inum, hava havt eina
strævna viku. Skeiðið tók
fimm tímar hvenn dag, frá
klokkan tvey til sjey.
Myndin er tikin hósdag-
in, tá Gert Smistrup
hd
ii Iii í
| |
| Í
Li} ig
undirvisti.
|
Nýggj politisteð verður bygd í Runavík
Fær ein politist
afturat
Eysturoyggin fær ein poli-
tist afturat. Mogens
Nepper-Christensen, futi,
sigur, at málið er um at
verða avgreitt og nýggja
starvið verður skjótt lýst
leyst.
Umframt sýslumannin
eru fimm politistar og
tveir eykapolitistar í Eyst-
uroynni.
I Havn er ætlanin at
seta seks ella sjey polit-
istar afturat næstu trý ár-
ini, so talið kemur upp á
40 ella 41
I letuni
oyingar á Politiskúlanum í
Keypmannahavn. Teirra
millum eru tvær kvinnur
Onnur verður liðug kom-
andi vár.
Stórur gravgangur er
eftir at sleppa á Politi-
skúlan. Tað tekur hálvt-
triðja til trý ár at læra til
politist.
eru sjey fer-
hd
Skreiddi undir bil
Forðingar plaga at verða
settar fyri Kirkjuveg í
Leirvík, tá bernini skreiða
á honum.
Men fyrrapartin hós-
dagin vóru ongar forð-
ingar, sum steðgaðu ti
fýra ára gamla Glenn
Ellingsgaard, tá hann á
plastsletu sínari kom
skreiðandi út á mittasta
veg, sum hann verður
róptur. Hann kom undir
ein lítlan lastbil beint
framman fyri annað bak-
hjólið, sum helst er farið
yvir hann, og doyði. Um
hann er deyður alt fyri eitt
ella seinni, veit politiið í
Runavík ikki. Tann, sum
koyrdi bilin, fór alt fyri
eitt til læknan í Fuglafirði
við dronginum. Men hjá
læknanum var onki at
gera, uttan at staðfesta, at
drongurin var deyður.
Politiið sigur, at
lukkan hendi um tíggju-
tíðina hósdagin. Ongin sá
hana uttan kanska beiggi
Glenn, sum er eini tvey
van-
ár eldri. Bilferarin var
einsamallur og hann hevur
greitt politinum frá, at
hann, tá hann kom
norðaneftir til vegamótið,
hugdi, um nakar kom eftir
Kirkjuvegi. Hann sá ong-
an og koyrdi við 20 km
ferð í sjálvt vegamótið. Tá
alt í einum sær hann
drongin koma á sletuni.
Politiið sigur, at bilurin
var skeddur til at koyra í
hálkuni og bilferarin var
edrúur.
Onki ávaringarskelti um
skreiðandi bern var við
vegabótið.
Glenn var sonur Valerie
og Adelbert Ellingsgaard
Annars hava eini 15
ferðsluóhapp verið í Eyst-
uroynni hesa vikuna. Tá
vanlukkan í Leirvík er
undantikin hevur ongin
fólkaskaði verið. Men bil-
ar hava fingið sterri ella
minni skaða
hd
Royndir í innbrotum
— Politiið í Eysturoynni heldur seg hava funnið teir
seku í útvið 70 innbrotum í allari oynni
Síðsta leygardag fongslaði
Feroya rættur tríggjar
mans í 14 dagar fyri inn-
brot og stuldur
Politiið í Eysturoynni
tók menninar fríggjadag-
in. Teir eru úr Havn, men
búgva nú í Leirvík. Hig-
artil hava teir játtað seg
sekar í eini 20 brotum
Men politiið heldur, teir
hava eini 70 tilsamans á
samvitskuni
Síðani í vár hava teir
tríggir gjert innbrot
handlar, bilar og umborð á
skipum og stolið tað, sun
var at finna, sigur politiið
Hesir virknu menn en
20, 22 og 29 ára g
teir hava verið
flestu bygdun
oynni og eisin
staðni í Norðstrevr